Blóð, pirrur og kynshár - tað er fjórða bylgjan av feminismu á Instagram

Fýra ymsir vangar á Instagram, sum onkursvegna og onkuntíð geva rúm fyri feminismuni
Blóð, pirrur og kynshár - tað er fjórða bylgjan av feminismu á Instagram
Í sjónvarpssendingini Grindin verður kastað ljós á føroyskar feministar á Instagram. Røddin hevur savnað fimm føroyskar vangar, sum vísa, hvussu feminisman sær út í Føroyum í 2017
29.03.2017 - 12:15

TÁ VIT TOSA UM FEMINISMU, TOSA VIT UM FÝRA BYLGJUR: Tá tann fyrsta bylgjan fyri 100 árum síðan tók sítt skap, snúði tað seg millum annað um at fáa atkvøðurætt til kvinnur. Tað gjørdist ein stór og tung bylgja, sum onnur bylgjan so reisti seg upp frá: Í 1970'unum og 80'unum byrjaði nevniliga reyðsokkarørslan, sum kravdi fría fosturtøku umframt juridiska og sosiala javnstøðu millum kvinnur og menn.

Í 90'unum byrjaði so triðja bylgja sum eitt slag av mótrørslu móti aðru bylgju. Nú bleiv tað meir intellektuelt og politiskt. Eitt sindur torskiltari, men í stuttum snúði tað seg um at svara spurningum sum: Hvat er kyn? Hvat er femininitetur? Hvat er seksualitetur? 

Og frá nú av varð feminisman spjaldrað sundur og førkaði seg síðan í fleiri ymsar ættir. Og seinastu árini er fjórða bylgja (kanska) byrjað. Tað vilja fleiri kynsgranskarar og viðmerkjarar í øllum førum vera við.

Í Danmark hava eldri feministar oyst skolur út yvir yngru feministarnar, sum brúka ristandi reyvir og berar boppir á Instagram til at breiða rákið. "Vit síggja ikki feminismuna fyri berum boppum", siga eldri feministar og "vís bara boppir, men kalla tað ikki feminismu", siga tey eisini. Men fjórða bylgjan svarar aftur við eini intellektualiseraðari útgávu av hesum kravinum: Rættin til at vera júst tann, man hevur hug at vera - um tað skal innibera boppir ella myndir av lodnum armholum, skal eingin gera av, svarar fjórða bylgjan, sum ofta er myndað av vællisnum kvinnum føddar millum 1980 og 2000.

 

MEN HVAT ER FJÓRÐA BYLGJAN? Nýggja rákið kann gera sjálvt mest forherðaða feministin heilavillan. Men fyri at royna at lýsa fjórðu bylgjuna, kunnu vit byrja við at staðfesta, at hetta er eitt slag av mainstreamfeminismu, sum serliga breiðir seg út í poppmentanini (ja, eg hugsi um Beyoncé). Og so verður bylgjan kallað online-feminisma, tí fyri tað mesta livir hon á sosialum miðlum.

 

Nú snýr tað seg eitt nú um at nokta at verða pussygrabbed og nokta at verða gjørd til offur fyri hevndarporno á sosialum miðlum. Í sjónvarpssendingini Grindin greiðir feministurin Gyða Jacobæus frá, at rørslan snýr seg eisini um eina breiðari definisjón av kvinnuni, enn ta, vit hava sæð higartil. 

 

"Fólk hava nógvar meiningar um, hvat ein kvinnukroppur skal. Hann skal vera reinur, fáa børn, vera ordiligur. Man skal sita ordiligt og vera pen", sigur Gyða Jacobæus, sum við sínum myndum á Instagram roynir at vísa á, at kvinnukroppurin kann og vil nógv meir, enn vit ofta halda. 

 

Og hvørji amboð brúkar so fjóðra bylgjan av feminismu? Fyri tað mesta sín egna kropp, eina iPhone og nakrar appir - helst Snapchat og Instagram. Í nevndu sjónvarpssendingini hoyrdu vit um føroyskar kvinnur á Instagram. Røddin hevur savnað fimm føroyskar vangar á Instagram, sum onkursvegna og onkuntíð lata fjórðu bylgjuna av feminismuni vísa sítt andlit inni hjá sær. Vit hava ikki funnið twerkandi feministar millum tær føroysku feministarnar á Instagram. Men vit funnu eina rúgvu av føroyskum blóði, pirrum og kynshári. 

 

MARIATORGARD: Her er ein ung kvinna, sum krevur rættin til sína lodnu armholu. Fylg mariatorgard fyri at síggja ráar og ljótar myndir av hár, blóð og sigarettum. 


GYABARBARA: Hár og lør tykjast at vera ein essentiellur partur av fjórðu bylgjuni. Fylg gyabarbara fyri at síggja boppur, kynshár og ber lør. 


BILLAJENNY: Hevur meiri diskretar ávísingar til feministiska rákið. So diskretar, at tú kanst seta spurnartekin við, um bll_jnn er ein partur av rákinum. Bll_jnn luttók við sínum myndum á instaframsýningini femilist í mars 2017. 
 


DAMUDOMI: Her kanst tú fylgja nýggja feministiska felagsskapin í Føroyum. Damudomi er í mun til kvinnufeløg og javnstøðunevndir við, har tað rørir seg. Fylg damudomi fyri at fylgja rákinum og fáa íblástur til nýggjar feministiskar bókmentir, tiltøk, framsýningar og aðrar vangar á sosialum miðlum.


JOLLYKLUB: Pirrur, fleiri hár, fleiri sár og menstruatión. Ekstremi vangin hjá jollyklub er - kanska av góðum orsøkum - tíverri stongdur fyri almenninginum. Men trýst á follow, um tú torir.

 
 

 

 

Sissal bloggar: #2. partur Sissal Drews Hjaltalin bloggar frá Cannes-festivalinum
Sissal bloggar: #1. partur Sissal Drews bloggar frá Cannes-festivalinum
Topp 10: Mest lisnu greinar á Röddini 2018 Her er ein listi yvir mest lisnu greinarnar í 2018
Sigarettirnar eru skiftar út við snús Fólkaheilsuráðið gav fyri stuttum út nýggja Gallup-kanning, sum vísir, at føroyingar roykja minni enn nakrantíð. Sambært kanningini roykja 25 % av...
Jólakalendarin: tiltøk í desember Tað eru sjálvandi eisini nógv tiltøk á skránni hendan jólamánaðan.