Terror: Skal eg vera bangin fyri at liva?

Terror: Skal eg vera bangin fyri at liva?
Tað er gerandiskostur at hoyra um, at ein bumba er brostin onkrastaðni í heiminum, og tað kennist næstan, sum um álopini bara nærkast og nærkast. Hesa ferð var tað í Manchester til eina Ariana Grande konsert
26.05.2017 - 20:28

Mánakvøldið hendi tað aftur. Enn eitt terror álop varð framt, og hesa ferð varð tað málrættað børnum og ungum. 12 børn doyðu. 10 vaksin doyðu. Og yvir 120 fólk vórðu særd.

 

 

Tað hevur fingið heimin at fara í baklás. Í Onglandi og í Italia er tilbúgvingin skrúvað for frá, og tað merkir, at tey fyrireika seg upp á enn fleiri álop. Milan er einasti stórbýur, ið enn ikki er álopin, og tí kann tað tykjast vera eitt upplagt stað hjá terrrorbólkinum ISIS at leggja eftir.

 

 

Men hvat við okkum menniskjum? Fyrireika vit okkum eisini uppá tað ringasta? Okkurt bendir á tað. Óttin fyri terror tykist fylla meir og meir millum okkum. Okkurt hissini fólk torir at fortelja, at tey ræðast at ferðast, ræðast at fara á konsertir og ræðast at fara á festivalar.

 

 

Hvat nú, um tað kom her?

Ræðuleikin er at hoyra og síggja allastaðni. Tað er komið so tætt at Føroyum, at man næstan byrjar at hugsa, um vit munnu vera næst?

 

 

Tað er tó lítil møguleiki fyri tí, vit eru jú ikki so kend uttanlands, og tí eru vit líkasum ikki eitt optimalt stað at leypa á. Eisini eru vit ikki meir enn 50.000 fólk, so hvat nyttar tað? Kanska kalt og kyniskt at siga, men um man hugsar um tað, so fær ISIS ikki nakað burturúr at koma til Føroyar.

 

 

Einki er so ringt, at tað ikki er gott fyri okkurt, ha?

Vit kenna bert til ræðuleikarnar, men hvat við tí góða í tí ringa? Tað eru fleiri dømir upp á, hvussu fólkini í Manchester standa saman fyri at koma yvir hetta álopið: Taxasjafførar bjóða ókeypis biltúrar til tey, ið hava tørv á tí. Og flestu taxasjafførarnir eru muslimar, sum fleiri eru ovfarin av.

 

 

 

Tá álopið varð framt, so runnu tveir heimleysir menn beint inn í ræðuleikan undir konsertini, fyri at hjálpa teimum, ið vóru særd.

 

 

Á hospitalum mugu læknar og sjúkrasystrar senda fólk burtur aftur, tí tað eru so nógv, ið vilja hjálpa og vilja geva blóð til tey, ið hava brúk fyri tí. Onkur fundraisar fyri at savna pening inn til familjurnar hjá teimum særdu.

 

 

Og, ja. Ariana Grande bjóðar seg at rinda fyri jarðarferðirnar hjá teimum deyðu.

 

 

Verðin stendur saman, tá terror álop henda, og tað er kanska vert at hava tað í tonkunum, tá ræðslan stingur seg upp. Samstundis sum verðin vísir seg frá síni óndastu síðu við at taka lívið frá tólv ósekum børnum, er kærleikin og hjálpin fleirfaldað.

 

 

Kanska skulu vit bara fara á konsert, fara at ferðast og fara á festival sum ongantíð áður. Kjansurin fyri at tað rakar okkum er evarskalítil, og tann everskalítla vandakjansin er lívið altso ov dýrabart at geva upp fyri. Lívið er í síðsta enda bara formað av teimum góðu løtunum, og tær skulu vit halda fram at skapa.

 
 

 

 

Sissal bloggar: #2. partur Sissal Drews Hjaltalin bloggar frá Cannes-festivalinum
Sissal bloggar: #1. partur Sissal Drews bloggar frá Cannes-festivalinum
Topp 10: Mest lisnu greinar á Röddini 2018 Her er ein listi yvir mest lisnu greinarnar í 2018
Sigarettirnar eru skiftar út við snús Fólkaheilsuráðið gav fyri stuttum út nýggja Gallup-kanning, sum vísir, at føroyingar roykja minni enn nakrantíð. Sambært kanningini roykja 25 % av...
Jólakalendarin: tiltøk í desember Tað eru sjálvandi eisini nógv tiltøk á skránni hendan jólamánaðan.