Cannabis í Smæruni

Cannabis í Smæruni
- Tað er týdningarmikið at tosa um hetta, tí cannabis er prógvað at hjálpa móti øgiliga nógvum sjúkum og symptomum
06.04.2017 - 16:45

Í kvøld, hóskvøld klokkan 19, verður spennandi tiltak um cannabis í Smæruni í Havn. Tiltakið ber heitið "Fyrilestur og pallborðsfundur um cannabis", og hóast hetta er eitt sindur keðiligt navn, verður tiltakið heilt sikkurt áhugavert.

 

Hetta evnið hevur verið nógv uppi fyri tíðina. Fyrst var Bjarni Kárason Petersen frammi við, at mann burdi legaliserað hassj í Føroyum. Eisini var Tráin Nónklett frammi um tað sama.

 

Til tiltakið fer danin Claus "Moffe" Nielsen at tosa um, hvørjar læknafrøðiligar eginleikar ymsir cannabis úrdráttir hava. Hann fer at siga frá hansara royndum við cannabisi, bæði framleiðslu og útbjóðan. Claus ger úrdráttir til sjúku dóttur sína og umframt tað, seldi hann eisini cannabisolju á heimasíðuni moffes.com. Hetta førdi til, at hann og kona hansara vórðu handtikin fyri ólógliga sølu av cannabisolju í oktober. Men seint í november vórðu tey leyslatin, men enn stendur Claus til at fáa dóm upp til 10 ár.

 

Les eisini: Hassj í Rúsuna?

 

Eftir fyrilesturin verður kjak, har høvuðsevnið er cannabis sum heilivágur. Til kjakið verða Jenis av Rana, lækni og politikari, Katrin Kallsberg, lækni og politikkari, Jógvan Páll Lassen, advokatur og Gunnvá Tróndardóttir Joensen, skelerosusjúklingur.

 

Tað eru Gunnvá Tróndardóttir Joensen og Ragnar S. Joensen, ið skipa fyri. Tey halda tað vera týdningarmikið at taka hetta evnið upp, tí tað hevur verið granskað gjølla, og tað vísir seg, at cannabis kann hjálpa ímóti øgiliga nógvum sjúkum og symptomum, sum fólk stríðast við, t.d. sjúkur sum krabbamein, parkinson og sklerosa.

 

- Tað tykist, sum viðurskiftini eru øgiliga ógreið í Føroyum um hetta, og tað er tað, vit ynskja at fáa meiri greiði á. Claus "Moffe" Nielsen hevur nógva vitan um cannabis og um, hvussu væl tað hjálpir alskyns sjúklingum, og hetta kemur hann at greiða okkum frá. Vit vilja upplýsa fólkum um cannabis sum heilivág og vísa á, at tað ikki snýr seg um at fáa rús ella vinning, men at sjûk fólk kunnu fáa linna og leking.

 

Tá fólk hugsa cannabis ella hassj, hugsa tey allarflestu um rúsevnið og avleiðingarnar, ið tað hevur við sær. Men cannabis er so nógv annað. Sum sagt, hjálpir tað ímóti nógvum sjúkum, og tað er tað, tey vilja gera vart við.

 

Tiltakið er ókeypis, og pláss er fyri 120 fólkum. Um tú ongar ætlanir hevur í kvøld, er hetta eitt upplagt og spennandi tiltak at fara til.

 

Orkar tú ikki út, so verður tað eisini stroymað á portal.fo.

 
 

 

 

Sissal bloggar: #2. partur Sissal Drews Hjaltalin bloggar frá Cannes-festivalinum
Sissal bloggar: #1. partur Sissal Drews bloggar frá Cannes-festivalinum
Topp 10: Mest lisnu greinar á Röddini 2018 Her er ein listi yvir mest lisnu greinarnar í 2018
Sigarettirnar eru skiftar út við snús Fólkaheilsuráðið gav fyri stuttum út nýggja Gallup-kanning, sum vísir, at føroyingar roykja minni enn nakrantíð. Sambært kanningini roykja 25 % av...
Jólakalendarin: tiltøk í desember Tað eru sjálvandi eisini nógv tiltøk á skránni hendan jólamánaðan.