Stílurin: Beinta Brynhildardóttir
- Eg royni bara at gera mítt besta fyri at spegla mítt uttara við mítt innara
04.07.2017 - 17:32

Tikið myndir og filmað hevur: Hanna Davidsen

 

 

17 ára gamla Beinta Brynhildardóttir gongur í studentarskúlanum í Hoydølum, og hon hevur ein heldur serligan stíl og máta at seta klæðir saman á. Henni dámar væl litføgur klæðir, serliga klæðir við ”pang-litum”, sum hon kallar tað. Ja, tá hon varð spurd um litirnar í hennara klæðum, segði hon rætt og slætt, at svørt klæði vóru hennara fíggindi.

 


 - Eg gangi faktiskt ikki serliga nógv uppí, hvat eg gangi í, tí at sjálvt um tað er mega kul, tá mann hevur onkur nice klæðir at fara í, so er tað ikki nógv, ið hava ráð at bert eiga klæðir, tey dáma, so eg kann ikki allatíð ganga uppí tað, men so tá tað líka liggur fyri at seta okkurt saman, sum eg haldi riggar væl, er tað super feitt. 
 


Beinta fær sín íblástur frá ymsari list. Henni hevur altíð dámað væl list og at seta litir og kompositiónir saman á ymsan hátt, og fyri hana eru klæðir bert ein annar máti at gera hetta á.
 


- Eg royni at keypa nógv endurnýtt, og eg havi eisini nógv, sum er ordiliga feitt, men so kemur tað fyri, at eg síggi okkurt ordiliga dýrt á netinum ella í einum klædnahandli, sum eg absolutt forelskist í, og so má eg arbeiða og spara upp, tí eg má bara hava tað. 
 


- Í løtuni eri eg faktiskt í ferð við at spara upp til eina nýggja skúlatasku, ið er klár og gjøgnumskygd. Tað verður spennandi...

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 
 

 

 

Sissal bloggar: #2. partur Sissal Drews Hjaltalin bloggar frá Cannes-festivalinum
Sissal bloggar: #1. partur Sissal Drews bloggar frá Cannes-festivalinum
Topp 10: Mest lisnu greinar á Röddini 2018 Her er ein listi yvir mest lisnu greinarnar í 2018
Sigarettirnar eru skiftar út við snús Fólkaheilsuráðið gav fyri stuttum út nýggja Gallup-kanning, sum vísir, at føroyingar roykja minni enn nakrantíð. Sambært kanningini roykja 25 % av...
Jólakalendarin: tiltøk í desember Tað eru sjálvandi eisini nógv tiltøk á skránni hendan jólamánaðan.