SU døgurðin: Meksikansk chili grýta

SU døgurðin: Meksikansk chili grýta
Gongur tú í skúla, kennir tú allarhelst alt til at stríðast við at eta góðan mat fyri lítið av pengum, og tí geva vit tykkum í dag hesa lekkru, løttu og bíligu uppskriftina uppá eina góða chili grýtu!
10.05.2017 - 13:12

Grýturætturin er go-to matur hjá teimum sum liva av studningi, og ikki minst hjá teimum, sum gjarna vilja sleppa lætt, tá tað kemur til at gera døgurða. Hendan chiligrýtan tekur 30 minuttir at gera, og er løtt at tilpassa til tað tú vilt koyra í. Eigur tú tildømis nakað av grønmeti tú vilt fáa brúkt? So brúka tað í her, tí nærum alt riggar.
Ivast tú í, um hetta er nóg mettandi, nú einki kjøt er í, so ivast ei longur. Bønirnar eru ein góð protein og trevju kelda, og tær metta væl og leingi, men vilt tú enn koyra kjøt í, so ber tað eisini til. Hetta er eisini upplagt, um tú heldur eina veitslu, og vilt bjóða gestunum mat, tí kostnaðurin er so mikið lítil, og er lætt at borðreiða. Eg havi fyrr gjørt hetta til meira enn 20 fólk, og prísurin lá um 300 kr við øllum, umframt at restir lupu av til komandi dagarnar. 


Hendan uppskriftin sigst at vera nokk til 4 fólk, men ofta loypir væl at mati av, til næstu dagarnar. 

 

Tú skalt brúka: 


matar olju
2 leykir, skornir smátt 
2 fet av hvítleyki, skorið smátt
3 piparfruktir, skorið í tern
200 g frískar soppar ella soppar á glasi, skorið í skivar
400 g kókaði epli ella epli á glasi, skorið í tern
1 dós kidneybønir 
2 dósir chilibønir 
2 dósir hakkaðar tomatir í dós 
grønmetis supputerningar 
rís 
evt. tabasco, sriracha ella onnur hot sauce. 


afturvið:

nachos 
súrrómi
avokado 

 

Soleiðis gert tú: 


Brúkar tú ikki epli á glasi, ella restir av eplum, skalt tú kóka eplini fyrst. Flys tey, sker tey í  hampiliga smá stykki, og set tey at kóka í einari grýtu við vatni og salti í 15 minuttir, ella til tey eru moyr.


Fyrst skalt tú svitsa alt grønmetið tú brúkar. Tað gert tú soleiðis: 
Koyr nakað av olju í eina grýtu, og lat tað hitna. Lat síðani leykin og hvítleykin í, og svitsa tað, til leykurin verður gjøgnumskygdur, og hvítleykurin angar væl. Lat síðani piparfrukt, soppar, og annað grøntmeti tú vilt nýta í, og svitsa tað eisini, til tað gevur nakað av vætu frá sær.
Síðani skulu bønir og tomatir í. Drena vætuna úr kidney bønunum, og skola tær áðrenn tú koyrir tær í, men ger endiliga ikki tað við chilibønirnar! Tær skulu í grýtuna við vætu og øllum. Síðani setir tú tomatirnar í, saman við supputerningum. Tað svingar nakað hvussu nógvar terningar tú skalt brúka, men 3-4 plaga at vera ríkiligt. Minst bara til at smakka teg fram, um tú ivast!
Tá eplini eru liðug at kóka setir tú tey í eisini. Lat rættin simra, meðan tú kókar rísini. 

Rísini tú brúkar eru upp til tín – tey hvítu og bíligu smakka ofta best, og eru bíligast, men vilt tú nýta grovari rís, so riggar tað eisini.

Kóka tey eftir leiðbeiningini, sum stendur á pakkanum. 
Tá rísini eru liðugt kókaði, er klárt at eta! 


Servera matin saman við súrróma, nachos, mosaðari avokado, og einari kaldari øl.

Væl gagnist!

 
 

 

 

Sissal bloggar: #2. partur Sissal Drews Hjaltalin bloggar frá Cannes-festivalinum
Sissal bloggar: #1. partur Sissal Drews bloggar frá Cannes-festivalinum
Topp 10: Mest lisnu greinar á Röddini 2018 Her er ein listi yvir mest lisnu greinarnar í 2018
Sigarettirnar eru skiftar út við snús Fólkaheilsuráðið gav fyri stuttum út nýggja Gallup-kanning, sum vísir, at føroyingar roykja minni enn nakrantíð. Sambært kanningini roykja 25 % av...
Jólakalendarin: tiltøk í desember Tað eru sjálvandi eisini nógv tiltøk á skránni hendan jólamánaðan.