Fjølbroyttar tónleikaútbúgvingar: Jósef Zachariassen

Fjølbroyttar tónleikaútbúgvingar: Jósef Zachariassen
21 ára gamli Jósef Zachariassen er búsitandi í Noregi, har hann í løtuni lesur á konservatorii
15.03.2017 - 19:45

Skrivað hevur: Guðrið Patursson

 

Jósef Zachariassen, Eyð Berghamar Jacobsen, Lea Kampmann og Pauli Reinert Poulsen eru fjølbroyttir, ungir, føroyskir tónleikarar, sum á hvør sín hátt hava nomið sær tónleikaliga útbúgving, heilt frá Musicians Institute í Hollywood til Balettakademien í Göteborg. Fylgið við tráðnum Fjølbroyttar tónleikaútbúgvingar, har hesi ungu greiða Røddini nærri frá um útbúgvingar sínar.

 

Jósef Zachariassen
Jósef er 21 ára gamal og uppvaksin í Havn. Hann er búsitandi í Noregi, har hann í løtuni lesur á konservatorii.


Egin mynd

 

Jósef kemur frá einari musikalskari familju, har tónleikur altíð hevur verið at hoyrt í húsinum. At vakna av tónum frá klaverinum ella fagottini hjá pápa sínum var ikki óvanligt.

 

Longu sum 5 ára gamal byrjaði Jósef at ganga til cello, men gavst aftan á nakrar mánaðar, tí tað ikki var nakað fyri hann. Síðani byrjaði hann at spæla klaver hjá Jóhannesi Andreasen sum 7 ára gamal.

 

Í nógv ár var klaverspælið bert ein rutina; hann vandi nakrar minuttir um dagin og møtti upp til undirvísing eina ferð um vikuna. Tá var áhugin innan klassiskan tónleik ikki serliga stórur, og Jósef valdi heldur at brúka tíðina uppá at spæla rock-tónleik við floksfelagunum.

 

- Tað var ikki fyrr enn eg var 14 ára gamal, at eg veruliga bleiv bitin av tónleikinum. Tá tók eg yrkisavgerðina, sum mítt lív enn í dag er bygt uppá.

 

Jósef byrjaði at brúka meira tíð uppá klaverspælið, og tónleikaslagið var sera fjølbroytt. Kristnan tónleik í Lívdini, rock, popp og jazz í skúlanum og klassiskan tónleik í musikkskúlanum, sum kundi vera alt frá Adele til Bach.

 

Sum 16 ára gamal fór Jósef til Danmarkar á tónleikaeftirskúla. Hann fegnaðist um at kunna umringa seg við fólkum, sum høvdu sama áhuga í tónleiki, sum hann sjálvur.

 

- Árið á eftirskúlanum var ótrúliga sunt! Tað fóðraði mínum innara tónleikara og gjørdi meg meira tilvitaðan um meg sjálvan.

 


Egin mynd
 

 

Tá Jósef var 17 ára gamal, fór hann í holt við miðnámsútbúgvingar sínar. Hann gekk í Studentaskúlanum í Hoydølum (Glasir) og í Musikkskúla Miðnám samstundis. Hetta hóskaði seg væl, av tí at virksemið í Hoydølum var fyrrapartin, og virksemið í musikkskúlanum var seinnapartin. Sjálvur tók hann báðar útbúgvingarnar uppá 3 ár, sum hann, til tíðir, metti vera strævið, men tað er eisini møguligt at flætta tær saman uppá 4 ár ella hvør sær.

 

- Um ein hugsar at liva av tónleiki í framtíðini, ella at blíva ein betri tónleikari, so vil eg heilt sikkurt mæla til at søkja á musikkskúla miðnám. Jósef greiðir frá, at á musikkskúlamiðnámi fært tú undirvísing frá dugnaligastu tónleikarunum í Føroyum og góða erfaring. Lærararnir arbeiða hart fyri at gera teg kláran at lesa tónleik á hægri støði, og tað vísir seg, at eitt stórt fleirtal av teimum, sum hava gingið á musikkskúla miðnámi, entin hava lisið, ella lesa tónleik á hægri støði.

 

Í dag er Jósef lesandi á konservatoriinum í Stavanger. Hann lesur Bachelor í klassiskum klaverið, og ársstudium í jazz klaverið. Í einari slíkari tónleikaútbúgving fær ein undirvísing í sínum ljóðføri, teori, hoyrilæru, tónleikasøgu, og onnur fak. Jósef greiðir frá, at útbúgvingin er bygd soleiðis, at ein ikki hevur so nógvar tímar, so tað er møguligt at venja nógv, og spæla nógv saman við øðrum.

 

- Eg trívist sera væl her í Stavanger, og eri nøgdur við útbúgvingina, eg havi valt. Tá ið eg hugsi aftur til 14 ára gamla Jósef, so haldi eg, at yrkisavgerðin, sum eg tók, er besta avgerðin, eg nakrantíð havi tikið.

 
 

 

 

Sissal bloggar: #2. partur Sissal Drews Hjaltalin bloggar frá Cannes-festivalinum
Sissal bloggar: #1. partur Sissal Drews bloggar frá Cannes-festivalinum
Topp 10: Mest lisnu greinar á Röddini 2018 Her er ein listi yvir mest lisnu greinarnar í 2018
Sigarettirnar eru skiftar út við snús Fólkaheilsuráðið gav fyri stuttum út nýggja Gallup-kanning, sum vísir, at føroyingar roykja minni enn nakrantíð. Sambært kanningini roykja 25 % av...
Jólakalendarin: tiltøk í desember Tað eru sjálvandi eisini nógv tiltøk á skránni hendan jólamánaðan.