Ovurstimbrandi tøknin: vit taka tøkni sum rúsevni

Ovurstimbrandi tøknin: vit taka tøkni sum rúsevni
Adam Alter: Nýggja tøknin er sniðgivin at gera okkum bundin – hon oyðileggur lív okkara eins og onnur rúsevni
24.03.2017 - 12:30

Guðrið Patursson hevur skrivað

 

Í 1993 var fyrsta touch-screen telefonin útgivin. Helst vóru tað fá, sum høvdu ímyndað sær, at eitt slíkt tól fór at hava so nógv at siga fyri einstaklingar 24 ár seinni. Í dag er tað mestsum sjáldsamt at vera í nøkrum almennum høpi, har teldan, fartelefonin ella teldlin ikki hevur ein leiklut.

 

Hvørjar avleiðingar hevur hetta?

 

Australski sosialsálarfrøðingurin og lektarin í marknaðarføring, Adam Alter, vil vera við, at nýggja tøknin er sniðgivin at gera okkum bundin og oyðileggur lív okkara – eins og onnur rúsevni.

 

Adam Alter

Adam Alter er ein 36 ára gamal lektari í marknaðarføring og sosialsálarfrøði í New York University’s Stern School of Business. Hann er føddur og uppvaksin í Australia, hevur ph.d. í sálarfrøði frá Princeton University, og í 2014 skrivaði hann metsølubókina Drunk Tank Pink: And Other Unexpected Forces That Shape How We Think, Feel and Behave.

 

Í sambandi við nýggju bókina Irresistible, sum Adam Alter útgav fyri næstan tveimum vikum síðani, hevði danski journalisturin Kenneth Lund eina samrøðu við hann, sum varð umrødd í grein hansara ‘Smartphones og tablets gør os afhængige som narkomaner’ 17. mars á heimasíðuni hjá Politiken. Bókin snýr seg um økingina av bindandi tøknini og tess mál at halda okkum bitin.

 

Adam Alter ávarar um, at tørvurin, sum allir eigarar av eini smartphone fáa, minnir um ovurnýtsluna av alkoholi ella øðrum rúsevnum. Víst verður á, at eigarar av smartphones lata tær upp 39 ferð í miðal um dagin, fyri at lesa teldupostar, ‘scrolla’ ígjøgnum sosialu miðlarnar, lesa nýggjheitir ella spæla online-spøl. Tilsamans verður tað næstan tríggjar tímar dagliga – 11 ár gjøgmum eitt lív – sum fara til at hyggja niður í telefonskermin.

 

Mynd av Adam Alter

 

Nomofobi

Fyri fleiri fer tað so mikið langt, at tey verða rakt av angist, tá ið tey ikki hava atgongd til fartelefonirnar ella teldlarnar. Tey flestu tveita alt frá sær, so skjótt sum eini nýggj boð lata av. Nomofobi, frá enskum ‘no-mobile-phobia’, er diagnosan fyri ikki at megna at vera fartelefonini fyri uttan. Adam Alter greiðir síðani frá at tá, ið alnótistól fáa ræði yvir okkum, byrjar tað at tarna fyri lívsgóðskuni. Hetta kallar hann atburðarbundinskap.

 

- Atburðarbundinskapurin tekur seg upp, tá ið ein gerð, sum okkum í roynd og veru dámar – t.d. at lesa nýggjar teldupostar ella at leggja eina mynd út á Instagram – mennir seg til nakað líkt eini tvangsgerð, sum vit endurtaka so mikið ofta, at tað at enda gongur út yvir vælveru okkara antin sosialt, fíggjarliga, kropsliga ella sálarliga.

 

Vit taka tøkni sum rúsevni

Í bók sínari samanber Adam Alter bundinskapin av tøkni, t.d. eini smartphone, og bundinskapin av rúsevnum. Hóast rúsevnir hava eina beinleiðis ávirkan á heilan, greiðir hann frá, at ein uppliving á netinum kann veita líknandi ávirkan. Hann nevnir eina kanning, sum vísti, at ein tannáringur, sum fær nógv ‘likes’ til eina mynd, sum hann/hon hevur lagt út á Instagram, upplivir eina støðu í heilanum, sum ikki skilir seg nógv frá støðuni í heilanum á einum narkomani, sum tekur rúsevni. Harafturat hava báðir bundinskapar sama endamál: at royna at doyva ein sálarligan trupulleika sum t.d. einsemi, lágt sjálvsvirði ella keðsemi.

