Fjølbroyttar tónleikaútbúgvingar: Lea Kampmann

Fjølbroyttar tónleikaútbúgvingar: Lea Kampmann
20 ára gamla Lea er lesandi á musikk-miðnámi í Havn. Her greiðir hon nærri frá útbúgving sínari
19.03.2017 - 19:45

Skrivað hevur: Guðrið Patursson

 

 

Jósef Zachariassen, Eyð Berghamar Jacobsen, Lea Kampmann og Pauli Reinert Poulsen eru fjølbroyttir, ungir, føroyskir tónleikarar, sum á hvør sín hátt hava nomið sær tónleikaliga útbúgving, heilt frá Musicians Institute í Hollywood til Balettakademien í Göteborg. Fylgið við tráðnum Fjølbroyttar tónleikaútbúgvingar, har hesi ungu greiða Røddini nærri frá um útbúgvingar sínar.

 

Lea er 20 ára gomul, uppvaksin í Danmark og búsitandi í Havn síðan 2015.


Egin mynd

 

Lea byrjaði at spæla tónleik sum heilt lítil. Tá hon var 5, byrjaði hon at spæla violin á musikskúla í Danmark, og heima við hús var vanligt at syngja og spæla guitar.

 

Tað var serliga sangurin, ið kveikti áhugan hjá Leu. Tá hon var 11 ára gomul, byrjaði hon at ganga til sangundirvísing, og ígjøgnum fólkaskúlan luttók hon í smærri sangleikum og kappingum. Umstøðurnar vóru góðar, og longu tá fekk hon m.a. møguleika at framføra í Føroyahúsinum.

 

Seinni fór Lea í student í Sankt Annæ Gymnasium í Keypmannahavn, sum var ein musikorienteraður skúli. Allir næmingarnir spældu eitthvørt ljóðføri, og tónleikurin var væl drigin inn í gerandisdagin sum hástigsfak. Tað bleiv gjørt nógv burturúr kórum, tónleikabólkum og sangleikum hvørt ár.

 

- Tað var ræðuliga feitt at koma í eitt forum, har tað vóru so nógv onnur, sum høvdu somu áhugamál. Eg sá, at eg var bestemt ikki sjálv í tí, og at tað var kul at nørdast og fara í dýpdina á einum instrumenti!

 

Lea kom skjótt við í symfoniorkestrið, men gavst at spæla violin í 2.g, av tí at áhugin innan tað klassiska ikki longur var so stórur. Sjálv fekk Lea nógvan íblástur frá dugnaligu næmingunum rundan um seg, har hon eisini lærdi nýggjan tónleik at kenna.

 

- Eg byrjaði so smátt at førka meg til sangskriving og guitarspæl – eg fann útav, at tað klassiska var ikki ordiliga eg.

 

Við studentsprógvi í hondini flutti Lea aftur til Føroya.

 


Mynd: Una Nielsdóttir Galan

 

- Eg flutti til Føroyar fyri at koma aftur til mínar røtur eitt sindur, men eg væntaði faktiskt ongantíð, at eg fór at vera verandi. Eg bleiv mega glað fyri umhvørvið og mentanina, og hvussu nógvir góðir møguleikar faktiskt vóru.

 

Fyri at menna seg tónleikaliga og fáa fleiri teoretiskar førleikar, fór Lea síðani í musikkskúla miðnám. Hon vildi gjarna fáa okkurt fast í gerandisdagin og metti tað vera gott at fáa tað teoretiska og tekniska uppá pláss.

 

- Fyri meg hevði tað nógv at siga at fáa innlit í føroyska skúlaumhvørvið, og tað var mega gott at møta øðrum javngomlum við somu áhugamálum, og at hava so inspirerandi lærarar.

 

Lea gongur nú sítt fyrsta ár á sangskrivaralinjuni. Hóast skúlin virkar sum fyrireiking og leggur upp til at søkja hægri lesnaða innan fyri tónleik, er Lea ikki heilt vís í, um hon ætlar sær víðari á konservatorium. Tó metir hon, at hon lærir nógv amboð, sum eru góð at kunna trekkja úr hattinum.

 

- Føroyar er eitt avbera gott stað til menning, hóast tað kann virka smátt.

 

Meira um útbúgvingina:

Á sangskrivaralinjuni eru hesi fakini eina ferð um vikuna:

  • Høvuðsfak: sangskriving
  • Klaverundirvísing
  • Teori og hoyrilæra
  • Samanspæl

Afturat tí eru smærri uppgávur at gera heima, konsertir og tvørfakligt arbeiði við hinar breytirnar og fyrilestrar av og á.

 

 

 

 

 
 

 

 

Sissal bloggar: #2. partur Sissal Drews Hjaltalin bloggar frá Cannes-festivalinum
Sissal bloggar: #1. partur Sissal Drews bloggar frá Cannes-festivalinum
Topp 10: Mest lisnu greinar á Röddini 2018 Her er ein listi yvir mest lisnu greinarnar í 2018
Sigarettirnar eru skiftar út við snús Fólkaheilsuráðið gav fyri stuttum út nýggja Gallup-kanning, sum vísir, at føroyingar roykja minni enn nakrantíð. Sambært kanningini roykja 25 % av...
Jólakalendarin: tiltøk í desember Tað eru sjálvandi eisini nógv tiltøk á skránni hendan jólamánaðan.