Ull er Føroya gull

Ull er Føroya gull
Hesa ferð hevur Röddin tosað við Sólfríð J. Djurhuus, Jan Jacobsen, Lailu Poulsen og Rógva Langgard, sum vunnu íverksetarakappingina Ungt virki
05.04.2017 - 19:30

Sólfríð J. Djurhuus, Jan Jacobsen, Laila Poulsen og Rógvi Langgard ganga øll á innovatiónslinjuni í skúlanum á Kambsdali. Saman hava tey ment eitt hugskot, sum í dag er ein fyritøka. Fyritøkan eitur SEYÐ – Wool from the Faroe Islands. Tey nýta seyðaull sum bjálving til jakkar. Ullin skal leggjast í eina ávísa tjúkd, sum er hóskandi til bjálving. Síðan skal hon brúkast sum bjálving til teir sera vælumtóktu dýnujakkarnar, sum næsta øll eiga. Dýnujakkarnir innihalda dún ella onnur kunstig evnir. Við bjálvingini frá SEYÐ hevur kundin ein jakka, sum inniheldur eina 100% reina rávøru.

 

Umframt tey fýra vóru tað eini 20 onnur fólk, ið luttóku í kappingini. Tey vistu lítið og einki um hini, sum fóru at kappast á Torginum hendan dagin. Tá tey um morgunin komu at rigga til og pynta sín bás og gjørdu seg klár til dagin, vóru tey bilsin av, hvussu nógv luttóku í kappingini til Ungt virki. Øll vildu á ein ella annan hátt imponera dómararnar og fara heim við sigrinum. Men tó trúðu tey uppá, at tey høvdu okkurt at bjóða, og tey vistu, at tey høvdu eitt fantastiskt produkt. Tey hava skapt nakað, tey trúgva 100% uppá, og sjálvi síggja tey eina bjarta framtíð í hesum. 

 

Fáa sítt hugskot til lívs
Á miðnámi á Kambsdali er ein linja, ið kallast innovatiónslinjan. Tey fortelja, at teirra lærari frá byrjan av hjálpti teimum við at finna uppá eitt produkt/hugskot, sum tey kundu arbeiða víðari við. Lærarin hevur eisini eggjað tey til at luttaka í kappingini Ungt virki, um hugskotið var nóg gott. Tí tað er nemliga neyðugt, at hugskotið, tú fert til kappingina við, er forvitnisligt og hevur nøkur virðir at bjóða, siga tey. Sum árið skreið fram, blivu tey sannførd um, at teirra hugskot við ullini lúkaði allar tær treytir og virðir, tey høvdu sett sær. Soleiðis bleiv fyritøkan SEYÐ – Wool from the Faroe Islands, stovnað.

 

Fara til DM í íverksetan
Av tí at tey vunnu kappingina Ungt virki, fáa tey bjóðað møguleikan at vera við í DM í íverksetan. Hesum tilboðnum tóku tey av, og um ikki so langa tíð fara tey øll niður at kappast. Eitt, sum fer at vera ein avbjóðing hjá teimum, er, at í Danmark kenna tey ikki so væl til seyð og ull, sum vit føroyingar gera. So tað, sum tey fara at seta sítt fokus á, er at lýsa sína fyritøku so gott sum møguligt, soleiðis at dómararnir og áskoðararnir skilja evnið. Hetta verður tó ein avbjóðing, tí tey fáa einans fýra minuttir at leggja fram í. So tey arbeiða enn við hesum, og teirra mál er, at framløgan verður so greið sum møguligt, og hon skal lýsa ullbjálvingina so væl sum gjørligt.

 

Tey vilja heilt klárt viðmæla øðrum at fara á innovatiónsleið. Um tú ert áhugað/ur í at arbeiða við nýggjum hugskotum og dámar at arbeiða kreativt, so er hetta avgjørt tað rætta fyri teg, siga tey. Tey leggja afturat, at tú eisini kemur nærri inná, hvussu ein fyritøka er uppbygd, og hvat krevst fyri at gera ein tanka til veruleika. At enda siga tey, at hetta er ein sera spennandi og mennandi lærugrein, og tey viðmæla tykkum øllum, ið eru áhugað í hesum at fara somu leið, sum tey.

 
 

 

 

Sissal bloggar: #2. partur Sissal Drews Hjaltalin bloggar frá Cannes-festivalinum
Sissal bloggar: #1. partur Sissal Drews bloggar frá Cannes-festivalinum
Topp 10: Mest lisnu greinar á Röddini 2018 Her er ein listi yvir mest lisnu greinarnar í 2018
Sigarettirnar eru skiftar út við snús Fólkaheilsuráðið gav fyri stuttum út nýggja Gallup-kanning, sum vísir, at føroyingar roykja minni enn nakrantíð. Sambært kanningini roykja 25 % av...
Jólakalendarin: tiltøk í desember Tað eru sjálvandi eisini nógv tiltøk á skránni hendan jólamánaðan.