Kennir tú hesi føroysku orðini?
Varðveit føroyska málið og víðka samstundis um títt føroyska orðatilfeingi við hesum orðunum
26.03.2017 - 19:15

Føroyska málið inniheldur eina ørgrynnu av orðum, gomul sum nýggj. Tó fella nógv orð burtur við tíðini, og tað er spell, tí tess fleiri orð, eitt mál inniheldur, tess ríkari og sunnari er tað. 

 

Her eru nøkur orð, sum nógv ung helst ikki kenna til, hóast tey møguliga tykjast púra vanlig hjá teimum, sum eru yvir 30 ár. 

 

Agg
At bera agg er fjalt, áhaldandi hatur, vreiði ella illvild ímóti einum, tí viðkomandi hevur gjørt okkurt órættvíst ímóti einum. 

 

Spølkumma 
Ein spølkumma er eitt vítt, lágt ílat, eisini kallað bolli í vanligari talu. 

 

Ábit
Fyrsta máltíð á degnum, altso áðrenn morgunmatin, verður kallað ábit. Ein lítil máltíð. 

 

Nipin
At vera nipin er nakað tað sama sum at vera illa við ella skuffaður. Um onkur t.d. lumpar teg, verður tú nipin. 
 

Svalligt
Svalligt verður nýtt um luft við einum sindri av kulda í sær. Ofta verður tað sett í samband við veðrið, t.d. eitt svalligt lot. 

 

Spekka tær
At spekka sær er at fáa sær ein slang. Kanska tú hevur hoyrt tað í Idé-Møblar lýsingini. 

 

Áhaldsin
At vera áhaldsin er at snáva ella at stíga skeivt. 
 

Durva
Tá tú t.d. liggur á sofuni og hálvsvevur, durvar tú. Tú svevur altso ikki fast, men leysliga. 

 
 

 

 

Sissal bloggar: #2. partur Sissal Drews Hjaltalin bloggar frá Cannes-festivalinum
Sissal bloggar: #1. partur Sissal Drews bloggar frá Cannes-festivalinum
Topp 10: Mest lisnu greinar á Röddini 2018 Her er ein listi yvir mest lisnu greinarnar í 2018
Sigarettirnar eru skiftar út við snús Fólkaheilsuráðið gav fyri stuttum út nýggja Gallup-kanning, sum vísir, at føroyingar roykja minni enn nakrantíð. Sambært kanningini roykja 25 % av...
Jólakalendarin: tiltøk í desember Tað eru sjálvandi eisini nógv tiltøk á skránni hendan jólamánaðan.