- Tað er so heimligt á Føroyamálsdeildini

- Tað er so heimligt á Føroyamálsdeildini
Á Setrinum eru nógvar ymiskar útbúgvingar, eitt nú Føroyamálsdeildin. 19 ára gamli vágbingurin, Nansý Sunadóttir, er ein av teimum, ið tekur bachelor í føroyskum máli og bókmentum á Setrinum
14.03.2017 - 17:45

Nansý Sunadóttir var ein av teimum, ið brádliga broytti meining og byrjaði aftur í skúla, eftir at hava lokið prógv í Studentaskúlanum í Hoydølum. Hennara ætlanir vóru at njóta summarferiuna og at fegnast um nýfingnu húgvuna.

 

- Eg havi altíð elskað føroyskt, eg hevði fantastiska dugnaligar lærarar í føroyskum, bæði í fólkaskúlanum og á miðnámsskúlanum, og eldri eg bleiv, meira byrjaði eg at spæla mær við tankan um at arbeiða við føroyskum máli og bókmentum. Hóast eg hugsaði um at arbeiða við føroyskum máli ella bókmentum, visti eg, at eg hevði ikki hug at undirvísa, og so visti eg ikki heilt, hvat annað eg kundi brúka føroyskt til. Og harafturat gekk eg á evnafrøðileiðini í Hoydølum, so málsligi vegurin var ikki akkurát tann, eg ímyndaði mær at fara.

 

Tó broyttist hennara ætlanir, tá hon sá, at nøkur pláss enn vóru eftir á Føroyamálsdeildini á Setrinum.

 

- Tá so summarið var við at enda, sá eg eina lýsing frá Setrinum um, at tað vóru tøk pláss á ymsum deildum. Eg opnaði leinkið og sá, at tað vóru tøk pláss á Føroyamálsdeildini, og eg ivaðist ikki leingi, áðrenn eg skrivaði umsóknina og sendi hana. Nakrir dagar eftir fekk eg teldupost um, at eg var sloppin inn. So faktiskt fór eg ikki á Setrið, tí eg hevði ætlað tað í langa tíð, men tí eg sá eina lýsing og ein møguleika, um at sleppa at royna ein tanka, eg leingi hevði havt. 

 

Eftir at hon var sloppin inn á Setrið, gjørdist tað greitt fyri henni, at hetta var hennara rætta leið, og at hon veruliga treivst á Setrinum.

 

- Tað eru nógv góð ting við Setrinum. Eitt er, at vit ikki eru so nógv í flokkinum, vit eru eini 20 studentar, so øll kennast. Eisini er deildin lítil, so gott samband er millum lærarar og studentar. Eitt annað er, at tað er so heimligt, í hvussu er á Føroyamálsdeildini. 

 

Nansý leggur dent á, at fleiri skulu søkja inn á Setrið, tí tað hevur hóast alt nógvar útbúgvingar at bjóða Føroya fólki. Flokkarnir á Setrinum eru ikki serliga stórir, og tí er tað lættari at rætta fingurin upp og svara spurningunum, heldur Nansý. Eisini leggur hon afturat, at ein stórur fyrimunur er, at lærararnir og næmingarnir tosa allir føroyskt, so tað er lætt at samskifta.

 

- Tað er í Føroyum, so mann kann verða búgvandi hjá foreldrunum, um mann vil tað. Eisini um tú býrt har suðuri, so møta vit klokkan 10 á Føroyamálsdeildini, so tað ber til at búgva heima og lesa á Føroyamálsdeildini.

 

Les meira um Setrið her.

 
 

 

 

Sissal bloggar: #2. partur Sissal Drews Hjaltalin bloggar frá Cannes-festivalinum
Sissal bloggar: #1. partur Sissal Drews bloggar frá Cannes-festivalinum
Topp 10: Mest lisnu greinar á Röddini 2018 Her er ein listi yvir mest lisnu greinarnar í 2018
Sigarettirnar eru skiftar út við snús Fólkaheilsuráðið gav fyri stuttum út nýggja Gallup-kanning, sum vísir, at føroyingar roykja minni enn nakrantíð. Sambært kanningini roykja 25 % av...
Jólakalendarin: tiltøk í desember Tað eru sjálvandi eisini nógv tiltøk á skránni hendan jólamánaðan.