Fjølbroyttar tónleikaútbúgvingar: Pauli Reinert Poulsen

Fjølbroyttar tónleikaútbúgvingar: Pauli Reinert Poulsen
30 ára gamli Pauli hevur lisið á Musicians Institute í Hollywood. Les nærri um útbúgving hansara!
18.03.2017 - 22:15

Skrivað hevur: Guðrið Patursson

 

Jósef Zachariassen, Eyð Berghamar Jacobsen, Lea Kampmann og Pauli Reinert Poulsen eru fjølbroyttir, ungir, føroyskir tónleikarar, sum á hvør sín hátt hava nomið sær tónleikaliga útbúgving, heilt frá Musicians Institute í Hollywood til Balettakademien í Göteborg. Fylgið við tráðnum Fjølbroyttar tónleikaútbúgvingar, har hesi ungu greiða Røddini nærri frá um útbúgvingar sínar.

 

Pauli Reinert Poulsen

Pauli er 30 ára gamal, uppvaksin og búsitandi í Havn.

 

Mynd: Guðrið Patursson

 

 

Sum 11 ára gamal gekk Pauli í Margarinfabrikkini, har hann byrjaði at spæla guitar.

 

- Fyrstu ferð, eg visti, at eg vildi vera tónleikari, var, tá eg hoyrdi the Beatles. Nábúgvarnir lurtaðu konstant eftir teimum, og eg legði altíð merki til hetta guittar ljóðið, sum eg kundi tonkt mær at dugað.

 

Aftaná at hava gingið í Venjingarskúlanum fór Pauli í Handilsskúla – tó ikki við nakrari ávísari ætlan.

 

Frítíðin fór við nógvum guitarvenjingum, jammingarløtum og framførslum.

 

Sum 21 ára gamal gekk leiðin til Onglands, har Pauli gekk á einum kristnum musikskúla. Skúlin var eitt eitt-ára skeið við intensari tónleikaundirvísing, sum var ein sera góð fyrireiking til víðari lesnaða.

 

 

Eftir at vera sloppin inn á skúla bæði í London og í Los Angeles, tók Pauli ta seinnu avgerðina. Sum 23 ára gamal flutti hann til Hollywood og fór í holt við at lesa Bachelor in Music (Contemporary style) á Musicians Institute.

 

 

- Tá eg var liðugur aftaná trý ár, var eg verandi í tvey ár afturat og livdi av tónleikinum. Eg fekk starv á skúlanum og arbeiddi sum freelance tónleikari.

Mynd: Guðrið Patursson

 

Útbúgvingin eitur Bachelor in Music Performance, so stórt fokus varð sett á tann íðkandi partin av tónleikinum, hóast tað eisini var nógv undirvísing innan tað teoretiska. Undirvísingin innibar frálæru innan høvuðsljóðføri, sum í Paulasa føri var guitar, og samanspæl, hoyrilæru, klassiska- og jazz harmoni, tónleikaframleiðslu og tónleikasøgu.

 

- Tað, sum er serstakt við eini bachelor útbúgving í USA, er, at óansæð hvat fak man lesur, so verða 25% av fakunum innan General Education (mál, støddfrøði, náttúruvísund, o.s.fr.). Á ein hátt kann man siga, at amerikanarar taka 3.G á college.

 

Pauli fekk yvirført nakrar lærugreinar frá handilsskúlaprógvi sínum, men noyddist at taka 5 onnur fak, áðrenn hann fekk sítt endaliga prógv.

 

 

Tá hann flutti heim í 2014 byrjaði hann sína egnu fyritøku og arbeiðir nú fulla tíð sum freelance tónleikari og undirvísir í guitar.

 

 

 
 

 

 

Sissal bloggar: #2. partur Sissal Drews Hjaltalin bloggar frá Cannes-festivalinum
Sissal bloggar: #1. partur Sissal Drews bloggar frá Cannes-festivalinum
Topp 10: Mest lisnu greinar á Röddini 2018 Her er ein listi yvir mest lisnu greinarnar í 2018
Sigarettirnar eru skiftar út við snús Fólkaheilsuráðið gav fyri stuttum út nýggja Gallup-kanning, sum vísir, at føroyingar roykja minni enn nakrantíð. Sambært kanningini roykja 25 % av...
Jólakalendarin: tiltøk í desember Tað eru sjálvandi eisini nógv tiltøk á skránni hendan jólamánaðan.