SKAM: - Evnini eru tað týdningarmesta
Íslendsk ung eru farin at tosa norskt sínamillum, danir gera norska slangorðabók, og í Havn verður skipað fyri heimspremieru. Norska hittrøðin Skam hevur veruliga havt ávirkan á grannalondini og onnur lond við, men hvussu er støðan í Noreg?
13.04.2017 - 14:54

Katrin á Borg Johannesen hevur lisið og búð í Noreg í fleiri ár og heldur røðina avgjørt vera áhugaverda. Føroyska Katrin arbeiðir við síðunar av masterlestrinum í tónleikavísindum sum lærari í sangi og tónleiki fyri millum annað børn og ung. Hon brúkar millum annað røðina til at síggja, hvussu hon kann møta ungdóminum í arbeiðnum.

 

 Ikki øll hava sæð Skam
Katrin greiðir tó frá, at tað ikki eru øll í Noreg, sum hava sæð Skam, hóast røðin avgjørt er vælumtókt, og hon sjálv hevur sæð tað mesta.

 

- Nei, tað eru ikki øll, sum hava sæð røðina. Tað er sjálvandi mest málbólkurin, sum eru tey, ið eru javngomul við Nooru, Isak, Evu og hini úr røðini og ganga á miðnámi, sum hava sæð Skam. Men tað er ikki at undirmeta, tí tað er ein stórur bólkur, men eg eri eitt sindur eldri og havi smábørn. Tó vóru eina tíð nógvar yvirskriftir á norskum miðlum so sum, at “Nú eru tað bert kvinnur, sum eru 40+, ið hyggja at Skam.” Tær hava nokk verið forvitnar, hvørjum tað er, børnini hyggja at, heldur Katrin, ið sjálv heldur, at hetta kanska kann gera hana klára til um nøkur ár at vera mamma at tannáringum.

 

Fyri fleiri aldursbólkar
Hóast ikki øll í øllum aldursbólkum í Noreg, sambært Katrini, hava sæð røðina, so halda onnur, at røðin als ikki bert er fyri tannáringar. Norski journalisturin Morten Hegseth sigur í grein á vg.no, at “Tá seinasta brotið og seinasti parturin av Skam eru send í vár, fer tað at kennast so tómt, sum vit ongantíð hava sæð maka til í sjónvarpssamanhangi.” Eva Eistrup á information.dk heldur eisini, at “Av tí, at Skam ikki roynir at tekkjast so mongum ymiskum málbólkum, sum vit eru von við frá amerikonskum ungdómsrøðum, so rakar hon paradoksalt nokk breiðari.”

 

Ikki gerandissamrøðuevni
Hóast Skam ikki hevur verið gerandis samrøðuevni, har Katrin vanliga kemur, so eru tað ávís evni, ið hava fangað, heldur hon.

 

- Onkra hendinga ferð hava fólk tosað um Skam, har eg vanliga komi, men tað er longu so langt síðani. Tað var nokk mest, tá onnur sesong um Nooru og William gekk fyri einum ári síðani, at fólk tosaðu um røðina og tey seriøsu evnini, ið hon tekur upp, greiðir Katrin frá og nevnir etingarólag, sálarliga heilsu, trýst og neyðtøku sum dømir.

 

Evnini tað týdningarmesta
Hon heldur fram við at siga, at tað týdningarmesta við røðini er, at tað ikki longur er líka ringt at taka evni sum neyðtøku og blóðskemd upp. Her vísir hon á, at dagbladet.no so seint sum í gjár hevði grein um svenska gentu, sum við at hyggja at Skam fann dirvið at siga frá, at pápin hevði gjørt seg inn á hana. Pápin er nú ákærdur fyri grova neyðtøku av barni.

 

Sambært dagbladet.no rósar norskt politi eisini røðini fyri at vera opin um slík evni. Ein talskvinna fyri neyðtøkudeildina sigur við dagbladet.no, at tey vita, at røðin røkkur út til nógv ung, ið eisini eru í tí aldursbólkinum, har flest ballneyðtøkur verða framdar. Hon heldur fram, at tað er gott, at røðin er við til at fáa ung at skilja, at tey mugu siga frá, um tey uppliva sovorðið, sum tá beiggi sjeikin hjá Nooru skal hava neyðtikið hana í einum balli. Jú skjótari, jú betur, sigur talskvinnan og leggur aftrat, at tað er uttan mun til, um tey ætla at melda tað ella ikki.

 

Reyða varrastiftin
Harumframt hevur Skam sambært Katrini eisini havt ávirkan á norska mótan. Hon heldur næstan, at genturnar smyrja sær minni nú, hóast eyðkenda reyða varrastiftin hjá Nooru er vælumtókt. Hon greiðir eisini frá, at handlarnir í Noreg eru fullir av klæðum, sum minna um tey hjá Nooru. Tó er hon ikki vís í, hvat kom fyrst – hønan ella eggið – tí klæðini minna eisini um tey, hon sjálv minnist frá 80'unum, hóast hon var lítil tá.

 

- Eg hevði ein sangnæming fyri einum tveimum vikum síðani, sum gongur á miðnámi. Vanliga hevur hon havt langt hár, sum eisini leingi hevur verið modernað, men knappliga var alt klipt av, og hárið líktist nógv tí hjá Nooru. Sjálv havi eg ikki klipt mær, men eg havi kanska funnið dirvið til at nýta varrastiftina oftari, hóast tað kanska mest er við íblástri frá 50'unum, sigur Katrin.

 

Heimspremiera í Havn
Um tær eisini dámar væl Skam, bjóðar Röddin øllum føroyskum Skam fjepparum til heimspremieru av fjórðu sesongini av røðini. NRK hevur sum nakað heilt serligt givið Röddini loyvi at vísa fyrsta partin á stórskíggja í Perluni í Havn fríggjakvøldið 14. apríl 2017 kl. 19.00. Tiltakið er ókeypis, og Glitnir syrgir fyri tí váta, meðan Hjørdis Kiara frá RöddinLive diskar popp, hiphop og elektrotónleik, sum vit kenna frá Skam. Les meira við at leita eftir “SKAM 4 :: heimspremiera” á Facebook.

 
 

 

 

Hvat gongur fyri seg á screwgonguni á G! Tað var gott lag í Gøtuí dag, 13.juli 2018, kl. 16.00. Dansur, róp, sangur, hugnaligt prát og glaðir festival gestir fylti vegin millum Norðagøtu og...
Ymsar meiningar um høvuðsnavnið á G! Rag’n’Bone Man er høvuðsnavnið á G! Festivalinum 2018. Í gjár, 11 juli spældi hann á sandinum. Røddin hevur verið og spurt, hvat tey á teltøkinum...
Mikudagur á G! Í gjár byrjaði ársins G!-festivalur. Lagið var gott, og nógv fólk vóru møtt til fótbólt, tónleik og hugna. Til hálvfinaluna millum Ongland og Kroatia...
Mikudagur á G!
Samrøða: Konni Kass á Roskildefestivalinum Røddin fangaði Konni Kass beint aftan á hon og hennara bólkur spældu konsert á Rising scenuni á Roskilde festivalinum 2018.