Tema: Hvat er cannabis?
Hvat er hassj? Er tað vandamikið ella kanska beinleiðis gagnligt? Røddin_X hevur kannað tí nógv royktu og nógv útskeldaðu urtina
30.05.2017 - 12:02
Óansæð um tú ert stórroykjari, bara hevur fingið tær ein guv í lívinum ella um tú ert beinleiðis ímóti nýtslu av urtini, so treingir tú óivað til nøkur fakta: Hvat er hassj? Er tað farligt fyri teg? Ella kann tað beinleiðis hjálpa tær?
 

Tað kann vísindin svara til deils, tí tað eru gjørdar ein rúgva av kanningunum um hassj. Í Røddin_X í dag kortleggja vitanina um hassj.


Røddin_X er ein vitunartung og vísindaliga borin partur av ungdómssíðuni Røddini, sum brúkar vísind og tøkni til at skúla ungdómin um ávís evni. Nú lata vit okkum í vísindaligu brillurnar og granska eitt øki. Hesa ferð: Hassj!
 
Hassj, Cannabis, torv, tjald og nógv nógv onnur heiti eru at finna á hesi urtini, sum nokk man teljast millum tær mest fjøltáttaðu nyttuplanturnar vit menniskju kenna til.

 
Tær fyrstu frásøgninar um plantuna munnu vera úr mið-Asia fyri túsunda vís av árum síðani, og man veit eisini at okkara forfedrar hava nýtt plantuna, síðani har er prógv um, at víkingar hava vovið klæði úr hamp. Plantan hevur ígjøgnum tíðina verið kultivera til ymisk endamál, soleiðis at man í dag kann brúka hana til klæði, roykja hana, eta hana, ella fáa sær ein góðan drekkamun - alt ann uppá um man ynskir at útføra eitt ritual, brúka hana sum medicin ella bara at njóta hana.
 
                                                                                                                               
Hóast hassj er ólógligt flestu staðni í Europa eru tað enn nógv sum nýta tað, eitt nú Danmark, har eini 7% av vaksnum fólkum nyta hassj í mun til Holland, har tað eru á leið 8%. Her heima í Føroyum hevur løgreglan tey seinastu 5 árini lagt hald á 2,24 kg hassj í miðal, men í ár er hetta talið vaksið, og inntil víðari hevur verið lagt hald á heili 19 kg hassj, sum var ætlað føroyska marknaðinum.
 
 
                                                                         
Tá ið man tosar um rúsandi evnini í cannbis, hoyrir man mest um THC (tetrahydrocannabiol) og cannabidiol (CBD). (Stoffið THC fær heilaskipanina at senda út dopamin, sum gevur eina kenslu av vælveru og gleði og er henda sonevnda euforiserandi ávirkanin tað, tey flestu søkja, tá tey fáa sær eina joint.)
 
 
Harumframt virkar THC eisini sum medicin fyri eitt nú pínu og epilepsi. CBD virkar eisini sum medisin, men er ikki eins euforiserandi sum THC og er tí vælegnað til medisinska viðgerð. Vanliga inniheldur medisinskt cannabis eina blanding av THC og CBD.
 
(Hassj inniheldur eisini fleiri onnur evni, sum eru sett saman og virka á ymsan hátt, hetta velst, hvat slag av cannabis talan er um. Illgruni er um, at THC kann skaða innlæringina hjá fólki, meðan CBD kann hava gagnliga ávirkan. Tá man inntekur hesi evnini saman, kann CBD møguliga mótvirka tað skaðiligu ávirkanina hjá THC.)
 
 
Cannabis sær sostatt út til at hava bæði góðar og ringar avleiðingar, men man má viðurkenna, at í vísindaligum høpi hava flestu kanningar víst á tær ringu avleiðingarnar.
 
Nógvar kanningar enntá hava ta rámandi niðurstøðu, at tá tú roykir hassj, er tað ein kjansur at fáa psykotisk mein, at tað kann ávirka minnið, motorikkin og enntá geva tær verri motivatión. Og tað yvirraskar okkum kanska ikki almikið.
 
Tó skal sigast, at hettar er mest galdandi hjá kroniskum brúkarum av hassji og hjá teimum sum inntaka stórar mongdir. Eisini er tað vísindaliga væl stuðlað undir, at varandi nýtsla hjá ungum upp til mitt í tjúgunum kann hava negativar avleiðingar á serliga sinnið.
 
