Páskir í Spania: syrgjan, standmyndir og spískir hattar

Páskir í Spania: syrgjan, standmyndir og spískir hattar
Spania er kent fyri sínar fiestas, sum fylla gøturnar við tónleiki, litfagrum búnum og veitsluhuga - men at síggja la Semana Santa skrúðgonguna á fyrsta sinni, kann vera skelkandi
17.04.2017 - 13:32

Skrivað og tikið myndir hevur Guðrið Patursson

 

Í dag er annar páskadagur, og páskavikuskiftið er farið um bak. Flestu føroyingar hava etið páskaregg, góðar máltíðir við familjunum, verið í kirkju, á møti, málað egg og rullað tey í hagunum. Í morgin verður síðani farið aftur í skúla og til arbeiðis.

 

Spania er eitt katólskt land, og meðan vit helst gera mest burtur úr jólunum, eru páskini størsta høgtíðin í árinum hjá spaniólunum. Semana Santa, heilaga vikan, er heitið á páskavikuni.

 

Spania er kent fyri sínar litríku og larmandi fiestas (býar-veitslur), sum fylla gøturnar við tónleiki, litfagrum búnum og veitsluhuga, men at síggja la Semana Santa skrúðgonguna á fyrsta sinni kann vera skelkandi. Tá er talan ikki um fýrverk og live rock orkestur. Páskaskrúðgongan er ein ”mass mourning”, ein mongdar syrgjan og almenn iðran um syndir menniskjans.

 

Í tímavís ganga Los Costaleros (orðið merkir líkberar, men talan er um sjálvbodnar borgarar) berføttir, vinglandi undir vektini á stóru standmyndunum, sum ímynda krossfestanina, og sum nógv óvitandi ferðafólk standa gapandi og hyggja at, ivandi um, hví nakar vildi latið seg sjálvan farið ígjøgnum slíkt sjálvboðið.

 

 

Svarið liggur sjálvandi í, at talan er um eina algamla siðvenju. Tað er ein ómetaligur stoltleiki, solidaritetur, savnandi felagsskapur og í nógvum førum religiøs halgan. Páskavikan í Spania er sostatt ein tíð, har ein ásannar og angrar illgerðir sínar og summar seg um tað, at Jesus doyði á krossinum fyri at bjarga okkum frá okkum sjálvum.

 

 

Eitt í stevnuni, sum helst er mest eyðsýnt og ofta hildið at vera eitt sindur óhugnaligt, eru los Nazarenos (grundað á fólkið úr Nazareth); tey, sum bera teir høgu, spísku hattarnar, sum dekka alt uttan eyguni. Hesir hattarnir verða ofta settir í samband við terror bólkin Ku Klux Klan, sum bera líknandi hattar, men tíbetur er einki samband teirra millum.

 

Týdningurin er symbolskur; andlitini eru dekkað av teirra syrgjan, og hetta er fyri at vísa teirra skuld fyri syndirnar, tey hava framt gjøgnum árið.

 

 

Hesar siðvenjur eru fyri flestu føroyingar, helst, øgiliga religiøsar og materialistiskar. Los Nazarenos og Los Costaleros eru partar av La Cofradía, einum sterkum, stoltum brøðrarlagi, sum er eitt sterkt symbol fyri status, og ofta ein familjusiðvenja. Uppliving teirra verður søgd at vera yvirfloymandi og hjartanemandi, men ein kann loyva sær at ivast, hvussu nógv teirra bert eru við vegna siðvenju.

 

 

 

Tak tó ikki feil – hóast stemningurin gerst inniligur til tíðir, er talan ikki um eina álvarsama og sorgarfulla skrúðgongu, har allir áskoðarar standa og gráta og harma seg um óndskapin í heiminum. Týdningurin av Jesu krossfestan er eyðsýniliga álvarsamur, men verður eisini hátíðarhildin. Fólkini er í veitsluhýri, børnini fáa bjóðað bomm og øll ættarlið savnast um enn eina gleðiliga høgtíð – spaniólar gleðast altíð um at sleppa út á gøturnar at feira!

 

 

 

 

Gleðiligar páskir!

 

Dagurin í dag, annar páskadagur, fer hjá spaniólunum til at sova møðina av veitsluni av.

 

 

Allar myndir eru tiknar langa fríggjadag til skrúðgonguna í havnarbýnum Torrevieja.

 
 

 

 

Sissal bloggar: #2. partur Sissal Drews Hjaltalin bloggar frá Cannes-festivalinum
Sissal bloggar: #1. partur Sissal Drews bloggar frá Cannes-festivalinum
Topp 10: Mest lisnu greinar á Röddini 2018 Her er ein listi yvir mest lisnu greinarnar í 2018
Sigarettirnar eru skiftar út við snús Fólkaheilsuráðið gav fyri stuttum út nýggja Gallup-kanning, sum vísir, at føroyingar roykja minni enn nakrantíð. Sambært kanningini roykja 25 % av...
Jólakalendarin: tiltøk í desember Tað eru sjálvandi eisini nógv tiltøk á skránni hendan jólamánaðan.