Orange is the new black vendir aftur

Orange is the new black vendir aftur
Í gjár kunngjørdi facebook síðan hjá hitt seriuni Orange is the New Black, at vit endiliga sleppa at síggja meira tann 9. juni 2017 á Netflix. Eisini kunngjørdu tey fyrsta forfilmin til sesong 5
09.02.2017 - 11:00

Hevur tú  sæð fyrru sesongirnar, gleðir tú teg allarhelst, og hevur tú ikki sæð tær enn, so er bara at koma í gongd, tí væntandi verður næsta sesongin enn meira spennandi enn tær fyrru.

Hyggjarin situr eftir við nógvum spurningum

Danielle Brooks, ið spælir Taystee, segði í januar, at fimta sesong fer at ganga fyri seg á einum strekki av bara trimum døgum, og at tað kemur at vera “intenst”.

Fyrru sesongirnar hava gingið fyri seg gjøgnum heil ár, og tí kemur tað at vera áhugavert at vita, hvat tey hava funnið uppá, fyri at fylla alt út uppá bara tríggjar dagar. Serliga av tí, at í fjórðu sesong hendi so ovur nógv, ið ikki bleiv uppklárað. Tað er til dømis ikki greitt, hvat hendi við Lolly, aftan á hon bleiv tikin inn á sálarsjúkradeildina, ella hvat kemur at henda við vaktunum, ið drupu Poussey.

Og hvør gleðir seg ikki til at finna útav, hvat kemur at henda aftan á cliffhangaran, ið endaði fjórðu sesong?

Síggj nýggja forfilmin niðanfyri:

Sissal bloggar: #2. partur Sissal Drews Hjaltalin bloggar frá Cannes-festivalinum
Sissal bloggar: #1. partur Sissal Drews bloggar frá Cannes-festivalinum
Topp 10: Mest lisnu greinar á Röddini 2018 Her er ein listi yvir mest lisnu greinarnar í 2018
Sigarettirnar eru skiftar út við snús Fólkaheilsuráðið gav fyri stuttum út nýggja Gallup-kanning, sum vísir, at føroyingar roykja minni enn nakrantíð. Sambært kanningini roykja 25 % av...
Jólakalendarin: tiltøk í desember Tað eru sjálvandi eisini nógv tiltøk á skránni hendan jólamánaðan.