Iron Lungs við nýggjum lagi!

Iron Lungs við nýggjum lagi!
Í dag hevur bólkurin, Iron Lungs, útgivið sítt fyrsta lag. Lesið eina samrøðu við Fríða Djurhuus, sangara, her!
17.02.2017 - 13:45

Iron lungs er ein tungmálm/punk bólkur, sum varð stovnaður í 2013. Í bólkinum eru fimm limir, úr Skálafirði og Leirvík. Bólkurin hevur valt at hava sum so leysar teymar, men teir halda seg til nakrar treytir, sum eru, at tað skal vera progressivt, miðtempo og tungt. Gjøgnum árini hevur hesin bólkinum verið kendur fyri at hava villar framførslur, teir mála seg við bíligari andlitsmáling við íblástri frá tí okkulta og b – filmum.

 

- Vit hava følt okkum noyddar at útgeva eitt lag, síðan vit byrjaðu, tí mann kemur ikki ordiliga á kortið uttan at gera tað. Teksturin til lagið er ein blanding av tí okkulta, H.P Lovercraft heiminum, og babylonska gudinum Marduk. Sangurin er tungur og progressivur við langum lesnaði úr gandabókini Necronomicon, sigur Fríði.

 

Fyrr vóru nógv fleiri bólkar, ið spældu tungmálm í Eysturoynni. Mestsum ongar tungmálmskonsertir eru í Eysturoynni longur, uttan á G! festivalinum. Tað eru sum oftast tey somu, sum møta upp til konsertirnar, men onkuntíð hendir tað, at fólk, sum bara eru forvitin, koma forbí, heldur Fríði. Tað størsta innan tungmálm er Wacken Metal Battle, hetta fara nógv fólk til.

 

- Sjálvt um mann sum oftast setur tungmálm í samband við nakað, ið rættir millumfingurin til popp tónleik, er hann faktiskt nokk so mainstream. Eg vænti, at størsti parturin av føroyingum dáma okkurt hjá Metallica, Black Sabbath, Iron maiden ella Týr, sigur Fríði.

 

 

Her er leinkið til nýggja lagið: https://www.youtube.com/watch?v=glN7iL668YI&t=20s

 
 

 

 

Sissal bloggar: #2. partur Sissal Drews Hjaltalin bloggar frá Cannes-festivalinum
Sissal bloggar: #1. partur Sissal Drews bloggar frá Cannes-festivalinum
Topp 10: Mest lisnu greinar á Röddini 2018 Her er ein listi yvir mest lisnu greinarnar í 2018
Sigarettirnar eru skiftar út við snús Fólkaheilsuráðið gav fyri stuttum út nýggja Gallup-kanning, sum vísir, at føroyingar roykja minni enn nakrantíð. Sambært kanningini roykja 25 % av...
Jólakalendarin: tiltøk í desember Tað eru sjálvandi eisini nógv tiltøk á skránni hendan jólamánaðan.