Kvinna, ver nú pen

Kvinna, ver nú pen
Vaska, rudda og ver still, júst sum ein røtt kvinna
06.05.2017 - 11:03

“Ver nú pen, ver nú fitt, sit sum ein dama!” eru millum orðini, vit hoyrdu nógv sum børn, og enn tann dag í dag kunnu vit fáa slíkar viðmerkingar. Hóast nógv fleiri kvinnur byrja at traðka fram, og at tað eru uml. hundrað ár síðan vit fingu atkvøðurætt í Føroyum, so er hugburðurin hjá nógvum, ikki bara mannfólki, men eisini øðrum kvinnum ímóti kvennkyni við valdi, ikki broytt.

 

“Grenj” verður ein kvinna rópt, um hon ger vart við trupulleikar í samfelagnum. “Heks” kalla tey eina kvinnu, sum tekur torførar og harðar avgerðir. Og svaka kalla tey ta kvinnu, ið tosar við einum harðligum tóna. Einsamøll og løgin er ein kvinna, ið ikki hevur mann ella børn.

 

Men hvat nytta tey kvinnuligu rættindini, um mann verður dømdur og sæddur niður á, grundað av sínum kyni? Jú, tey eru altsigandi, tí tað er týdningarmikið, at mann ikki steðgar bardaganum, vit hava við samfelagið. Tí líkamikið hvat, so er mann komin longri enn mann var fyri 100 árum síðani. Tí kvinnur kring allan heim standa saman, og styrkja hvønn annan í teirra felags- og hjartamáli. Tí hetta dragar seg ikki um eina stóra kollvelting, sum fer at fáa stórar avleiðingar, men basala og vanliga menniskjaliga virðing, sum øll hava uppiborðið.

 

Tí líka sum ein maður ikki hevur skyldu at fara til skips, so skal ein kvinna heldur ikki hava tað sum skyldu at vera heima hjá børnunum. Hvørgin av kynunum eru bundin av nøkrum í síni framtíð. Bæði kyn kunnu gera, hvat tey vilja. Munurin er tann, at um ein maður er heimagangandi, so verður hann róstur og virdur og forguðaður. Har kvinnan, ið er á arbeiðsmarknaðanum verður sædd sum ein ræðulig mamma, tí hon ikki er heimagangandi. Í øðrum førum skal ein kvinna ikki vera ov avbjóðandi ílatin, hon skal vera rólig, still, hampulig og helst ikki siga sína meining, so er hon ein røtt kvinna. Men hetta ljóðar als ikki sum ein veruligur persónur, hetta ljóðar sum ein Barbie-dukka frá BR. Og hvat so um ein kvinna brúkar kjaft? Hvat so um ein kvinna ikki rakar sær undir arminum? Og hvat rakar tað hini, um hon gongur øðrvísi ílatin?

 

Tíbetur er samfelagið í broyting, og fleiri kvinnur standa saman og velja ikki at lurta eftir kritikki, og ikki leggja ein einasta lítla tanka til tey, ið fáa ilt í reyvina av at tær fáa góða framgongd og klára seg meira enn væl í samfelagnum.

 

Tað er kanska lætt at siga, at mann ikki hugsar um viðmerkingar og hóttanir, mann fær, grundað á sítt kyn. Tí inn ímillum kann tað raka ein, og mann verður eisini kløkkur, tí summi ting eru so persónlig og hava einki við nakran at gera yvirhøvur. Men hvussu er tað at vera ein kvinna við meiningum, og at vera ein kvinna, ið kjakast alment og torir at standa fram og vera øðrvísi?

 

Hesa ferð hevur Skimin viðgjørt júst hetta týdningarmikla evnið. Í sendingini tosa tey við 22 ára gomlu Barbaru Gaardlykke Apol og 48 ára gomlu Kitty May Ellefsen. Tær báðar standa nógv frammi í tí almenna, og nú kanst tú hoyra tær greiða frá, hvussu tað er at vera ein almenn kvinna í føroyska samfelagnum.


Hoyrið innslagið her.

 
 

 

 

Sissal bloggar: #2. partur Sissal Drews Hjaltalin bloggar frá Cannes-festivalinum
Sissal bloggar: #1. partur Sissal Drews bloggar frá Cannes-festivalinum
Topp 10: Mest lisnu greinar á Röddini 2018 Her er ein listi yvir mest lisnu greinarnar í 2018
Sigarettirnar eru skiftar út við snús Fólkaheilsuráðið gav fyri stuttum út nýggja Gallup-kanning, sum vísir, at føroyingar roykja minni enn nakrantíð. Sambært kanningini roykja 25 % av...
Jólakalendarin: tiltøk í desember Tað eru sjálvandi eisini nógv tiltøk á skránni hendan jólamánaðan.