Playlistin: Fríði Djurhuus

Playlistin: Fríði Djurhuus
Tjekka playlistan hjá Fríða út!
15.06.2017 - 17:35

Hesa ferð er tað 23 ára gamli Fríði Djurhuus, sum fer at deila sín playlista við hetinum “Hatur og vónloysi”. Fríði lesur søgu á Setrinum og er við í tungmálm bólkinum Iron Lungs. Hann vil vera við, at playlistin er ein blanding av myrkum sangum av ymsum stílum, so sum black metal, noise, soul, sum ikki fara yvir í tað totalt aggressiva, men hava við aðrar keðiligar kenslur at gera.

 

- Eg gjørdi hendan playlistan, tí eg hevði ikki funnið nakran, ið fokuseraði á tær somu kenslurnar og allíkavæl brúkti tónleik frá ymsum stílum. Eg helt, at heitið “Hatur og vónloysi” var stuttliga yvirdrivið, og tað lýsti huglagið á playlistanum nokk so væl, sigur Fríði.

 

 

- Eg vildi sagt, at eg lurti mest eftir tónleiki, sum kann kategoriserast sum punk ella tungmálm, men sum flest onnur fólk, so lurti eg eftir “øllum” stílum. Eg trúgvi, at allir stílar hava okkurt gott (eisini country). Í seinastuni havi eg lurtað nógv eftir $uicideboy$, Cigarettes After Sex, Kendrick Lamar og Atari Teenage Riot.

 

Fríði fær íblástur til tónleik ymsastaðni frá, men mest frá ummælarum, serliga The Needle Drop á YouTube. Eisini frá playlistum á Spotify og annars frá at tosa við fólk um tónleik.

 

- Mær dámar væl at fáa íblástur frá øðrum fólki, sjálvt um teirra stílur er sera øðrvísi frá mínum, tí eg haldi, at øll hava okkurt spennandi, sum tey lurta eftir, sum eg ikki havi hoyrt fyrr.

 

 
 

 

 

Sissal bloggar: #2. partur Sissal Drews Hjaltalin bloggar frá Cannes-festivalinum
Sissal bloggar: #1. partur Sissal Drews bloggar frá Cannes-festivalinum
Topp 10: Mest lisnu greinar á Röddini 2018 Her er ein listi yvir mest lisnu greinarnar í 2018
Sigarettirnar eru skiftar út við snús Fólkaheilsuráðið gav fyri stuttum út nýggja Gallup-kanning, sum vísir, at føroyingar roykja minni enn nakrantíð. Sambært kanningini roykja 25 % av...
Jólakalendarin: tiltøk í desember Tað eru sjálvandi eisini nógv tiltøk á skránni hendan jólamánaðan.