10 dømir av "kenskum"

10 dømir av "kenskum"
Á enskum rópa tey tað "Chinglish". Røddin hevur funnið nøkur dømir av kenskum (samansett av kinesiskum og enskum)
08.04.2017 - 17:30

Hóast hetta kanska ikki júst er hápolitikkur, so sum hvussu nógv fólk hava verið savnað uttan fyri hvítu húsini, avlurting av forsetavalevnum og veðurlagsbroytingar, so kann Røddin nú avsanna, at sokallaða "chinglish" (samansett av Chinese og English) er ein skrøna. Hóast tað ikki er soleiðis allastaðni, og hetta ikki er einasti sannleikin, so er tað, at skeltir, matskráir og annað skrivað á enskum í Kina mangan eru skemtilig ikki alternativt fakta ella følsk tíðindi. Røddin hevur fólk á staðnum.

 

- Hóast dunnuføtur, dunnuhálsur og turkaður høgguslokkur við tíggju ørmum kanska ikki eru mínir yndisrættir, so hevði poocorn nokk verið tað seinasta, eg bílegði á hesari matstovuni.

 

 

- Tað er kanska gott, at tann, ið hevur gjørt forsíðuna á hesum skriviheftinum heldur hugflogið hava størri týdning enn vitan. Viðkomandi veit í øllum førum ikki, hvussu "knowledge" verður skrivað á enskum.

 

 

- Onkur helt ikki, at tað var neyðugt við rættlestri, men mín enskt-orðabók veit ikki, hvat "exhibitn" er fyri nakað.

 

- Á hesum altjóða flogvøllinum avgjørdu tey at spara fyrsta a’ið í "automatic" burtur. Sparingarhugskot til almennar stovnar í Føroyum? (Nei, hatta var ikki eindømi, men stóð á so gott sum øllum automatiskum hurðum á flogvøllinum).

 

- Viðhvørt skilir tú bara als einki. Hetta stóð ovast á eini matskrá í Tibet.

 

- Viðhvørt er ljóðskrift bara óheppin. Fuyou Road!

 

- Tá øll skeltini uttan eitt vísa til Silver Cave. Mann Sliver Cave vera kopiversjónin?

 

- Roynir henda matstovan at ávara enskt-talandi kundarnar um, at teir verða illir, bíleggja teir rættin "Customer get angry face"? (Á kinesiskum stendur nudlir við sterkum høsnarungabitum).

 

- Tað er týdningarmikið at vita, hvat ein skal gera, um lyftin er "brokendownk"! Skelti funnið í einum bygningi á einum altjóða universiteti, ið bert undirvísir á enskum.

 

 

- Munnu eggini vera neyðtikin, tá matstovan selir "rape fried egg"?

 

Hóast slíkt als ikki er óvanligt at síggja í Kina, so má eisini viðmerkjast, at tað eisini eru skelti og matskráir, ið eru væl skrivað á enskum.

 
 

 

 

Sissal bloggar: #2. partur Sissal Drews Hjaltalin bloggar frá Cannes-festivalinum
Sissal bloggar: #1. partur Sissal Drews bloggar frá Cannes-festivalinum
Topp 10: Mest lisnu greinar á Röddini 2018 Her er ein listi yvir mest lisnu greinarnar í 2018
Sigarettirnar eru skiftar út við snús Fólkaheilsuráðið gav fyri stuttum út nýggja Gallup-kanning, sum vísir, at føroyingar roykja minni enn nakrantíð. Sambært kanningini roykja 25 % av...
Jólakalendarin: tiltøk í desember Tað eru sjálvandi eisini nógv tiltøk á skránni hendan jólamánaðan.