Handlar um tey viktigu virðini í lívinum

Handlar um tey viktigu virðini í lívinum
Prógvini eru handað, og samstundis er hægsta miðaltalið fyri 2017 funnið. Í ár bleiv tað so Heidi Wolles Ljósheim úr Føroya Studentaskúla
23.06.2017 - 14:51

Heidi Wolles Ljósheim er 18 ára gomul og hevur gingið á almennu leið í Hoydølum síðan 2014. Í løtuni býr Heidi í Havn, men størsta part av lívinum hevur hon búð í Grønlandi í eini bygd, ið kallast Paamiut.

 

Student hevur ment meg sum persón

 

Heidi lýsir sína studentatíð sum spennandi, mennandi og avbjóðandi. Serliga er hon glað fyri vinaløgini, man fær sær, sum heilt klárt fara at vara alt lívið. Hon greiðir frá, at síðan hon er byrjað í student og til tann dag í dag, so hevur hon ment seg nógv og kennir seg als ikki sum sama persón. Hon sigur eisini, at tíðin í Hoydølum hevur víðkað hennara sjónarmið á nógvar ymsar mátar.

 

Við ókeypis atgongd til skúla skulu vit sjálvandi gera okkara besta

 

Heidi greiðir eisini frá, at grundin til, at hon hevur klárað seg so mikið væl, er, tí hon altíð roynir at gera sítt besta og ger sær góðan ómak á øllum økjum. Tað, ið motiverar hana til at blíva við, er, at vit her í Vesturheiminum eru so heppin at hava ókeypis skúla, og tá man er so heppin at hava teir møguleikarnar, sum vit hava, so skal man sjálvandi gera sítt besta. Umframt hetta og hennara trúgv á Guð, so hevur hetta heilt víst motiverað hana til at stremba víðari og at røkka hennara málum. Hon greiðir eisini frá, at hon altíð hevur verið ein strembari og altíð gjørt sítt besta, so hon persónliga kann vera nøgd við sítt avrik.

 

Tað snýr seg um raðfesting og veruligu virðini í lívinum

 

Síðan greiðir Heidi frá, at hóast hon hevur havt trý arbeiðir alt sítt studentarlív, so hevur hetta ikki forðað henni í nøkrum. Harafturat hevur hon eisini verið útvarpsvertur eina ferð um vikuna og havt tíð til vinfólk, familju, seriur o.s.fr. Hon heldur, at tað einasta, alt hetta snýr seg um, er at raðfesta tingini rætt. Hóast hon hevur verið so upptikin, so hevur hon roynt at seta sína trúgv fram um alt og latið tað verið grundarlagið í øllum, sum hon ger. Hon sigur eisini, at tað er umráðandi at hugsa um, hvat tey veruligu virðini í lívinum eru.

 

 

Dreym um lesa í Onglandi

 

Eftir summarfrítíðina fer Heidi allan vegin til Eysturríkis á bíbliuskúla saman við fólki frá øllum heiminum. Hetta gleðir hon seg nógv til, og tá hon kemur aftur á jólum, fer hon at søkja sær eitt fulltíðarstarv. Heidi hevur ein dreym um at lesa støddfrøði í Bretlandi. Allarhelst vil hon lesa á kenda skúlanum Oxford ella Cambridge.

 

Til seinast vil Røddin ynskja Heidi hjartaliga tillukku við próvnum og tað besta í framtíðini. 

 
 

 

 

Sissal bloggar: #2. partur Sissal Drews Hjaltalin bloggar frá Cannes-festivalinum
Sissal bloggar: #1. partur Sissal Drews bloggar frá Cannes-festivalinum
Topp 10: Mest lisnu greinar á Röddini 2018 Her er ein listi yvir mest lisnu greinarnar í 2018
Sigarettirnar eru skiftar út við snús Fólkaheilsuráðið gav fyri stuttum út nýggja Gallup-kanning, sum vísir, at føroyingar roykja minni enn nakrantíð. Sambært kanningini roykja 25 % av...
Jólakalendarin: tiltøk í desember Tað eru sjálvandi eisini nógv tiltøk á skránni hendan jólamánaðan.