Skúlatroytt?

Skúlatroytt?
Hesa tíðina á árinum eru vit øll skúlatroytt. Ritgerðir, stílar, rapportir og royndir, øll hesi ting fylla okkara gerandisdag. Tú umhugsar minst 30 ferðir um dagin at droppa úr. Bert tankin um skúlan ger teg móðan
05.02.2017 - 20:15

Skrivað hevur: Tóra Pálsdóttir Isholm


Hugurin at gera skúlating minkar, og tú ert langt aftan fyri læraran. Meira skúlating tú missir, verri orkar tú skúlan. Motivatiónin til skúlan kanst tú líka so gott pakka burtur. Fráveran veksur, og blokkarnir virka longri. 
 

Øll hesi ting fylla nógv hjá fleiri ungum. So her eru nøkur ráð, ið kunnu hjálpa tær á rætta kós aftur. 


Ger skúlatingini saman við øðrum
Eitt, ið kann hjálpa serliga nógv, er at gera skúlating saman við øðrum. Tú fært fleiri hugskot, og hevur tú ein trupulleika, er tað heilt vist onkur, ið kann hjálpa. Eisini er tað hugnaligari og meira motiverandi at sita saman við vinfólki enn at sita einsamallur. 


Gev tær góða tíð
Set teg við skúlatingunum beint, tá tú kemur heim úr skúlanum. Brúka ta tíð, tú hevur, at gera tíni skúlating. Ikki skunda tær at gera tey, tá tú ert móð ella heldur vilt gera okkurt annað. Set tær eisini eitt skema, so tú hevur eitt betri yvirlit yvir tíni skúlating. Skriva niður, hvørji skúlating tú ætlar tær at gera tann dagin. 


Um tú hevur ein stíl fyri, so set teg við honum beinanveg og ikki fýra tímar, áðrenn hann skal sendast. Tú kanst deila hann upp í punktir, soleiðis at tú skrivar eitt sindur hvønn dag. Hesin mátin er ógvuliga lættur og skjótur. Hann ger, at stílurin ikki virkar so langdrigin.  


Ger tað hugnaligt rundan um teg 
Eitt er so heilt víst, tað er ongantíð serliga motiverandi at sita í einum skitnum og óruddiligum kamari og gera skúlating. Rudda kamarið, ger tær ein drekkamunn og set teg við skrivaraborðið.


Ein óvani, vit øll kenna til, er at liggja í songini og gera skúlating. Hendan óvanan skal tú sleppa tær av við umgangandi. At liggja í songini ger teg móðan og einans minkar um hugin at gera tað, tú skalt.  


Skriva notatir
Sløkk Tetris og tak heldur eina notesbók fram ella skriva notatir á telduni. Skriva niður tey ting, tú ikki heilt skilir, eisini tey tingini, tú betur skilir. Fyri mítt viðkomandi hevur hetta hjálp mær nógv. Eg fylgi betur við í tímunum. Eisini um eg siti við eini uppgávu, ið eg havi tað ringt við at gera, so hjálpir tað mær heilt víst, at eg havi skrivað notatir. Eisini er tað ein stór hjálp, tá tú skal terpa til roynd í summar.


Set tær eitt mál
Set tær eitt mál, ið tú metir, tú megnar. Ikki siga við teg sjálvan, at um tú fært sjey ella fýra, so er alt farið til spillis. Meiningin við skúlanum er, at vit skulu læra, og tað er eingin betri máti at læra tingini uppá enn at læra av okkara egnu feilum. Vit kunnu øll fáa ein karakter, vit eru ónøgd við, men kunsturin er at læra og koma sterkt aftur. 


Allarsíðsta ráðið til tín er at ikki missa mótið. Tað er hart og strævið, og tú umhugsar at droppa úr, men halt út. Ger tíni ting í góðari tíð, ger tær vanar og hugsa positivt. 

 

 
 

 

 

Sissal bloggar: #2. partur Sissal Drews Hjaltalin bloggar frá Cannes-festivalinum
Sissal bloggar: #1. partur Sissal Drews bloggar frá Cannes-festivalinum
Topp 10: Mest lisnu greinar á Röddini 2018 Her er ein listi yvir mest lisnu greinarnar í 2018
Sigarettirnar eru skiftar út við snús Fólkaheilsuráðið gav fyri stuttum út nýggja Gallup-kanning, sum vísir, at føroyingar roykja minni enn nakrantíð. Sambært kanningini roykja 25 % av...
Jólakalendarin: tiltøk í desember Tað eru sjálvandi eisini nógv tiltøk á skránni hendan jólamánaðan.