Kyle MacLachlan er aftur sum Dale Cooper í Twin Peaks. Mynd: HBO Nordic, Showtime
Twin Peaks: Tyggigummi fyri tankarnar
Twin Peaks er aftur, og tað undirstrika vit á Røddini í dag. Les frálíku hugleiðingina hjá Torfinni Jákupssyni, Lynch-fjeppara og filmshøvundi
22.05.2017 - 10:55

Klokkan hálvgum fimm seinnapartin 3. oktobur fyri trimum árum síðani, sendi leikstjórin David Lynch út eitt tweet við einum kendum sitati frá sendirøðini Twin Peaks, sum síðani fyrst í '90unum hevur havt serstakan kultstatus millum hyggjarar, ummælarar og onnur við.

 

 

 

"That gum you like is going to come back in style," segði hann, og við tí gingu allar forsagnir frá deyðu Laura Palmer um at síggjast aftur eftir 25 ár upp í eina hægri eind.

 

Í dag, góðar 9.500 dagar eftir, at røðin endaði, lívnar hon uppaftur. Triðja sesong av sendirøðini hjá Lynch og Mark Frost verður aftur at síggja á skermum okkara, og tað er - í mótsøgn við alt, sum eg hati við reboots vanliga - at gleðast um.

 

 

Hyggjarar kunnu vænta sær nakað øðrvísi

 

Ongin ivi er um, at nógv hype er um hetta - og bæði tey, sum kenna upprunaligu røðina (og prequel filmin, sum tó kanska er verdur at ignorera), og tey, sum ikki vita nakað um umstríddu Laura Palmer, ella hvør drap hana, kunnu vænta sær eina heilt øðrvísi sjónvarpsuppliving enn tær vanligu.

 

Frá at vera á toppinum av primetime network ratings í USA og kjakevnið hjá øllum við kaffiborðið - inklusiv Gorbachev, sum ringdi til amerikanska forsetan, Bush, og kravdi, at Lynch segði honum, hvør mordarin var (Lynch noktaði; hann visti tað faktiskt ikki sjálvur) - til at vera nr. 85 út av 89 teim mest populeru á skíggjanum, áðrenn røðin varð avlýst eftir eina munandi vánaligari sesong tvey (av mongum orsøkum), hevur Twin Peaks átt sín heilt serliga leiklut í sjónvarpssøguni.

 

 

Twin Peaks var við til at broyta og at geva íblástur til nógv av tí, sum vit í dag taka fyri givið, tá tosað verður um gott sjónvarp. Hvørt talan er um søgugongd, stílistiska viðsjón, litríkar karakterir, slóðbrótandi soundtrack, tráðleysa samantvinning av tí gerandisliga og absurda og ónáttúrliga, skemtiliga og óhugnaliga vinkulin ella mangt annað við, so var Twin Peaks langt framman fyri sína tíð.


UM RØÐINA

Heiti: Twin Peaks

Útgivið: 22. mai 2017

Sesong: 3

Útgevi: HBO Nordic, Showtime

Skaparar: David Lynch og Mark Frost

Sjangra: drama, krimi, thriller, røð


 

...og hví er tað eitt must at kenna Twin Peaks?

 

Um tær dámar at hugsa og at fáa eina avbjóðing sum hyggjari, so er Twin Peaks vert at hyggja eftir. Ikki tí, at hetta er ein reklama. Men tí, at vit mangla meir av slíkum undirhaldi, ikki minst í Føroyum. Og har eru fleiri sambond millum Twin Peaks sum samfelag og Føroyar, kundi mann sagt.

 

 

Fólkatalið, loynidómarnir, slaturin, bygdasliga hugflogið, tað moralskt elitiska blandað við tað korrupta og annað gott.

 

 

Kanska mest týðandi fyri Twin Peaks er, at Lynch sum leikstjóri aldrin er bangin fyri at hoppa yvir í eina aðra grøv - og at gerast meira abstraktur og listarligur. At samantvinna meir enn tað, sum vit eru von við. At royna okkurt nýtt. At vera fullkomiliga ólogiskur og heilavaskandi. Um eg skuldi lýst røðina í einum setningi: Twin Peaks er tyggigummi fyri tankarnar. Men vit fáa at síggja, um hetta nýggja er líka gott sum tað gamla. Vit vilja hava svarini til ein tann størsta cliffhangarin nakrantíð frá finaluni av sesong tvey - sum annars fór út av kós eftir, at mordarin varð avdúkaður, og sum Lynch enn er argur um. Sum vit eisini upplivdu í sesong tvey, so er tað ikki altíð gott at fáa øll svar til allar spurningar. Tí tað er onkursvegna óvissan, sum ger tað heila eitt sindur meira áhugavert og spennandi.

 

 

Í hesum fake news tíðum vóni eg tó, at gløggi sannleikans agenturin, Dale Cooper, kann sleppa at njóta ein góðan kopp av kaffi afturat... og kanska enntá eisini eitt slice av cherry pie.

 

 

 

Skrivað hevur: Torfinnur Jákupsson, fjeppari, filmshøvundur og stovnari av filmsfjepparafelagnum Hygga Síggj.
 

Fyrsti partur av Twin Peaks III verður sýndur á stórskíggja í Havn í kvøld. Les meir um sýningina og um filmsfjepparafelagið Hygga Síggj her.

 

 

 
 

 

 

Handlar um tey viktigu virðini í lívinum Prógvini eru handað, og samstundis er hægsta miðaltalið fyri 2017 funnið. Í ár bleiv tað so Heidi Wolles Ljósheim úr Føroya Studentaskúla
#EinkiFiltur: Hevur voxbotn rakt botnin? Voxbotn er ov dýrt og skráin er vánalig, halda tey 6 ungu, sum viðgera "ársins konsertdag"
"Nokk bara eitt one hit wonder" Flestu, sum brúka sín gerandisdag í fólkaskúlanum, hava helst varnast eitt serligt ljóð koma úr hondunum á næmingunum fyri tíðina. Hoyr ljóðbrot her
Beyoncé fingið tvíburar! Víðagitna og navnframa parið, Jay Z og Beyoncé, hava júst átt tvíburar
RF17: Vistfrøðiligur Festivalur Roskilde Festival stuðlar vistfrøðiligum mati, og er ímóti matoyðsli