12-tals lívsstílurin
Røddin hevur hesa vikuna tema um lesiferiu og lesnaðartips, og í dag snýr tað seg um besta lívsstílin til at fáa toppkarakterirnar upp á pláss
18.05.2017 - 21:42

Hetta tíðarskeiðið á árinum er allarhelst tað tíðarskeiðið, har tú drekkur mest orkudrykkir og kaffi og hevur lættast við at fella í vanan av at eta skundverður og annan lættan mat, sum einki krevur av tær. Men í síðsta enda er hetta nakað tað býttasta, tú kanst gera fyri at røkka teimum góðu karakterunum. So hvat skalt tú gera?

 

Prioritera svøvnin

 

Fyrsta tip: Legg hasar orkudrykkirnar langt vekk. Koyr teir í skrell og gevst at hava nakað við teir at gera. Teir gera einki fyri teg, og tað einasta, sum hendir, er, at tú svevur minni um náttina og missir fokus, tá tú skalt fyrihalda teg til lesnaðin. Noyðist tú at inntaka koffein, er besti mátin at gera tað við at drekka vanligt kaffi ella te, og lat vera við at drekka tað beint áðrenn songartíð. Aftan á klokkan ellivu um kvøldið fært tú hóast alt lítið burtur úr at lesa, og at tvinga tín heila til at arbeiða víðari fer ikki at hjálpa uppá sakina. Tá tú merkir møðina koma yvir teg, og at tú hevur ringt við at skilja tað, tú lesur, er best at leggja bøkurnar frá tær og fara í song. Tað er einasti máti at endurstarta heilan og koma í rætt lag aftur.

 

Et rætt

 

Hóast tað er lættast at liva at sjokolátabarrum, Kims og take-out mati, so fer hetta eisini bara at vera ein bjarnatænasta. Tú sparir tíð í fyrstu syftu, men í sama dragi tekur tú orku frá tær sjálvari í framtíðini. Best er at geva tær stundir til at eta og at eta balanseraðar máltíðir við nokk av kolhydratum, sunnum feitti og proteinum, sum halda teg metta leingi, samstundis við, at tú fært nóg mikið av orku til at lesa restina av degnum.


Minst eisini til at drekka nóg mikið av vatni. Lætt er at gloyma tostan, men tað er týdningarmikið fyri heilafunktiónina, at tú minnist til at halda teg hydreraða.

 

Far út og rør teg

 

Eitt tað besta, tú kanst gera, er at minnast til at koma út úr húsinum og røra teg. Hetta er bæði fyri at fáa eitt sindur av luft aftur í kyknurnar, men eisini fyri at fáa nýggjan íblástur. Starir tú eftir tí sama í ov langa tíð, sært tú ikki alt tað, tú kanst síggja, og traðkar tú út um rammurnar, sært tú heilt sikkurt nakað nýtt. Hetta er serliga hjálpsamt, tá tað kemur til at greina og tulka søgur, men eisini fyri at fáa skil á teir tyngru fakligu tekstirnar.


Eisini hjálpir tað uppá orkuna at sleppa út, og kennir tú teg troytta ella demotiveraða, kann ein styttri túrur í frískari luft avgjørt fáa hjálpt uppá tað, og geva tær nýtt lív og orku.

 

Les eisini: Soleiðis repiterar tú best

 

 
 

 

 

Adventskalendarin: Míni amerikansku jól Jólini eru ikki heilt tey, mann sær í sjónvarpinum
Er lítil undirtøka til vakurleikakappingar ein javnstøðuspurningur? Eru ungar føroyskar kvinnur kúgaðar undir avoldaðum samfelagsnormum, ella eru aðrar orsøkir aftanfyri lága luttakaratalið til „Miss Faroe Islands“?
Interview við Moddi Moddi hevur verið á drúgvari konsertferð og endaði ferðina í Føroyum. Hann greiðir frá konsertferðini, og prátar um alt frá verkætlan hansara til hálvtrýss ára gamlar konur.
Snarskeið í at skriva BV3 Stress, stress og meira stress
Klumma: Eri eg ein pisa, ið ongantíð fer á flog? Eg eri takknemlig, eg eri glað, og eg vildi ikki havt tað á ein øðrvísi hátt. Men tað vilja øll hini.