No 12 ella nummar tvey?

No12 og Joe and The Juice líkjast nógv. Tað er ullint. Man tað vera lógligt?
No 12 ella nummar tvey?
No 12 er ein øðrvísi og kul djúsbarr í Havn. Tað miða tey í øllum førum ímóti. Men hvussu original er kaféin?
05.02.2017 - 13:30

Bassurin dungar úr stóru hátalarunum, sum hanga á ráu, men litríku betongveggjunum. Tvær stórar kurvar av súreplum taka ímóti tær, tá tú kemur inn. Her í No 12 leggur man seg eftir at vera øðrvísi. Tað sæst. Starvsfólkini standa innan fyri diskin. Tey eru fesk. Tey eru kul.


No 12 er væl móttikin
No 12, sum er ein djúsbarr undir Hotel Føroyar samtakinum, er eitt kul og øðrvísi stað í mun til hinar kaffistovurnar í Havn. Hetta er ein ítróttakafé. Óansæð hvar tíni eygu hvíla, sleppa tey ikki undan teimum stóru flatskermsskýggjunum við fótbólti og tennis. 

Mat- og djússkráin ber sjálvandi eisini brá av, at hetta er eitt stað, sum vil nakað annað. Tað vil skilja seg út: Her er hylliblóma, passiónsfrukt og mango í miðdeplinum. Her eru eingi smurd rundsstykki. Tín vanliga sótsvarta kaffimunn finnur tú ikki her. 

Men kortini er staðið væl vitjað. Bæði einstaklingar, pør, vinfólk, barnafamiljur og mammubólkar hava tikið staðið til sín. Onkur situr og ger skúlating, men sær út til at stríðast við hugfloginum. Kanska er tað tí, tónleikurin er ov hart frá? Tað er fínt at sita og lurta eftir, um man vil. Men tú skalt ikki sita her, um tú hevur okkurt, tú skalt arbeiða upp á. 

Djúsið er ikki øðrvísi enn tað, tú gert heima
Djúsini smakka fínt, men einki sum so øðrvísi, enn tá tú ger tað sjálvur.

Eg seti meg niður saman við vinkonuni, og vit seta spurnartekin við, hvussu original henda djúsbarrin í veruleikanum er? 

Vit hava báðar vitjað kendu djúsketuna Joe and The Juice í Keypmannahavn. Vit leita matskránna hjá teimum fram á telefonina og fáa skjótt staðfest, at tað var hald í okkara illgruna um, at fleiri elementir av matskránni hjá No 12 eru sera lík teimum hjá Joe and The Juice. Hvussu tilvildarligt man tað vera, at heitini á hesum báðum djúsunum eru nærum eins? 

Tvíflísirnar eita gott nokk ikki tað sama, men innihaldið og matgerðarhátturin er heilt eins. Tað er rættiliga ókul. Joe and The Juice bjóðar millum annað sína klubtvíflís við høsnarunga, avokado, tomat og pesto, ballað inn í júst tað sama breyðið, sum klubtvíflísin hjá No 12, sum annars eisini hevur júst sama innihald. 
 


Á myndini omanfyri hava vit markerað eitt av mest seldu djúsunum hjá Joe and The Juice, sum er kallað Go Away Doc og inniheldur súrepli, gularót og ingifer. Go-Doc hjá No 12 inniheldur eisini súrepli, gularót og ingifer. Er hetta av tilvild?

No 12 ella nummar tvey?
No 12 er ein fín djúsbarr við frískum úrvali, skjótari veiting og góðari tænastu. Men við eitt sindur av research finnur tú skjótt útav, at matskráin í veruleikanum ikki er so slóðbrótandi, sum hon gevur seg út fyri at vera. 

Spurningurin er tí: Er No 12 bara nummar tvey? 


Skrivað hevur: Annika Dalsgaard

 
 

 

 

Sissal bloggar: #2. partur Sissal Drews Hjaltalin bloggar frá Cannes-festivalinum
Sissal bloggar: #1. partur Sissal Drews bloggar frá Cannes-festivalinum
Topp 10: Mest lisnu greinar á Röddini 2018 Her er ein listi yvir mest lisnu greinarnar í 2018
Sigarettirnar eru skiftar út við snús Fólkaheilsuráðið gav fyri stuttum út nýggja Gallup-kanning, sum vísir, at føroyingar roykja minni enn nakrantíð. Sambært kanningini roykja 25 % av...
Jólakalendarin: tiltøk í desember Tað eru sjálvandi eisini nógv tiltøk á skránni hendan jólamánaðan.