Mynd: fh.fo
Umhugsar tú at søkja inn á Handilsskúlan?
- Tá tú kemur til annað og serliga triðja árið, so hongur alt saman, og tú fert at hugsa "Ahha, sjálvandi", sigur 20 ára gamli Julian Thomsen
14.03.2017 - 15:30

Handilsskúlin bjóðar eitt fjølbroytt úrval av útbúgvingum til ung, vaksin og til fyritøkur. Hóast útbúgvingarnar eru ymiskar, so snúgva tær seg allar um handil, búskap og KT á ymsan hátt. Harafturat verður dentur lagdur á bæði mál og altjóða viðurskifti.

 

Ein av teimum, ið gongur á Handilsskúlanum við Marknagil, er 20 ára gamli Julian Thomsen, sum er í ferð við at lúka triðja og seinasta árið á búskaparbreytini. Honum dámar serliga væl støddfrøði og at arbeiða við tølum sum heild, og av tí sama er búskaparbreytin akkurát nakað fyri hann. 

 

- Eg visti ikki nakað serligt um summi av fakunum, tá eg byrjaði, men eg havi bara góð ting at siga um búskaparligu fakini. Undirvísingin er løgd væl til rættis, og allir lærarar duga væl at læra frá sær. Eg eri sera glaður fyri, at eg valdi Handilsskúlan fram um aðrar skúlar. 

 

Julian leggur afturat, at ein vanligur dagur á Handilsskúlanum er ikki nógv øðrvísi enn á øðrum skúlum, hann hevur gingið á. Skúlagongdin er sjálvandi skipað øðrvísi, men fríkorterini verða brúkt í sofunum, og um ein er so heppin at hava fríblokk, so ber væl til at gera lektiur ella at fara heim at sova. 

 

- Tað sosiala á skúlanum rættiliga er gott, serliga tí tað ikki eru ov nógvir næmingar á skúlanum, so man kennir onkursvegna nærmast øll, og allir næmingar og lærarar eru í sama bygningi, sum eisini ger, at man sær hvønn annan dagliga. 

 

Her er eitt gott ráð frá Julian til tín, sum ætlar at søkja inn á Handilsskúlan:

 

- Tað kann virka ørkymlandi og geva lítla meining í byrjanini, men tá tú kemur til annað og serliga triðja árið, so hongur alt saman, og tú fert at hugsa "Ahha, sjálvandi", og tá veksur kópakenslan.

 
 

 

 

Myndarøð: Summarfestivalurin Klaksvíkin í festivalhýri á Summarfestivalinum. Síggj stemningsmyndir frá fríggjadegnum
Ummæli: hipp hopp og opera Les, hvat Røddin helt um DansiEksperimentið 2017
Sesh'17: Skating knýtir fólk saman Skating, hugni, kappingar og samanhald
4 tær bestu reality-sendingarnar nakrantíð! Keðir tú teg, og ynskir tú at missa eitt par av heilakyknum?
Ummæli: Grotto Konsert Summarið í Føroyum hevur nógv at bjóða, og kanska fyri okkum føroyingar er tað ikki so spennandi at ganga niðan á eitt fjall, men ein “grotto konsert”? Tað er vert at royna