RF17: Ein upphiting, sum vil nakað

RF17: Ein upphiting, sum vil nakað
Tað er ymiskt, hvat fólk gera í upphitingini til Roskilde Festivalin. Summi fara til konsertir, og onnur halda sínar egnu
28.06.2017 - 09:40

Roskilde Festivalurin 2017 hevur heilt nógv at bjóða, og tí er Røddin sjálvandi eisini á staðnum. Tað eru fleiri, sum kenna kendu bólkarnar the Weeknd, the Lumineers og Foo Fighters. Tey og nógv onnur fara at seta dagsskránna á Roskilde.
Tónleikarirnir eru nógvir og tey, sum ikki eru við á Roskilde, kunnu hita upp heimanifrá.



 

Sjálv upphitingin

 

 

Nógv fólk ganga runt og gleða seg til tónleikin, sum fer at vera. Onnur fólk hava ikki sama tol og halda tí sínar egnu konsertir.
summi hava tikið sínari egnu stóru hátalarar við og halda eitt rimmar langt ball (Eisini klokkan 7 um morgunin, tá mann roynir at sova).
Og hvussu sær eitt sovorðið ball út? Ja, tað kanst tú síggja her:

 

 

Tað er eyðsæð, at tað er ein ávísur tónleikur, sum ger seg galdandi í hesu ballini á tjaldingarøkinum. Tað eru ikki bert danir, sum koma á Roskilde. Flest norðurlond er væl umboðað á festivalinum. Tað hoyrist eisini serliga væl, tá ein ferðast millum fólkini. Røddin hevur verið runt og spurt tey ymisku fólkini, hvat slag av tónleiki tey lurta eftir:

Kanska ikki so stórur samanhangur millum skránna
og tað, sum verður spælt á tjaldingarøkinum.
 
Mann sær skjótt, at tað eru nakrar ávísar sjangrur, sum gera nógv um seg. Tað eru teir sangirnir, sum eru á toppinum av Spotify listanum og so norðurlendskur rappur.


-Eg havi glett meg at hoyra Auðn spæla!
 
Teir 'ókendu' sangarirnir fáa fólkið upp at koyra
Teir fyrstu dagarnir á festivalinum eru skipaðir soleiðis, at teir minni kendu tónleikarirnir spæla. Hóast hetta so hava hesir 'minni' kendu bólkarnir eisini nógvar fjepparar. Serliga sást hetta, tá Noah Carter fór at spæla. Tey flestu fingu ikki hoyrt tónleikin, tí fólk róptu og geylaðu so nógv.

Tað er eisini ein serlig mentan, sum hoyrir til ávísar konsertir. Íslendski black metal bólkurin Auðn fekk eisini fólkið upp at koyra. Hetta skal skiljast sum, at fólkini fóru í, sum verður nevnt ein Mosh pit.
Hvat tað er, kanst tú síggja her:

Og hetta er bert nakað av tí, sum fer fram undir upphitingini á Roskilde. Tað verður spennandi at síggja, hvat sker teir komandi dagarnir.

 

 
 

 

 

Sissal bloggar: #2. partur Sissal Drews Hjaltalin bloggar frá Cannes-festivalinum
Sissal bloggar: #1. partur Sissal Drews bloggar frá Cannes-festivalinum
Topp 10: Mest lisnu greinar á Röddini 2018 Her er ein listi yvir mest lisnu greinarnar í 2018
Sigarettirnar eru skiftar út við snús Fólkaheilsuráðið gav fyri stuttum út nýggja Gallup-kanning, sum vísir, at føroyingar roykja minni enn nakrantíð. Sambært kanningini roykja 25 % av...
Jólakalendarin: tiltøk í desember Tað eru sjálvandi eisini nógv tiltøk á skránni hendan jólamánaðan.