 

Snildir seljarar og eitt komandi ættarlið við vantandi samskiftisførleikum

Hetta er eisini við til at ávirka samfelag okkara.

 

Børn, ið sita við skermum í hondunum gerast yngri og yngri, og hetta vísir seg at føra við sær, at tey hava tað torførari við grundleggjandi menniskjaligum førleikum, so sum at vísa samkenslu og at samskifta andlit til andlit.

 

Tá ið eitt heilt ættarlið á henda hátt brúkar meira tíð enn nakrantíð at gløða niður í ein skýggja, vil Adam Alter vera við, at tað er tað, ein veruligur vandi fyri, at tey gerast minni innlivandi og sosialt skipað sum vaksin.

 

Í Føroyum fáa fyrstafloks-næmingar ein teldil í part, og m.a. hetta hevur verið við til at birta kjakið her á klettunum. Herfyri vitjaði danski rithøvundurin Mette Carendi og helt fyrilesturin Tí verður barn títt bundið at skermum og tøkni í Oasuni í Havn.

 

Sambært Adam Alter hava fyritøkurnar aftan fyri teldlarnar, fartelefonirnar, sosialu miðlarnar, spølini og streaming-tænasturnar til endamáls at skapa hendan bundinskap millum keypararnar. Sjálvur Steve Jobs, stovnarin av Apple, nevndi í 2010 at hann ongantíð fór at loyva børnum sínum at brúka ein iPad heima við hús.

 

- Snildin er, at brúkarin ongantíð gerst liðugur; Facebook vangin er óendaligur, og aftaná man hevur hugt at einum parti av einari seriu á Netflix, byrjar ein nýggj av sær sjálvum.

 

Adam Alter er púra erligur um, at hann sjálvur er eitt offur fyri hesum.

 

Ein spurningur um tíð?

Ígjøgnum tíðina hava vit lært, at hóast nýggj tøkni ofta kann tykjast vandamikil at byrja við, hava vit vænt okkum við hana og funnið røttu trygdaratgerðirnar – t.d. við trafikki og flogtrygd. Er tað ikki bara ein spurningur um tíð, áðrenn við venja okkum við netbornu (online) tøknina og læra at stýra henni?

 

Adam Alter vil vera við, at so er ikki.

 

Netborna tøknin mennist so mikið skjótt, at vit náa ikki at venja okkum við hana. Tað eru longu mong, sum síggja Facebook sum eina fornleivd, og Adam Alter heldur fast við, at skjótt vilja Instagram og Snapchat eisini fara úr gildi. Telduskapti veruleikin tekur yvir og fer skjótt at kunna bjóða ein perfekt íbornan heim, sum valkost fyri tí óperfekta, innviklaða og óruddiliga heiminum, sum er at síggja ‘offline’.

 

Adam Alter metir tað vera uppaftur verri í framtíðini fyri tey, sum longu eru bundin av at sita við einum skermi í hondini. Tí vil hann vera við, at tað er vert at umhugsa eina lóggávu fyri at javnføra ídnaðin fyri hesari bindandi tøknini, eins og tey eru farin í holt við í Frankaríki, Týsklandi og Kina.

 


Er hetta eisini galdandi fyri Føroyar?

 
 

 

 

Sissal bloggar: #2. partur Sissal Drews Hjaltalin bloggar frá Cannes-festivalinum
Sissal bloggar: #1. partur Sissal Drews bloggar frá Cannes-festivalinum
Topp 10: Mest lisnu greinar á Röddini 2018 Her er ein listi yvir mest lisnu greinarnar í 2018
Sigarettirnar eru skiftar út við snús Fólkaheilsuráðið gav fyri stuttum út nýggja Gallup-kanning, sum vísir, at føroyingar roykja minni enn nakrantíð. Sambært kanningini roykja 25 % av...
Jólakalendarin: tiltøk í desember Tað eru sjálvandi eisini nógv tiltøk á skránni hendan jólamánaðan.