Í kvøld byrjar SKAM í KVF

Í kvøld byrjar SKAM í KVF
Tað er í kvøld, tú skal tendra sjónvarpið fyri at síggja Jonas og Evu aftur<3
13.03.2017 - 15:15

Tað er í kvøld, tú skalt seta teg framman fyri sjónvarpið, um tú vit síggja ella endursíggja SKAM. Tí eftir D&V og 3-2 verður norska sendirøðin loksins víst í Kringvarpi Føroya. 

 

Kringvarpið leggur út við at vísa fýra partar av sesong 1 í kvøld klokkan 20.30. Næsta mánakvøld verða aftur fýra partar vístir, og partur 9, 10 og 11 verða vístir um tvær vikur. Soleiðis heldur Kringvarpið fram at binge-senda sesong 2 og 3 komandi vikurnar, fyri síðan at kunna vísa sesong fýra av SKAM (sum ikki er liðug enn) fríggjakvøld, samstundis sum NRK vísir hana. 


Enn er óvist, nær sesong fýra verður klár at senda, tí NRK er ikki farin undir upptøkurnar enn. Men eitt er vist: alt er love!


<3

 

 
 

 

 

Sissal bloggar: #2. partur Sissal Drews Hjaltalin bloggar frá Cannes-festivalinum
Sissal bloggar: #1. partur Sissal Drews bloggar frá Cannes-festivalinum
Topp 10: Mest lisnu greinar á Röddini 2018 Her er ein listi yvir mest lisnu greinarnar í 2018
Sigarettirnar eru skiftar út við snús Fólkaheilsuráðið gav fyri stuttum út nýggja Gallup-kanning, sum vísir, at føroyingar roykja minni enn nakrantíð. Sambært kanningini roykja 25 % av...
Jólakalendarin: tiltøk í desember Tað eru sjálvandi eisini nógv tiltøk á skránni hendan jólamánaðan.