Ummæli: The Ordinary

Ummæli: The Ordinary
"kennist kleprut og luktar kemiskt"
07.06.2017 - 14:14

Hanna Davidsen hevur skrivað

 

Tað hevur verið nógv tosað um merkið, The Ordinary, á føroyskum vakurleikabólkum og bara yvirhøvur á ymiskum bloggum á netinum. Av tí, at eg bleiv við at hoyra so nógv gott um hetta merkið, so vildi eg sleppa at kanna eftir, um tað veruliga var so gott, sum fólk søgdu. So eg fór beint inná asos.com og keypti mær tríggjar ymiskar vørur frá The Ordinary, soleiðis at eg sjálv kundi royna hetta undrið.

 

The Ordinary er eitt merki, ið hevur sett sær sum mál at selja bíliga húðrøkt við fáum, men úrslitagóðum ráevnum, soleiðis at øll kunnu fáa atgongd til hesi framúrskarandi evnini.

Eg fór sjálv at lesa um, hvat var í teirra vørum og um, hvat tað gjørdi við húðina. Men av tí, at tað var so nógv ymiskt at lesa um øll evnini, so bleiv tað skjótt møðsamt at lesa.

Tíbetur fann eg eina leiðbeining um, hvørja ávirkan evnini í vørunum hava á húðina, og hvat fyri húðtypu vørurnar rigga til.

 

Trýst á her fyri at síggja leiðbeiningina.

 

Mín húð er vanlig, men tó eitt sindur turr og reydlig. Harafturat hevur hon nakrar fáar óreinheitir, men ikki so nógv, at tað órógvar meg nakað serligt.

Útfrá leiðbeiningini valdi eg at keypa tvey serum: The Ordinary Lactic Acid 5% + HA 2% fyri at geva mínari húð eitt sindur av javnvág, og The Ordinary Salicylic Acid 2% Solution fyri at fáa eina klárari húð og møguliga minka um óreinheitirnar, ið eg havi.

Harafturat keypti eg The Ordinary Azelaic Acid Suspension 10%, ið er eitt krem, ið sigst at minka um reydligheitina í húðini. Tað kundi eg ikki takka nei til, so tað fór eisini beint í vørukurvina.

 

 

Tá eg fyrst byrjaði at brúka The Ordinary, legði eg serliga merki til luktin á serumunum. Sagt bart út, so luktaðu tey sera illa og eg var eitt sindur stúrin um at smyrja tey á andlitið, tí lukturin var so kemiskur. Eg var bangin fyri, at eg fór at vakna morgunin eftir við einum stórum útsletti. Men tíbetur sást einki ringt á húðini morgunin eftir.

 

Tá eg brúki serumini og kremið, byrji eg fyrst við at vaska andlitið. Tá ið húðin er tornað, smyrji eg Lactic Acid 5% + HA 2% á og lati húðina súgva tað til sín. Síðani smyrji eg Salicylic Acid 2% á og bíði til tað er tornað inn í húðina, og at enda smyrji eg Azelaic Acid Suspension 10% kremið á.

Serumini kennast eitt sindur kleprut, tá ið eg júst havi smurt tey á andlitið. Men kleprið hvørvur, tá ið eg smyrji kremið á.

 

Eg havi brúkt The Ordinary í ein mánaða, og fyri at vera púra ærlig, so sæst tað ikki nakar risa-stórur munur á húðini hjá mær. Tann einasti munurin, ið eg síggi er, at húðin sær eitt sindur klárari og javnari út. Men eg eri tó væl nøgd.

Tað, ið eg keypti, var bíligt, og tað gav eitt fínt úrslit, og eg ætli at blíva við at brúka The Ordinary, fyri at síggja, um úrslitið verður betri við tíðini.

 

Um tú hevur hug at royna okkurt frá The Ordinary, so haldi eg avgjørt, at tað er vert at royna.

Minst bert til at tryggja tær, at tú keypir okkurt, ið riggar til tína húð, við at fylgja leiðbeiningini, ið eg nevndi í byrjanini av ummælinum.

Um The Ordinary ikki riggar við tínari húð, so er tað ikki heimsins undirgangur, tí tað er so bíligt og skaðar ikki pengapungin!

 

The Ordinary kann keypast á:

theordinary.com

asos.com

beautybay.com

 
 

 

 

Sissal bloggar: #2. partur Sissal Drews Hjaltalin bloggar frá Cannes-festivalinum
Sissal bloggar: #1. partur Sissal Drews bloggar frá Cannes-festivalinum
Topp 10: Mest lisnu greinar á Röddini 2018 Her er ein listi yvir mest lisnu greinarnar í 2018
Sigarettirnar eru skiftar út við snús Fólkaheilsuráðið gav fyri stuttum út nýggja Gallup-kanning, sum vísir, at føroyingar roykja minni enn nakrantíð. Sambært kanningini roykja 25 % av...
Jólakalendarin: tiltøk í desember Tað eru sjálvandi eisini nógv tiltøk á skránni hendan jólamánaðan.