Kringvarp Føroya keypir SKAM

Hesar eru á veg til ein skíggja nærhendis tær
Kringvarp Føroya keypir SKAM
Svøríki keypti SKAM. Danmark keypti SKAM. Ísland keypti SKAM. So hví skuldu vit ikki eisini keypt SKAM?
23.02.2017 - 20:30

Tá NRK fyrr í ár geoblokkaði SKAM, sendust sjokkbylgjur gjøgnum føroyskan ungdóm. 

Men nú kann Røddin gleðiliga avdúka, at Kringvarp Føroya hevur keypt rættin at vísa norsku sendirøðina. Tað merkir, at Even, Isak, Noora og Chris fara at vera at síggja í føroyskum sjónvarpi og eisini á heimasíðuni hjá okkum. 


Vísa allar sesongir


Síðan í fjør hevur Mentanardeildin í Kringvarpinum verið í samráðingum við norska kringvarpið, NRK, sum framleiðir SKAM - og nú er tað greitt, at Kringvarp Føroya keypir allar tríggjar sesongir. Tú kanst síggja - ella endursíggja - tær í sjónvarpinum komandi vikurnar. 

Og tá sesong fýra endiliga byrjar í vár, fáa vit eisini atgongd til sendirøðina, hóast NRK hevur geoblokkað heimasíðuna. 

Júst nær SKAM verður á skránni hjá sjónvarpinum er enn ógreitt, men tað verður heilt skjótt, lovar Barbara Samuelsen, mentanarleiðari. Hon leggur afturat, at SKAM verður víst við norskum undirtekstum.


LES EISINI: 

Føroyingar elska SKAM

Tí skalt tú hyggja eftir SKAM

Norsk sendirøð bergtekur ungdómin
 

 
 

 

 

Sissal bloggar: #2. partur Sissal Drews Hjaltalin bloggar frá Cannes-festivalinum
Sissal bloggar: #1. partur Sissal Drews bloggar frá Cannes-festivalinum
Topp 10: Mest lisnu greinar á Röddini 2018 Her er ein listi yvir mest lisnu greinarnar í 2018
Sigarettirnar eru skiftar út við snús Fólkaheilsuráðið gav fyri stuttum út nýggja Gallup-kanning, sum vísir, at føroyingar roykja minni enn nakrantíð. Sambært kanningini roykja 25 % av...
Jólakalendarin: tiltøk í desember Tað eru sjálvandi eisini nógv tiltøk á skránni hendan jólamánaðan.