Guðrun er vegani

Guðrun er vegani
''Etur tú so einans kaninføði?'' er ein spurningur, ið 19 ára gamla Guðrun Mortensen ofta fær, nú hon livur sum vegani. Vit hava havt eina samrøðu við hana um, hvussu lívið sum vegani í Føroyum er
14.02.2017 - 12:15

At vera vegani er ikki ein serliga útbreiddur lívsstílur í Føroyum. Helst eru nøkur, ið ikki hava hoyrt um hendan lívsstílin fyrr og tí ikki vita heilt, hvat tað snýr seg um. At vera vegani merkir, at tú hvørki etur nakað, ið kemur frá djórum, ella nýtur klæði, smyrsl og annað, ið djór hava verið nýtt til at framleiða. 

 

Hetta krevur tí, at ein hugsar meira út úr boksini enn tey, ið ikki eru veganar, av tí at ein má finna vitaminir, proteinir og tílíkt í øðrum tilfeingi enn djóraídnaði.

 

Familja og vinir vóru bilsin 

Guðrun avgjørdi at gerast vegani í februar 2015 eftir at hava sæð ymisk sjónsbrot á Youtube og nakrar dokumentarar um hendan grøna lívsstílin.
 Hon greiðir frá, at hon broytti sín lívsstíl fyri at betra um heilsuna, men at hon tó síðani lærdi um, hvussu kjøtídnaðurin ávirkaði umhvørvið neiliga, og hvussu illa djórini vórðu viðfarin á ymsu gørðunum og royndarhallunum. 

 

Bæði familja og vinfólk hjá Guðruni gjørdust bilsin av valinum, ið hon tók og væntaðu, at tað var meira ein fasa enn ein avgerð. Tó sóðu tey í longdini, at Guðrun meinti tað av álvara, og tí stuðla tey henni nú væl.
 Síðan tá hevur Guðrun gjørt síðuna Plantbased Guðrun á Instagram, har hon leggur myndir og hugleiðingar út. Síðan er blivin sera væl umtókt og hevur fingið fleiri túsund fylgjarar. 

 

- Summi vinfólk eru enntá sjálvi blivin vegetarar ella veganar, leggur Guðrun afturat. 

 

Lætt at vera vegani í Føroyum 

Sum føroyingar flestir eru tað nógv, ið eru framlig og tora at fara upp til Guðrun at spyrja hana um ymiskt.
 Hon hevur fingið fleiri skemtiligar og viðhvørt troyttandi viðmerkingar og spurningar frá bæði ungum og eldri, ið aldrin áður hava hoyrt orðið ''vegani''. 

 

''Etur tú so einans kaninføði?'', ''Hvar fært tú so proteinir frá?'' og ''Er tað ikki rímiliga ekstremt?'' eru afturvendandi spurningar, ið verða settir henni, men hon sigur, at frægast er at taka tað við einum smíli, av tí at flestu fólkini einans eru forvitin. 
Tá tað kemur til innkeyp, hevur Guðrun ongantíð havt trupulleikar við at finna matvørurnar, ið henni nýtist. 

 

- Persónliga havi eg altíð hildið, at tað er lætt, men eg kenni tó fleiri, ið halda, at tað er eitt stríð, sigur Guðrun.
 Føroysku handlarnir hava hópin av veganskum og økologiskum vørum, so sum reyðrótabúffar, soya nuggets, plantumjólk, bønir, korn, grønmeti og enntá fleiri eksotiskar fruktir, sum til dømis passiónsfrukt, mango og sokallaða ''drekafrukt''. 

 

Eisini sigur Guðrun, at tað ber til at fara út at eta veganskan mat, her ímillum í Sirkus, Smakka í Norðurlandahúsinum, grønmetis-sushi frá Etika, og í Hvonn, har ein kann bíleggja pitsu uttan ost og kjøt, av tí at pitsubotnarnir ikki eru tilevnaðir úr vørum frá djóraídnaði.

 


Guðrun leggur myndir út av veganskum mati á instagram.

 

Øll burdu roynt veganska lívsstílin

Guðrun heldur, at veganski lívsstílurin heilt klárt er nakað, øll burdu roynt.


 

- Tú nýtist ikki at gerast vegani frá degi til dags. Fleiri av mínum vinfólkum byrjaðu við at ikki eta reytt kjøt og steðgaðu síðani við at drekka mjólk og so framvegis, sigur Guðrun.
 Tað er umráðandi at skaffa sær vitan um lívsstílin; hvat er veganskt, hvat kanst tú og kanst tú ikki eta, at ein finnur lekkrar uppskriftir á netinum, ger eina kostplan ella hvat tað nú skuldi verið, fyri at rigga best til hvønn einstakan, greiðir Guðrun frá. 


 

Eisini vil hon viðmæla øllum at hyggja eftir dokumentarunum Cowspiracy, Forks Over Knives og Earthlings.


 

- Tað ljóðar sikkurt ekstremt, men tað er lættari enn ein trýr, sigur Guðrun við einum smíli. 

 

 

Fylg eisini Guðrun á Instagram: Plantbased Gudrun​

 
 

 

 

Sissal bloggar: #2. partur Sissal Drews Hjaltalin bloggar frá Cannes-festivalinum
Sissal bloggar: #1. partur Sissal Drews bloggar frá Cannes-festivalinum
Topp 10: Mest lisnu greinar á Röddini 2018 Her er ein listi yvir mest lisnu greinarnar í 2018
Sigarettirnar eru skiftar út við snús Fólkaheilsuráðið gav fyri stuttum út nýggja Gallup-kanning, sum vísir, at føroyingar roykja minni enn nakrantíð. Sambært kanningini roykja 25 % av...
Jólakalendarin: tiltøk í desember Tað eru sjálvandi eisini nógv tiltøk á skránni hendan jólamánaðan.