Klumma: Ikki kalla meg góða

Klumma: Ikki kalla meg góða
" ...tað, sum er størsti trupulleikin við einum manni, er ikki hansara kyn, og tí grunda vit ikki skeldsorð á tað, men heldur á hansara vantandi førleikar."
18.03.2017 - 17:30

Hugsar tú um, hvussu tú tosar um kvinnur? Orðini tú brúkar, mátin tú sigur tað, tú sigur? Hvussu tosar tú við kvinnur? Samfelagsliga hava vit ein risastóran trupulleika, nevniliga hvussu vit viðfara kvinnur í dagligari talu. Tað er tá tú sigur “góða” við eina kvinnu, sum er til arbeiðis, tað er tá Heðin Mortensen, tá hann tapir politiska spælið, kallar kvinnurnar sum vunnu fyri “damur”, tað er tá vit til FMA síðsta vikuskifti hoyrdu um ársins sangara og ársins... songkvinnu?

 

Har er væntandi virðing fyri teimum avrikum, kvinnur gera í dagligdegnum, og vit við at siga “songkvinna” heldur enn sangari taka teirra professionalitet frá teimum. Tí tað at vera sangari er eitt starv, ein professión, og tað er nakað, sum skal virðismetast – tað er ikki rættvíst at siga, at bara menn kunnu vera tað, og kvinnur eru bara songkvinnur. Ja, hvussu hevði verið, um vit kallaðu tað songmenn? (Og so skulu vit sjálvandi eisini hyggja burtur frá, at ein songkvinna ljóðar sum ein prostituerað, so er tað sagt).

 

Tað er ikki niðrandi at vera maður

Tað kemur alt ov ofta fyri, at diskursurin viðvíkjandi kvinnum, verður niðrandi. Ikki tilvitað sjálvandi, tey flestu halda jú yvirhøvur ikki, at arbeiðið, kvinnur gera, hevur minni virði enn tað, menn gera; men venda vit rolluni, verður tað av onkrari orsøk púra absurt. Ja, tí tað eitur ikki songmaður, og hevði Heðin Mortensen mist borgarstjórasessin til ein mann og býráðssamgonguna til ein meiriluta av monnum, so hevði hann neyvan kallað teir piltar, ella ja... Vit hava yvirhøvur einki orð á føroyskum, sum svarar til “dama” í hasum høpinum. Og hví ikki tað?

 

Tað er ikki niðrandi at vera maður. Tað, sum er størsti trupulleikin við einum manni, er ikki hansara kyn, og tí grunda vit ikki skeldsorð á tað, men heldur á hansara vantandi førleikar. Tað hendir ikki, at vit seta spurnartekin við førleikarnar hjá einum manni, tá hann fær ein topsess ella verður valdur inn í løgtingið, tí hann er ongantíð umtalaður sum ein pápi ella ein piltur, og hann verður ongantíð nevndur maktsjúkur, og ongin sigur, at hann bara hevur moggað seg upp á toppin.

 

Vit mugu viðurkenna, hvat hendir, tá okkara sosiali diskursur gerst sexistiskur, og hvussu nógv tað ávirkar okkum, tá okkara dagliga samtala útilukkar annað kynið. Og hvussu hevði tað verið, um vit kallaðu øll, sum sótu á tingi fyri løgtingskvinnur? Høvdu menninir bara tikið tað til sín og góðtikið, at soleiðis er tað altso bara, tí soleiðis hevur tað altíð verið? Nei.

 

Tað er ikki tí, vit ikki vita, at tað ber til at broyta, til dømis fóru vit frá sjúkrasystur til sjúkrarøktarfrøðing, tí mannfólk eru ikki sjúkrasystrar. Og at vit í dag ikki siga lærarinna, vit siga lærari, tí tað er tað sama starvið, tú gert, hvørt tú ert maður ella kvinna. So nær koma vit til tað punktið, har vit automatiskt siga løgtingskvinna, og ársins kvinnuligi sangari, tí kvinnur kunnu vera líka professionellar sum menn?

 

Lurta eftir tí, fólk siga rundan um teg, í útvarpinum, í sjónvarpinum - og hoyr, hvat tey veruliga siga. Hoyr hvat innihald liggur í teimum orðunum, tey brúka – og hugsa um, hvat tú vilt gera við tað. Hevði tú sagt tað sama? Hví?

 

Tað er so týdningarmikið, at vit minnast til at seta spurnartekin við málið, tí málið er grundarsteinurin í øllum okkara normum, og er málið skeiklað, so verða vit tað eisini.

 
 

 

 

Sissal bloggar: #2. partur Sissal Drews Hjaltalin bloggar frá Cannes-festivalinum
Sissal bloggar: #1. partur Sissal Drews bloggar frá Cannes-festivalinum
Topp 10: Mest lisnu greinar á Röddini 2018 Her er ein listi yvir mest lisnu greinarnar í 2018
Sigarettirnar eru skiftar út við snús Fólkaheilsuráðið gav fyri stuttum út nýggja Gallup-kanning, sum vísir, at føroyingar roykja minni enn nakrantíð. Sambært kanningini roykja 25 % av...
Jólakalendarin: tiltøk í desember Tað eru sjálvandi eisini nógv tiltøk á skránni hendan jólamánaðan.