Føroyingur avmyndar Trump

"Tað er løgið, at eg slapp av avmynda hann", sigur føroyski Benjamin Rasmussen. Screendump: TIME / myndamaður: Benjamin Rasmussen
Føroyingur avmyndar Trump
Føroyski Benjamin Rasmussen eigur forsíðuna á víðagitna blaðnum TIME hesa vikuna. Og ja, amerikanski forsetin, Donald Trump, er á myndini
12.05.2017 - 15:07

Ikki eru tað nógvir føroyingar, ið veruliga finna eydnuna uttanlands - serliga ikki í Amerika. Og í øllum førum ikki í so stóran mun, sum føroyski Benjamin Rasmussen hevur. Her er hann nærum eitt eindømi. Røddin hevur tosað við føroyska myndamannin, sum hevur fylgt amerikanska forsetanum fyri risablaðið TIME. Sjálvur heldur hann, at tað er løgið, at hann er sloppin at avmynda nógv útskeldaða forsetan.

 

 

Benjamin Rasmussen er úr Klaksvík, men vaks upp í Filipsoyggjunum, har foreldur hansara eru trúboðar. Seinastu 8 árini hevur hann tó verið búsettur í Denver, og har starvast hann sum fotografur. Benjamin hevur nógvar royndir og er viðurkendur myndamaður. Hetta hevur millum annað borið við sær, at hann eigur forsíðuna á víðagitna blaðnum TIMES hesa vikuna og fekk sjáldsama møguleikan at avmynda sjálvasta Donald Trump. Hetta er ikki fyrstu ferð, at Benjamin hevur verið myndatøkumaður fyri eitt víðagitið blað.

 


– Eg havi tikið myndir til forsíðuna á fleiri bløðum, so sum the Guardian Weekend Magazine, Businessweek, Vouge and Outside. Kortini er tað nakað heilt serstakt og stórt at eiga forsíðuna á TIME. Ja, nógvar myndir eru tiknar av Trump í fortíðini, men hann hevur næstan ikki givið slík loyvi til myndatøku síðan hann gjørdist forseti.



Tú kanst síggja fleiri myndir hjá Benjamini á heimasíðu hansara við at trýsta her.

 

Ein serstakur møguleiki

 

Benjamin hevur samstarvað við Time Magazine fleiri ferðir seinastu árini, men fyri nøkrum vikum síðani setti blaðstjórin seg í samband við Benjamin og spurdi, um hann var áhugaður í at fotografera Donald Trump til forsíðuna á blaðnum.

Blaðfólkini hjá TIMES høvdu frammaundan søkt um serstaka atgongd til persónliga bústaðin í Hvíta Húsinum. Tá ið tey fingu játtað loyvið, ynsktu tey, at Benjamin skuldi avmynda menniskjað uttan fyri the Oval Office.
 


Nýggjur forseti, nýggjar tíðir

 


Benjamin sigur tað vera ófatiliga løgið, at hann er sloppin at avmynda Trump.

– Flestu forsetar meta nærum Hvíta Húsið vera eitt heilagt stað. Tað er sera sjáldsamt, at fólk sleppa inn á the Oval Office, og nærum eingin sleppur inn í persónliga bústaðin. Trump er tó sera avslappaður viðvíkjandi Hvíta Húsinum, og hansara hugburður er at broyta hátíðarligu siðvenjurnar, sum liggja til tað Hvíta Húsið.

 

 

Benjamin sigur, at tá Obama var foreseti, høvdu teir hægst fingið tveir minuttir at fotorafera hann. Harafturímóti brúkti Benjamin næstan tríggjar tímar inni hjá Trump, hóast teir ikki kundu taka myndir mesta av tíðini.

 

 

– Tað mest óveruliga var ikki, hvussu serstakt alt gekk fyri seg, men støðan var sera sjáldsom, tá ið varaforsetin, Mike Pence, segði við meg: “You know, you didn’t just get a tour of the White House, you got a tour from the President of the United states of America.” Samanlagt var øll hendingin sera óverulig og margháttlig.

 

 

Virðingin vinnur á fordómunum

 

 

Hóast Benjamin ikki er samdur í øllum gerðunum og politisku meiningunum hjá Trump, so royndi hann at vísa virðing fyri ymiskleikum og minti seg sjálvan á tað menniskjasliga, tá ið hann fór inn í Hvíta Húsið. Donald Trump er eitt menniskja eins og vit onnur, og tí vildi Benjamin vísa Trump sum ein mann, ikki ein sum ein sermerktan persón.
 

 

– Eg eri ikki samdur við nógvum av politisku meiningunum hjá Trump, men eg var tó eisini ósamdur við úttanríkispoltikkinum hjá Obama. Eg eri tó ósamdur í einfaldingini, ið ofta verður gjørd av forsetunum; at Bush var ein idiot, Obama ein frelsari, Trump eitt reyvarhol og so framvegis. Eg skilji, hvar hetta stavar frá, men tað er óneyðugt.

 

 

Tú kanst síggja og lesa alla myndagreinina hjá Benjamini við at trýsta her.

 


Viljin er høvuðsamboðið hjá føroysku fotografunum

 


Benjamin meinar, at tað kann vera trupult at hava eitt myndablaðstarv í Føroyum grundað á kropsliga strekkið til fleiri av stóru bløðunum.

 

 

– Har eru ávíst nakrir ótrúliga evnagóðir ungir fotografar. Eitt gott dømi er Tróndur Dalsgarð. Hann hevur lisið á the Danish School of Journalism í Aarhus, sum brúkar nøkur av bestu myndatøkuforritunum í heiminum. Nú er hann aftur í Føroyum, tekur vakrar og sterkar myndir og klárar seg ógvuliga væl.
 

 

Benjamin sigur, at tey, sum hava viljan til at fáa tað at rigga, fara klára seg væl, hóast forðingar.

 


Skrivað hava: Emma Annika Thomsen & Rókur Herup Olsen

 

 
 

 

 

Sissal bloggar: #2. partur Sissal Drews Hjaltalin bloggar frá Cannes-festivalinum
Sissal bloggar: #1. partur Sissal Drews bloggar frá Cannes-festivalinum
Topp 10: Mest lisnu greinar á Röddini 2018 Her er ein listi yvir mest lisnu greinarnar í 2018
Sigarettirnar eru skiftar út við snús Fólkaheilsuráðið gav fyri stuttum út nýggja Gallup-kanning, sum vísir, at føroyingar roykja minni enn nakrantíð. Sambært kanningini roykja 25 % av...
Jólakalendarin: tiltøk í desember Tað eru sjálvandi eisini nógv tiltøk á skránni hendan jólamánaðan.