Playlistin: Róar Mørkøre Hansen

Playlistin: Róar Mørkøre Hansen
Tjekka playlistan hjá Róar út!
15.04.2017 - 14:46

Hesa ferð er tað 16 ára gamli Róar Mørkøre Hansen, sum deilir sín playlista við okkum. Róar lurtar eftir næstan øllum tónleiki (uttan Rasmus Seebach), hann lurtar eftir øllum frá punk rock metal til alternativan elektro rap. Hann sigur seg ikki vera kræsnan, tá tað kemur til tónleik.

 

- Eg klári ikki at lurta eftir tónleiki, sum ikki hevur eitt sindur av kanti, tí tá verður tónleikurin for nossligur og reinur, og so missur hann menniskjaligu síðuna. Tá fer at hann ljóða meira sum eitt produkt enn eitt listaverk. Mann skal helst hoyra, at tónleikur kemur frá hjartanum, sigur Róar.

 

 

Róar fær íblástur frá mix playlistum á YouTube og “discover weekly” á Spotify. Her sigur hann seg finna pissi feitan tónleik, sum mann ikki hevði funnið uttan hesa funktióninar á Spotify og YouTube. Hann hevur valt sangir til playlistan, sum hann heldur, at flest fólk ikki hava hoyrt fyrr. Hann hevur valt ókendar sangir frá ymiskum sløgum av tónleiki. Heitið Godziller hevur ikki nakran samanhangandi týdning í playlistanum. Róar sigur, at hann akkurát hevði sæð eitt video um Godzilla filmarnar, og tí valdi hann, at playlistin skuldi hava tað heitið.

 

- Teir flestu sangirnir, sum eg havi valt, dámar mær av tí at teir eru feitir. Eg vóni, at onkur kanska finnur ein nýggjan sang ella tónleikara, sum teimum dáma í hesum playlistanum, sigur Róar.

 
 

 

 

Sissal bloggar: #2. partur Sissal Drews Hjaltalin bloggar frá Cannes-festivalinum
Sissal bloggar: #1. partur Sissal Drews bloggar frá Cannes-festivalinum
Topp 10: Mest lisnu greinar á Röddini 2018 Her er ein listi yvir mest lisnu greinarnar í 2018
Sigarettirnar eru skiftar út við snús Fólkaheilsuráðið gav fyri stuttum út nýggja Gallup-kanning, sum vísir, at føroyingar roykja minni enn nakrantíð. Sambært kanningini roykja 25 % av...
Jólakalendarin: tiltøk í desember Tað eru sjálvandi eisini nógv tiltøk á skránni hendan jólamánaðan.