Lærulív: Skrivstovulæra

Teitur valdi at fara í læru heldur enn at lesa á universiteti
Lærulív: Skrivstovulæra
22 ára gamli Teitur Virgarsson Nilssen av Strondum varð liðugur á HH í 2013 og er nú í skrivstovulæru hjá flutningsfyritøkuni Faroe Ship
28.03.2017 - 11:00

- Eg eri komin á leið í helvt við læruna. Eg havi HH frammanundan, so hjá mær tekur læran tvey ár. Av tí, at eg havi HH, so byrji eg ikki á fyrsta lønarstiga, men á triðja, so lønin hjá mær er einar 60 krónur um tíman.

 

- Eg arbeiði gerandisdagar frá átta til fýra á kontórinum í Havn, men búgvi enn á Strondum, so eg og ein vinmaður, sum eisini eru í læru í Havn, koyra saman. Eg ætli mær ikki at flyta til Havnar, tí um eg búði í Havn, so hevði eg brúkt nógva tíð á Strondum saman við familju og vinum og at spæla hondbólt.

 

- Í vikuskiftunum er nógv at gera, tí tá skulu fleiri skip tømast og fyllast. Tá arbeiði eg ofta yvirtíð á kaiini. Tá eg havi skrivað pappírini, er eisini gott at síggja bingjurnar og fáa innlit í tann partin av arbeiðnum, og so er gott við lønini eisini, nú eg havi keypt mær bil. Tað er tó als ikki krav, at lærlingar eisini arbeiða á kaiini í vikuskiftunum.

 

- Fyritøkan hevur havt einar 8-10 lærlingar áðrenn meg, men tað er eitt sindur síðani. Tey eru júst byrjað at taka lærlingar aftur, og vit eru tríggir beint nú.

 

- Í gráa pakkhúsinum heilt har yviri er frukt, ymiskt til bakarí o.s.fr., sum verður sorterað. Um stórar fyritøkur hava eina heila bingju av vøru, so fer hon ikki inn har og verður sorterað, men fer beinleiðis til fyritøkuna. Í svarta pakkhúsinum er frystigóðs.

 

- Tað eru ikki so nógvar stórar flutningsfyritøkur í Føroyum, og hetta er tann størsta. Eg trúgvi ikki, at eg hevði verið farin í læru, um tað ikki var her.

 

- Hetta er eitt gott arbeiðspláss, og fólk taka sær væl av hvørjum øðrum. Nógv fólk hava eisini verið her leingi. Fyritøkan tekur sær eisini væl av okkum, og tað ger kanska, at fólk tíma at vera her leingi.

 

- Vit eru eini 110 fólk tilsamans í fyritøkuni, men eini 40 á kontórinum í Havn, har eg arbeiði. Annars hava vit eisini deildir á Tvøroyri, í Klaksvík og mánadagar í Runavík.

 

- Lærlingar hava ikki tryggjað starv her eftir lærutíðina. Um eg ikki fái arbeiði beinanvegin aftaná, so fari eg kanska at byggja upp á læruna við eini útbúgving í til dømis logistikki ella onkrum, sum gevur meining, tá tú hevur lært hjá eini flutningsfyritøku, tí so havi eg ein stóran fyrimun við at kenna til tað, sum ein sovorðin fyritøka faktiskt ger.

 

Les eisini:
Lærulív: Kokkur
Arbeiðslív: Pizzaria
Arbeiðslív: Smúkkuhandil
Arbeiðslív: Fiskavirki

 
 

 

 

Sissal bloggar: #2. partur Sissal Drews Hjaltalin bloggar frá Cannes-festivalinum
Sissal bloggar: #1. partur Sissal Drews bloggar frá Cannes-festivalinum
Topp 10: Mest lisnu greinar á Röddini 2018 Her er ein listi yvir mest lisnu greinarnar í 2018
Sigarettirnar eru skiftar út við snús Fólkaheilsuráðið gav fyri stuttum út nýggja Gallup-kanning, sum vísir, at føroyingar roykja minni enn nakrantíð. Sambært kanningini roykja 25 % av...
Jólakalendarin: tiltøk í desember Tað eru sjálvandi eisini nógv tiltøk á skránni hendan jólamánaðan.