Soleiðis finnur tú tey feitastu klæðini í endurnýtsluhandlinum

Soleiðis finnur tú tey feitastu klæðini í endurnýtsluhandlinum
Røddin hjálpir tær við at finna tey feitastu og bíligastu klæðini
12.06.2017 - 18:03

Hanna Davidsen hevur skrivað

 

Manglar tú klæðir, og vilt tú sleppa frá at brúka ov nógvar pengar, so er bert eitt at gera: keyp í endurnýtsluhandlum!

Røddin hevur samlað tey bestu ráðini til, hvussu tú finnur tey feitastu klæðini í endurnýtsluhandlum.

 

Besta tíðspunktið

Besta tíðspunktið at fara í handlarnar er tíðliga á degnum, tí tá eru fægst fólk.

Eitt gott ráð er at fara fyrst í vikuni, helst mánadagar ella týsdagar. Tað er jú í vikuskiftinum, at fólk plaga at rudda út í teirra klæðum, og tí eru tað ofta nógv nýggj klæðir beint eftir vikuskiftið.

 

Hygg allastaðni!

Tað er umráðandi at hyggja ígjøgnum klæðini hjá báðum kynunum! Tað kann koma fyri, at konufólkaklæðini enda ímillum mannfólkaklæðini og øvut.

Onkuntíð hevur deildin hjá mótsætta kyninum eisini mega feit klæðir. Í mannfólkadeildini eru ofta góðir jakkar og merki-blusur at finna, og í kvinnudeildini eru ofta nógvar góðar og flottar troyggjur. So hygg í báðar deildirnar, og ver ikki bangin fyri at royna klæðini í deildini hjá hinum kyninum.

Hygg eisini ígjøgnum barnaklæðini, tí av og á kunnu klæðir í vanligari stødd enda ímillum barnaklæðini. Og hvør veit, kanska dreymablusan av óvart er endað har.

Hygg eisini at klæðum, sjálvt um tey ikki eru í tínari stødd, tí ofta kunnu tey passa allíkavæl.

 

Royn klæðini, áðrenn tú keypir tey

Flestu endurnýtsluhandlarnir í Føroyum hava eitt royndarrúm, so royn klæðini, áðrenn tú keypir tey. Hetta forðar tær í at koma til at keypa klæðir, ið tær ikki dámar.

Tryggja tær eisini, at klæðini eru í góðum standi. Kanna eftir, um nakar blettur ella hol eru í klæðunum. Og minst eisini til at kanna eftir, um klæðini lukta!

Tað er jú ikki serliga feitt at keypa okkurt og so seinni finna útav, at tað til dømis er eitt hol onkustaðni, ið tú ikki visti av. So hygg gjølla at klæðunum.

 

 

Hav tónleik í oyrunum

Onkuntíð verður tónleikur spældur í endurnýtsluhandlunum, men tað eru ikki øll, ið dáma tann tónleikin. So ger tær ein playlista við tínum yndistónleiki, ið tú kanst lurta eftir, meðan tú hyggur ígjøgnum klæðini. Tónleikurin kann fáa teg at seta ferðina niður og veruliga hyggja at klæðunum, soleiðis at tú ikki kemur til at leypa um okkurt, ið tú annars hevði viljað havt.

 

Ger tað til eina traditión

Tak eitt vinfólk við tær, tá ið tú fert í endurnýtsluhandil. Tit kunnu gera tað til eina traditión at fara saman nakrar ferðir um mánaðin. Tað økir um møguleikan hjá tykkum báðum at finna okkurt, ið tykkum dáma í endurnýtsluni.

Og so er tað eisini sera hugnaligt at hava ein vin við sær, tí tit kunnu tosa saman um klæðini, ið tit finna, og á hendan hátt styrkja tykkara vinarlag.

 

Er tú uttanlands?

Tað kann vera stuttligt at síggja, hvat fyri klæðir eru í endurnýtsluhandlunum uttanlands í mun til í Føroyum. Har búgva jú øðrvísi fólk, ið hava ein øðrvísi stíl, enn vit hava her heima. 

Finn ein endurnýtsluhandil, ið er tætt við teg, og far har ein morgun, tá ið tú annars ikki gert nakað serligt. Tað er avgjørt vert at royna.

 
 

 

 

Sissal bloggar: #2. partur Sissal Drews Hjaltalin bloggar frá Cannes-festivalinum
Sissal bloggar: #1. partur Sissal Drews bloggar frá Cannes-festivalinum
Topp 10: Mest lisnu greinar á Röddini 2018 Her er ein listi yvir mest lisnu greinarnar í 2018
Sigarettirnar eru skiftar út við snús Fólkaheilsuráðið gav fyri stuttum út nýggja Gallup-kanning, sum vísir, at føroyingar roykja minni enn nakrantíð. Sambært kanningini roykja 25 % av...
Jólakalendarin: tiltøk í desember Tað eru sjálvandi eisini nógv tiltøk á skránni hendan jólamánaðan.