 
Lítil orsøk at ræðast psykosurnar
 
 
Eitt, sum tú uttan iva hevur hoyrt um – og kanska ræðist, um tú hevur fingið tær ein guv – er hvussu cannabis kann útloysa psykosur og skizofreni.

 
Tá psykosir verða útloystar, er tað allarhelst, tí tað liggur í genunum - og tað er also ein minniluti av cannabis nýtarum sum uppliva psykotisk symptomir. Hugsast kann eisini, at hassj í summum førum ikki er orsøkin til psykosuna, men heldur at fólk sum byrja at gerast sálarsjúk kenna linna av hassjrúsinum og tí viðgerða síni symptomir við at roykja hassj. Hetta er nakað, sum vit enn ikki vita so nógv um, og sum má granskast víðari í framtíðini.
 
Cannabis sum heiligvágur?
 

Cannabis hevur sínar ringu síðir, men hevur eisini eitt stórt potentiali, tá ið tað kemur til heilivág.

 
Serfrøðingar kjakast nógv um, hvørjar samansetingar av aktivum evnum í canabis eru bestar til at viðgera tær ymisku sjúkurnar og um sjúkur kunnu grøðast og hvørjir sjúklingar kunnu fáa ein bata av viðgerini.
 
Enn verður cannabis mest brúkt til at linna pínu, kvalmu og krampar, men royndir eru eisini gjørdar at viðgerða sklerosu, parkinson og epilepsi.
 
Onnur symptom og sjúkur, har man eisini heldur cannabis kann brúkast sum viðgerð eru: glaukom (grøn stær), angist, schizophreni, nervaskaðar og krabbamein.
 
Alt hetta ljóðar sera lovandi, men um cannabis skal útskrivast sum heilivágur, er ynskiligt at vita meira um hvørji hjáárin kunnu vera. At man ikki heilt enn veit hvørji hjáárin kunnu koma í longdini, ger at flestu lond halda aftur, tá ið tað kemur til at loyva cannabis.
Eitt nú er týdningarmikið at kortleggja, hvussu cannabis riggar saman við øðrum heilivági og hvussu tað neyvt ávirkar tær ymisku sjúkunar og symptomini. Eisini vita vit enn lítið um, hvussu cannabis virkar saman við rúsdrekka.
 
Listafólk og hassj

Blaka allar fløgur, allar málningar, allar filmar, øll yrkingasøvn og allar bøkur burt, um tú ikki vilt vita av hassji. Tað segði ein kendur sangari sum aftursvar til tann ágangin, hassj fekk í 90unum.

Tað var kanska yvirdrivið at pástanda, at øll hassj er upprunin til alla list, men kortini vísir vísindin, at cannabis skapar góðar karmar fyri kreativitetin og skapanarhugin.

 
Um tað er nóg haldgóð orsøk til at legalisera hassj, tá avleiðingarnar eisini kunnu vera oyðileggjandi, sigur vísindin einki um. Tað er upp til valdshavarar at avgera.
 
Har er enn nógv eftir at kanna. Kanska serliga, tá tað ræður positivar eginleikar við hassjnýtslu í heilsufrøðini. Men higartil sær út til at vera mest prógv fyri, at hassj hevur negativar avleiðingar.
 
Hvørjar keldur hava vit brúkt til hesa greinina? 
 
 

 

 

Handlar um tey viktigu virðini í lívinum Prógvini eru handað, og samstundis er hægsta miðaltalið fyri 2017 funnið. Í ár bleiv tað so Heidi Wolles Ljósheim úr Føroya Studentaskúla
#EinkiFiltur: Hevur voxbotn rakt botnin? Voxbotn er ov dýrt og skráin er vánalig, halda tey 6 ungu, sum viðgera "ársins konsertdag"
"Nokk bara eitt one hit wonder" Flestu, sum brúka sín gerandisdag í fólkaskúlanum, hava helst varnast eitt serligt ljóð koma úr hondunum á næmingunum fyri tíðina. Hoyr ljóðbrot her
Beyoncé fingið tvíburar! Víðagitna og navnframa parið, Jay Z og Beyoncé, hava júst átt tvíburar
RF17: Vistfrøðiligur Festivalur Roskilde Festival stuðlar vistfrøðiligum mati, og er ímóti matoyðsli