Nøkur ráð til tín, ið nýtir ov nógvar pengar

Nøkur ráð til tín, ið nýtir ov nógvar pengar
Einki er so gott sum kenslan, vit fáa, tá lønin kemur. Vit kunnu fara á café, shoppa, spontanar túrar í býin og ikki minst keypa í kantinuni í skúlanum. Men tann ringasta kenslan er, tá kontoin er á null. Mánaðurin er hálvrunnin, og tað eru eini tíggju dagar til næsta lønin kemur, og ætlanirnar, vit høvdu fyri framman, fara til einkis
22.02.2017 - 21:45

 

Vit brúka aloftast pengarnar upp á ting, vit í roynd og veru ikki hava tørv á. Vit keypa bomm, kips, pizza og sodavatn ella fara á dýrar kaféir, shoppa klæðir ella keypa hvørt fríkorter í kantinuni.

 

Um tú kennir teg aftur í hesum, so er bara at lesa víðari, tí her eru nøkur ráð, ið heilt víst kunnu hjálpa tær á rætta leið fíggjarliga. 

 

Skúlatilfar

Eitt, ið kann vera ræðuliga moðið, og sum øll lesandi nokk kenna til, er, hvussu troyttandi tað kann vera at nýta allar sínar pengar uppá skúlabøkur. Eitt tað snildasta at gera sum lesandi er at einans keypa brúktar bøkur og selja sínar, tá skúlaárið er av.

 

Far ongantíð til handils svong

Tá vit eru svong, hava vit hug til alt millum himmal og jørð, og tískil er tað ósmart at fara svong til handils. Eisini skulu vit lata vera við at keypa ov nógv bomm, sodavatn, kips, pizza ella sjokulátu. Øll hesi ting eru bæði ósunn, og eru í roynd og veru ikki neyðug í okkara dagligdegi. Tí høvdu vit fingið tað nógv betri bæði kropsliga, fíggjarliga og sálarliga, um vit góvust alt fyri eitt at keypa hendan mat.

 

Set tær eitt mark fyri, hvussu ofta tú etur úti

Sjálv eri eg ein av teimum, ið brúki stóran part av mínum pengum til matstovur og caféir. Eitt, sum eg royni at gera, er t.d. at ikki bíleggja sodavatn, tá eg eti úti, ella ikki keypa kaku afturvið einum kaffimunni. Sodavatn smakkar heldur ikki serliga væl eftir mínari meining, men tað er smag og behag. Set eisini eitt mark fyri, hvussu ofta tú etur úti um mánaðin.

 

Steðga við spontanum shoppitúrum

Eitt annað, ið serliga gentur kenna til, er at fara ein spontanan túr oman í SMS. Ætlanin er ikki at keypa nakað serligt, men áðrenn man veit av, situr man í bussinum við einum stakki av posum. Hetta er nakað, ið harðliga tømir pengapungin. Fyri at fyribyrgja hesum er tað rættliga skilagott at gera eitt yvirlit yvir, hvat tú manglar. Ikki keypa klæðir, tú ikki hevur tørv á, og ikki keypa klæðir á netinum, bara tí tú keðir teg eitt mánakvøld.

 

Roykja og drekka

Sigarettir eru ræðuliga dýrar, og um tú roykir ein pakka um dagin, so blakar tú einar 61 krónur út gjøgnum vindeygað um dagin. Hetta ljóðar kanska í so cheesy at siga, men legg av beinanvegin, tað er hvørki gott fyri kroppin ella tína fíggjarligu støðu. Býtúrar eru eisini dýrir. Tá tú fert í býin, nýtir tú ikki bert pengar uppá alkohol, men eisini til taxa, pizza ella toast. Og vit vita øll, at tá kontoin verður kannað dagin eftir ein býtúr, eru vit ofta ikki serliga glað. Tí er tað gott, um vit minka um býtúrarnar, og í so fall at vit fara í býin, tak so ongantíð kortið við.

 

Fíggjarætlan

Stovna tær ein netbanka. Við netbankanum fært tú betur fylgt við, hvat tú brúkar, og hvussu nógv tú brúkar um mánaðin. Stovna eisini eina uppsparing, so tú altíð hevur pengar goymdar, um tú knappliga skuldi havt tørv á teimum.

 
 

 

 

Sissal bloggar: #2. partur Sissal Drews Hjaltalin bloggar frá Cannes-festivalinum
Sissal bloggar: #1. partur Sissal Drews bloggar frá Cannes-festivalinum
Topp 10: Mest lisnu greinar á Röddini 2018 Her er ein listi yvir mest lisnu greinarnar í 2018
Sigarettirnar eru skiftar út við snús Fólkaheilsuráðið gav fyri stuttum út nýggja Gallup-kanning, sum vísir, at føroyingar roykja minni enn nakrantíð. Sambært kanningini roykja 25 % av...
Jólakalendarin: tiltøk í desember Tað eru sjálvandi eisini nógv tiltøk á skránni hendan jólamánaðan.