TÓFF – Tórshavnar Film Festival

TÓFF – Tórshavnar Film Festival
Lesið um nýggja føroyska filmsfestivalin, TÓFF, her!
17.02.2017 - 19:00

Hvat er TÓFF?

 

TÓFF stendur fyri Tórshavnar Film Festival. TÓFF ein nýggjur føroyskur Filmsfestivalur, ið er eitt samstarv ímillum Norðurlandahúsið og Tórshavnar Kommunu. Sif Gunnarsdóttir, stjóri í NLH, Inger Smærup, Jan Berg Jørgensen og Marjun Niclassen eru øll stigtakarar handan festivalin. Tey øll eru eisini í nevndini til Geytan.

 

Hetta er fyrsta árið hjá TÓFF. Festivalurin byrjaði 11. februar og heldur fram til 19. februar. Festivalurin leggur dent á bæði føroyskar og altjóða filmar við góðari góðsku til allar aldursbólkar. Í alt eru meira enn 45 filmar á skránni til TÓFF. Afturat hesum koma tríggir útlendskir filmsstjórar á vitjan, og fyrilestrar um norðurlendskan film, serlig barnatiltøk og mangt annað hevur og fer at vera.

 

Eitt spennandi tiltak verður nú leygardagin í miðbýnum, og tað kallast "Filmur í Býnum". Tað verða sýningar ymsastaðni í býnum, sum í Býarbókasavninum, Ostahúsinum og á trappuni í Vágsbotni. Kvøldið byrjar við einum ungdómstiltaki á trappuni, sum so heldur á fram í Reinsarínum.

 

Hví byrja ein slíkan festival?

Røddin hevur sett seg í samband við Marjun Niclassen, ið er ein av teimum fýra fyriskiparunum hjá TÓFF.

 

Marjun sigur m.a., at grundin til, at tey byrjaðu TÓFF, er tí at tey ynsktu at bjóða áhugaverdar filmar til eina breiða áskoðarafjøld, og eisini smalar filmar, ið søkja mørk og eru meira eksperimenterandi. Hugskotið til festivalin hava hon og Sif tosað um síðan Sif byrjaði sum stjóri á NLH. Tað eina árið var Meira Blaustein, ið er fyriskipari á Woodstock film festival, ið er beint við New York, gestadómari til Geyta handanina. Hon gav teimum mót og íblástur til at byrja ein slíkan festival.

 

- Við at sýna fjølbroyttar føroyskar filmar og við at fáa vitjan av professionellum og filmsserfrøðingum og filmsfólkum úr vinnuni vóna vit, at filmsumhvørvið í Føroyum fær íblástur, vitan, møguleikar og dirvið til at skapa enn fleiri føroyskar filmsframleiðslur. Afturat hesum vóna vit at skapa eitt størri netverk við umheimin, soleiðis at føroyskir filmar verða vístir uttanlands í størri mun, enn teir gera nú, sigur Marjun Niclassen.

 

TÓFF byggir á nøkur grundvirðir, ið Marjun Niclassen hevur skrivað niður til okkum:

  • TÓFF granskar ymisk filmssløg og ymsar hættir at siga frá filmi.
  • TÓFF savnar vitan, ið kann gagna føroyska filmsumhvørvinum, bæði tí umhvørvinum, sum longu hevur fest sínar røtur her, men eisini fyri nýggjar spírar og íverksetarar.
  • TÓFF skapar íblástur og kjak.

 

 

 
 

 

 

Sissal bloggar: #2. partur Sissal Drews Hjaltalin bloggar frá Cannes-festivalinum
Sissal bloggar: #1. partur Sissal Drews bloggar frá Cannes-festivalinum
Topp 10: Mest lisnu greinar á Röddini 2018 Her er ein listi yvir mest lisnu greinarnar í 2018
Sigarettirnar eru skiftar út við snús Fólkaheilsuráðið gav fyri stuttum út nýggja Gallup-kanning, sum vísir, at føroyingar roykja minni enn nakrantíð. Sambært kanningini roykja 25 % av...
Jólakalendarin: tiltøk í desember Tað eru sjálvandi eisini nógv tiltøk á skránni hendan jólamánaðan.