Studentaskúlin í vøkru Hoydølum
Studentaskúlin í vøkru Hoydølum
Vilt tú søkja inn á Studentaskúlan í Hoydølum?
Julia Helena Dal Henriksen er fødd 9. januar 2001. Hetta merkir, at vanliga hevði hon verið ein árgang ov ung at byrja síðsta summar og átti sostatt at byrjað komandi skúlaár. Hóast hetta gongur hon longu í 1.s. í Hoydølum. Røddin hevur tosað við hana um, hvussu tað er at ganga í Hoydølum.
14. mars 2017

 

 

 

 

Studentaskúlin, ella Glasir, ið tað eitur nú, er gymnasialt miðnám í Tórsavn. Útbúgvingin tekur 3 ár, og tú kanst nú velja millum fýra breytir: búskaparbreyt, fyrireikingarbreyt, hugbreyt og náttúrubreyt. Náttúrubreyt og hugbreyt eru tað, ið fyrr varð kallað matematiska- og málsligadeild. Innan hesar breytir eru aftur ymsar leiðir, ið gera, at tú kanst skræddaraseyma tína útbúgving enn meira. 

 

Umframt eitt læruríkt lestrarumhvørvi er eisini eitt virkið næmingaráð, ið javnan skipar fyri tiltøkum og veitslum.

 

Tó hevur skúlin ikki besta umdømið. Í fólkaskúlanum hoyrir mann næstan bara ræðusøgur um, hvussu tað verður ein kollvelting frá vanligu skúlagongdini at fara í student. Ræðusøgur um, hvussu torført tað fer at verða at koma ígjøgnum øll trý árini.

 

Hetta ásannar Julia Helena, men hon er ósamd í hesum.

 

- Eg havi altíð fingið at vita í fólkaskúlanum, at student fer at verða so nógv verri. Men soleiðis hevur tað eisini verið, tá eg eri farin úr 7. til 8. og úr 8. í 9., men tað hevur ikki verið nakar trupulleiki. Tað er tí, eg gjøgnum árini sjálv havi ment meg. Sjálvandi er munur á fólkaskúlanum og student, men um ein tímir nøkunlunda væl, fylgir við frá byrjanini og ger sínar uppgávur, so skuldi tað nokk gingið.

 

Sum sagt er Julia Helena yngri enn floksfelagir sínir, men hon heldur seg ikki lýsa burtur úr hinum. Hon sigur, at hennara aldur ikki hevur so stóra ávirkan á hvørki skúlagongd ella floksfelagar. Hon hevur altíð gingið ein árgang eldri, enn hon er, og hon kennir seg tískil líka sum hini. Tí hugsa hvørki hon ella tey í flokkinum um, at hon er yngri.

 

- Eg vil avgjørt viðmæla teimum, sum hugsa um at fara í student, at søkja inn, tí at tað er ikki so ringt, sum mann heldur. Mær dámar væl at ganga her, og eg havi fingið nógvar nýggjar vinir. Um tú ivast í at fara í student ella í Námx, kanst tú altíð søkja inn og taka støðu til, hvat tú hevur hug til seinni.

 

Freistin at søkja inn á Glasir eins og hinar miðnámsskúlarnar er 15. mars.

 

 

 

 

Ovurstimbrandi tøknin: vit taka tøkni sum rúsevni Adam Alter: Nýggja tøknin er sniðgivin at gera okkum bundin – hon oyðileggur lív okkara eins og onnur rúsevni
Veitst tú, hvat tollur er? Ert tú eisini ein av teimum, ið keypir á netinum og heldur, at tú ordiliga gert eitt kubbið, men so tá tú fært vøruna til Føroyar, so kostar hon akkurát tað sama sum ein bóndagarður? Her eru fyrimunirnir og vansarnir við tolli
Hassj í Rúsuna? Tráin Petursson Nónklett vil vera við, at ein skipað søla av hassji er tryggari enn at lata privatfólk taka sær av tí. Aksel Berg er ósamdur og heldur, at tað hevði økt um nýtsluna
Keypa á netinum fyri meiri enn 300 kr? Vit eru tey flestu, ið keypa á netinum. Allarflest eru tey, ið keypa undir 300 kr, tí tað er tryggast. Mann bíleggur, bíðar tvær vikur, og so er pakkin komin. Kynstrið er at finna lekkrastu klæðini undir 300 kr, tí mann torir ikki ordiliga at keypa nakað, ið kostar omanfyri
Vikan í tónleiki Shakespeare, sangleikur ella tungmálmur - hesa vikuna koma tað at vera nógv ymisk og øðrvísi tónleika tiltøk, og her verður heilt sikkurt eisini okkurt til tín!