Hevur tú hugsað um Tekniska skúlan í Tórshavn?

Hevur tú hugsað um Tekniska skúlan í Tórshavn?
Nógv hugsa sikkurt, at um man býr í Kambsdali, gongur man eisini í skúla har. Ingibjørg Beder úr Kambsdali er tó farin eina heilt aðra leið
15.03.2017 - 16:45

Røddin hevur havt samband við 18 ára gomlu Ingibjørg Beder, sum er úr Kambsdali og hevur seinastu átta mánaðirnar gingið á Glasi í Smiðjugerði, sum svarar til Tekniska skúlan í Havn, bert við nýggjum heiti. Ingibjørg gongur á klædnastøði, og saman við henni eru tað 14 gentur í flokkinum. Hon greiðir frá, at tær læra mangt ymiskt í skúlanum, so sum at tekna, gera moodboards, tilfarðslæru, seyma, gera mynstur, og so læra tey eisini at dokumentera tað, tey gera og at nýta tekniforritið Adobe Illustrator. Næsta ár fáa tey meira spennandi fak, og eitt av teimum er stílmenning, og tað gleðir hon seg nógv til.

 

Tað tekur tvey ár at gerast klædnastøðingur. Kravið, fyri at sleppa inn, er at hava 9. floks prógv. Og um tú ikki hevur miðnámsprógv frammanundan, so fært tú føroyskt, enskt og støddfrøði á c-stigi eisini.

 

- Tá ið eg var liðug í 10. flokki í Fuglafjarðar skúla, var tað ongin ivi um, hvat tað var, ið eg skuldi aftaná. Eg skuldi altso til Havnar at seyma, sigur Ingibjørg Beder.

 

Ingibjørg greiðir eisini frá, at síðani hon var barn og til tann dag í dag, hevur hon dámt at fingist við ymiskt handarligt og listarligt. Hon er ættað úr kamsdali, og fleiri ferð hevur hon hoyrt, at fólk hava tikið tað sum eina sjálvfylgju, at hon fór í skúla í Kambsdali. Tó hava hennara ætlarnir altíð verið, at hon vil til Havnar at ganga á Tekniska skúla. Hon sigur eisini, at tað vóru nógvar ymiskar reaktiónir til hetta. Nøkur hildu, at hon heldur skuldi taka eitt “ordiligt miðnámsprógv”, meðan summi hildu, at hetta var tað rætta, tí tað var tað, hon vildi.

 

Koyrir til Havnar hvønn morgun

Sjálvt um hon býr í Kambsdali og gongur í skúla í Havn, hevur hon valt at vera verandi í Kambsdali. Mamma hennara fekk starv á nýggju serbreytini í skúlanum samstundis, sum hon byrjaði á klædnaatstøði. Systir hennara er í læru á dómaraskrivstovuni, og tann eini beiggin hjá henni hevur tikið maskinist-útbúgvingina seinastu mánaðarnar. So hvønn morgun fara tey við næstan fullum bili til Havnar, og tað dámar henni væl.

 

Hendan møguleikan fært tú bara bjóðað í Føroyum

Ingibjørg endar við at greiða frá, at hon heilt klárt vil viðmæla øðrum at fara á hendan skúlan og ta deildina, hon er á. Hon leggur aftruar, at tú fært nógvan lærdóm, tú fært nýggjar vinir og nógvar góðar upplivingar. Tað er eisini virkuliga stuttligt at sleppa at brúka sín kreativitet hvønn dag. Hetta er eitt virkuliga gott grundarlag, um tú ætlar tær okkurt tílíkt í framtíðini, men tað er eisini gott at hava hendan lærdómin afturat sær, hóast tú ikki akkurát ætlar tær at vera designari.

 

- Lærdómur er lættur at bera, sigur Ingibjørg. Tú fært ikki bjóðað hendan møguleikan við so góðum kørmum aðrastaðni enn í Føroyum. Um tú fert uttanlands at lesa til okkurt tílíkt, ert tú noydd at gjalda fyri skúlan sjálv, og tað er ikki bara bara.

 
 

 

 

Sissal bloggar: #2. partur Sissal Drews Hjaltalin bloggar frá Cannes-festivalinum
Sissal bloggar: #1. partur Sissal Drews bloggar frá Cannes-festivalinum
Topp 10: Mest lisnu greinar á Röddini 2018 Her er ein listi yvir mest lisnu greinarnar í 2018
Sigarettirnar eru skiftar út við snús Fólkaheilsuráðið gav fyri stuttum út nýggja Gallup-kanning, sum vísir, at føroyingar roykja minni enn nakrantíð. Sambært kanningini roykja 25 % av...
Jólakalendarin: tiltøk í desember Tað eru sjálvandi eisini nógv tiltøk á skránni hendan jólamánaðan.