Skal tað vera tú og eg 4-ever ella?

Skal tað vera tú og eg 4-ever ella?
Røddin kannar, hvat vísindin sigur um siðbundna hjúnarlagið, monogami og polygami
30.05.2017 - 13:40

Eftir Christinu Joensen

 

Fyrstu settu vit okkum á glíðibreytina, so kom strok á okkum og nú skreiða vit við fullari ferð.

Hjúnarlagið er ikki longur bara millum kvinnu og mann, og úr løgtinginum hoyrast spádómir um, at hetta er bara byrjanin upp á eina upploysn av tí siðbundna hjúnarlagnum. Politikkarir spyrja retoriskt, um vit í framtíðini skulu hava fleiri makar í senn. Men er glíðibreytin nakað, vit eiga at ræðast?


Røddin_X letur seg í vísindaligu brillurnar og kannar, um tað í veruleikanum er so ónáturligt at hava fleiri makar í senn.
 


 

Røddin_X er ein vitunartyngri partur av Røddini, sum brúkar vísind til at skúla ungdómin um ávís evni. Nú lata vit okkum í vísindaligu brillurnar. Hesa ferð granska vit: Monogami og polygami!

 

 

 

Allastaðni í náttúruni síggja vit, at djór hava fleiri makar yvir eina lívstíð. Tað er eiheldur óvanligt, at djór hava fleiri makar í senn. Í veruleikanum er tað nógv meiri sjáldsamt, at djór halda seg til bara ein maka í senn. Tí monogami er slett ikki serliga populert í náttúruni.

 

 
hggf
So hví skulu vit menniskju bara halda okkum til ein maka? Summi vilja vera við, at vit hoyra til í tí lítla brotpartinum, sum frá náttúrligari síðu eru monogam. Men nógv bendir á, at so er ikki...

 

 


 

Sex og religión

 

 

Vit hava allarhelst øll dreymin um at finna tann einasta eina. Samfelagsnormar eggja til, at vit giftast, fáa børn og liva lukkuligani inntil vit doyggja. Men normarnir fyrr vóru normarnir nógv strangari enn í dag. Tað kemst av, at religiónin plagdi at hava størri ávirkan á, hvussu fólk livdu.

 

 

Monogami er kanska nakað, sum serliga religión og mentan hevur lagt á fólk. Um vit hyggja aftur í søguna, eru nógvar mentanir, ið vóru nógv fríari seksuelt. Faktiskt er monogami slett ikki so vanligt sum vit halda. Polygami (sum er tá man hevur fleiri makar í senn) er eitt kent fyribrigdi í mongum mentanum. Tit hava nokk hoyrt um kamasutra og gomlu grikkarnir. Vit kunnu eisini líta at øðrum mentanum í okkara tíð, har parløg við fleiri makum ikki er óvanligt - eitt nú rastafarimentanin við Bob Marley og fleirkonarí í arabiskum londum.



 


Men vit síggja allarhelst monogami sum normin, tí tær mest útbreiddu religiónirnar, kristindómur og hinduisma, eggja til monogami.

 

Evolutiónerir fyrimunir?



Um tað er meir nátúrligt hjá menniskjum at hava ein partnara í senn ella fleiri, er nakað, sum hevur verið kjakast um leingi. Tað eru góðar grundgevingar bæði fyri og ímóti.


Monogami gevur meining, um vit hyggja eftir tí í mun til evolutiónina. Mamman leggur alla orkuna hjá sær í barnið og er meira bundin at tí, í mun til pápan, sum ikki gongur við barni, føðir tað og gevur bróst. Tað er hart at vera einsamøll um at fostra eitt barn, so um kvinnan heldur seg til ein maka, kann pápin lætta um byrðina. Tað er ein praktiskur fyrimunir við monogami. 


Mannfólk fáa eisini nakað burturúr tí, tí teir syrgja fyri, at teirra ílegur verða givnar víðari í børnunum. Monogami kann  hinvegin eisini forða fyri, at kvinnan fær tey bestu genini ella at mannfólkið ikki fær spjatt sínar ílegur so nógv sum gjørligt
. Tí kann tað evolutiónert vera ein fyrimunur, at fáa sær fleiri seksuellar partnarar.


 

Nossu kunnu kasta ljós á fortíðina



Men hvussu kunnu vit vita, um menniskju eru natúrliga monogam ella ei? Tað kann støddin á tínum nossum kanska geva okkum svar upp á. 

 


Vit menniskju eru súgdjór. Millum súgdjór eru tað bara 3-5%, sum eru monogam og tí eru vit menniskju eitt heldur sjáldsamt súgdjór, um vit altso framvegis halda upp á, at vit eru monogam.

 

Granskarar hava funnið útav, at um man samanlíknar støddina av nossum á apum í mun til kropsstødd, samsvarar støddin við hvørja seksuella skipan apinar hava. Hjá sjimpansum para fleiri hannar seg við fleiri honum og teir hava tey stórstu nossuni ímillum primatar. Harafturímóti hevur gibbonapan, sum er monogam, tey minstu nossini. Hetta kemst av, at ongin kapping er at para seg við so nógvum sum gjørligt. Um man hyggur eftir mannfólki, er støddin av nossunum nær um tann sama sum hjá sjimpansum. So..

 

 

Tíð til nýhugsan?

 

 

Spurningurin er so, um tað siðbunda føroyska hjúnarlagið yvirhøvur er so náttúrligt? Tað er ringt at siga, eftirsum átrúnaður og mentanin hevur so stóra ávirkan á okkum. Men taka vit evolutiónina, so eru bæði fyrimunir og vansar við siðbundna hjúnarlagnum.  
 

 

Vísindafólk hava í einari nýggjari kanning, roynt at hugt eftir, um monogam pør eru lukkuligari enn non-monogam pør. Úrslitið av hesi kanning er, at tað er nærum eingin munur á, hvussu væl parløgini fungeraðu. So kanska vit áttu at umhugsa okkara romantisku ideal? 
 


Hvørjar keldur hava vit brúkt til hesa grein?

slate.comvice.comgallup.dk og researchgate.net
 
 

 

 

Sissal bloggar: #2. partur Sissal Drews Hjaltalin bloggar frá Cannes-festivalinum
Sissal bloggar: #1. partur Sissal Drews bloggar frá Cannes-festivalinum
Topp 10: Mest lisnu greinar á Röddini 2018 Her er ein listi yvir mest lisnu greinarnar í 2018
Sigarettirnar eru skiftar út við snús Fólkaheilsuráðið gav fyri stuttum út nýggja Gallup-kanning, sum vísir, at føroyingar roykja minni enn nakrantíð. Sambært kanningini roykja 25 % av...
Jólakalendarin: tiltøk í desember Tað eru sjálvandi eisini nógv tiltøk á skránni hendan jólamánaðan.