Íslendski forsetin vil steðga ananas á pitsa

Íslendski forsetin vil steðga ananas á pitsa
Íslendski forsetin vil vera við, at ananas ikki hoyrir heima á eini pitsa. Hann fer enntá so langt, at hann sigur seg stuðla einum banni
21.02.2017 - 16:30

 

- Eg eri heilt grundleggjandi ímóti ananas sum pitsafyllu.

 

Soleiðis segði íslendski forsetin, Guðni Th. Jóhannesson, tá hann vitjaði ein skúla í Akureyri. Næmingarnir í skúlanum sluppu at spyrja hann ymiskt, har hann millum annað segði, at í Premier League dámar honum best Manchester United.

 

Men skegast av øllum var, tá hann blandaði seg uppí kjakið um, hvørt ananas hoyrir heima á eini pitsa ella ikki. Umframt at hann segði seg vera ímóti tí, segði hann víðari, at stóð tað til hann, hevði hann sjálvandi bannað tí við lóg.

 

Hetta kjakið hevur verið rættiliga nógv frammi millum ung. Tað hevur mestsum verið skemt, og har eru enntá fleiri memes um tað.

 

Summi fegnast, meðan onnur eru óð um forsetan. Á heimasíðuni Visir.is er møguligt at viðmerkja, og har hava fleiri sagt sína hugsan.

 

- Endiliga ein verðinsmaður, eg kann líta á, skrivar ein viðmerkjari.

 

- Landasvíkjari!! skrivar ein annar viðmerkjari, allarhelst skemtiliga.

 

Hóast vit eru fleiri, ið gleðast um hesi tíðindi, verður hetta neyvan veruleiki. Hóast forsetin skemtar, hevði hann ikki kunnað gjørt nakað óansæð, tí forsetin avger nevniliga ikki so nógv í Íslandi.

 

Kelda: Visir.is

 
 

 

 

Sissal bloggar: #2. partur Sissal Drews Hjaltalin bloggar frá Cannes-festivalinum
Sissal bloggar: #1. partur Sissal Drews bloggar frá Cannes-festivalinum
Topp 10: Mest lisnu greinar á Röddini 2018 Her er ein listi yvir mest lisnu greinarnar í 2018
Sigarettirnar eru skiftar út við snús Fólkaheilsuráðið gav fyri stuttum út nýggja Gallup-kanning, sum vísir, at føroyingar roykja minni enn nakrantíð. Sambært kanningini roykja 25 % av...
Jólakalendarin: tiltøk í desember Tað eru sjálvandi eisini nógv tiltøk á skránni hendan jólamánaðan.