Fimti hvør kemur at hava angist

Fimti hvør kemur at hava angist
Skimin hevur hesa vikuna viðgjørt angist og avleiðingarnar av at liva við hesi sálarsjúkuni. Men hvat er angist í grundini?
02.05.2017 - 21:44

Angist er millum vanligastu sálarsjúkurnar í heiminum. Í Danmark metir Psykiatrifonden, at umleið fimti hvør kemur at verða raktur av angist um árið, og at millum 13% og 29% koma at hava onkran form fyri angist gjøgnum lívið.

 

Hvat er angist?

 

Øll uppliva eina kenslu av angist, tá tey skulu til roynd ella til starvssamrøðu. Men tað er ikki her, trupulleikin liggur. Líður tú av angist, so er hetta ikki ein kensla, sum bara kemur í trongum støðum, men ein kensla, sum varir við, eisini tá tað ikki er nøkur logisk grund aftanfyri.


Hugsar tú "angist" hugsar tú allarhelst um generellan angist, sum er vanligasti formur fyri angist. Men í veruleikanum eru tað fleiri sálarsjúkur, sum verða bólkaðar saman við angisti. Hesar eru alt frá teimum oftast harmleysu sum ótti (fobi) til tey meira ógvusligu sum panikk angist, posttraumatiskt stress syndrom (PTSD) og OCD. 

 

Felags fyri allar hesar sálarsjúkurnar er, at tú upplivir so sterkan ótta og stúran, at tað tekur yvirhond í tínum lívi, og fyri nógv merkir hetta, at tey trekkja seg aftur frá sínum sosiala høpi og gevast við at gera ymiskt, tí tey óttast, hvat kann henda, um tey enda í støðum, sum kunnu útloysa herindi. Eisini fylgir angist ofta við, um tú hevur aðrar sálarsjúkur sum eitt nú tunglyndi ella strongd. 

 

Hví fáa vit angist?

 

Tað er ringt at siga akkurát hví vit fáa angist, og orsøkin er ymisk frá persóni til persón og eisini eftir hvørjum slagi av angist, tú hevur. Tó sæst tað ofta, at fólk við angist uppliva nattúrligar kropsligar funktiónir, sum eru farligari enn onnur og kunnu lætt prógva fyri sær sjálvum, at tey eru alvorliga sjúk og í vanda fyri at doyggja.


Eisini sæst tað ofta, at tey, sum stríðast við angist, hava upplivað okkurt traumatiskt, eitt nú happing, hjúnaskildnað, deyða ella annað. Hetta førir ofta við sær, at persónurin kemur at uppliva størri ótta fyri framtíðini enn onnur, sum ikki hava havt líknandi royndir.
 

Eisini uppliva nógv ung, at akademiskt trýst ger, at tey verða strongd og fáa angist. Kenslan av at noyðast at gera meira, enn tú megnar og hevur tíð til, ger, at nógv missa svøvnin og føla, at tey fella afturút í undirvísingini. Hetta ger, at tey enda í einari óndari ringrás og hava ringt við at sleppa burtur úr hesum aftur, og sum ofta førir til, at angistin verður verri.

 

Hvørji eru symptomini uppá angist?

 

Angist er sum áður nevnt ymiskt alt eftir hvat slag, tú hevur, og tað finnast yvir 100 ymisk angist symptomir. Oftast síggjast fysisku symptomini serliga í panikkangist, har tú fært hjartabankan og andaneyð, og nógv uppliva tað, sum fara tey at doyggja, ella at tey eru blivin sinnissjúk. Hesi søkja eisini oftast læknahjálp, tí tey eru so skelkaði av tí, sum hendi undir panikk herindinum. Generellur angist, sosialur angist og fobi eru ofta eyðkend av einari kenslu av, at tú mást rýma úr støðuni, tú ert í og koma aftur í “tryggleika”, tanka meldur, og at missa svøvnin. Langtíðar avleiðingarnar av angist kunnu gerast kropsligar, og ofta veit man ikki av, at man hevur angist, fyrr enn man kemur har til, at man søkir læknahjálp fyri kropsligu avleiðingarnar. Hetta kann vera alt frá hjartabankan til høvuðpínu til trupulleikar við búkinum og at fáa allergiskar reaktiónir og útslett. 
 

 

 

Um tú vilt hoyra meira um angist, so er at halda eyguni og oyruni opin, tí Skimin kemur út seinni hesa vikuna og viðger júst hetta evnið! 

 

Les eisini: Angist í Myndum

 

 
 

 

 

Sissal bloggar: #2. partur Sissal Drews Hjaltalin bloggar frá Cannes-festivalinum
Sissal bloggar: #1. partur Sissal Drews bloggar frá Cannes-festivalinum
Topp 10: Mest lisnu greinar á Röddini 2018 Her er ein listi yvir mest lisnu greinarnar í 2018
Sigarettirnar eru skiftar út við snús Fólkaheilsuráðið gav fyri stuttum út nýggja Gallup-kanning, sum vísir, at føroyingar roykja minni enn nakrantíð. Sambært kanningini roykja 25 % av...
Jólakalendarin: tiltøk í desember Tað eru sjálvandi eisini nógv tiltøk á skránni hendan jólamánaðan.