Street, skate, surf og klintriklæðir í Útilív

Street, skate, surf og klintriklæðir í Útilív
Nýggjur handil letur upp í Havn við mongum spennandi klædnatilboðum
07.07.2017 - 12:39

Leygardagin 8. juli letur nýggjur og heldur serligur handil upp í Kongagøtu í Havn. Talan er um klædnahandilin Útilív, ið Ólavur S.T. Thorsteinsson, betur kendur sum Trödl, og diskarin Michael A.C. Johannesen, standa fyri.

 

 

Útilív er ein modernaður útilívs- og streetwearhandil, og konsept teirra er "stórbýurin møtir Føroyum". Hetta kennist eisini aftur í, hvussu handilin sær út, tí tá mann setir fótin inn í lítla handilin, kennist tað, sum mann er á onkrari síðugøtu á Strøget í Keypmannahavn.

 

Klæðini í handilinum venda sær til ein breiðan skarða. Sambært teimum, miðja teir eftir modernaða útimenniskjanum, tann modernaða ævintýraran, men sjálvandi er eisini mangt til stórbýarmenniskjað.

 

Talan er um ein sokallaðan "pop-up" handil, har ætlanin er, at opið skal vera í 3 mánaðir í summarhálvuni og 3 mánaðir í vetrarhálvuni. Hinar mánaðirnar verður tað nethandil.

 

Skate, surf og klintriklæðir

 

Tá mann skal lata ein útilívsklædnahandil upp í Føroyum, má mann sjálvandi taka atlit til veðurlagið, ikki bert, tá tað kemur til at ganga uppi í fjøllunum, men eisini, tá tað kemur til gerandislívið. Hetta siga teir seg eisini hava gjørt, bæði frá skate til surf og til klintriklæðir.

 

Men klæðini eru annað enn bert at verma teg við í náttúruni, sambært teimum, umboða tey eisini ein lívsstíl og eina lívsáskoðan.

 

- Hjá okkum er tað persónliga viktigt, at tað er ein vissur eksklusivitetur tengdur at klæðunum, og tí eru bert avmarkaðar nøgdir av hvørjum einkultum plaggi - So tað er fyrst til bakaran, sum mann sigur!

 

- Vit hava báðir altíð viljað skilt okkum burturúr - serliga, tá tað kemur til klæðir. Vit kenna báðir væl kensluna, tá mann hevur brúkt nógvar pengar upp á eitt nýtt plagg, og so er komin oman í býin og møtir minst fimm øðrum í júst sama plaggi.

 

Merkini, ið verða til keyps eru mong. Summi kend, summi meira ókend, og nøkur eru so ókend, at tey bert kennast í ymsum undirgrundsmentanum. Eisini koma klædnamerkini úr øllum heiminum, t.d. kemur Deus Ex Machina heilt úr Avstralia. Tó eru eisini nógv, ið ikki eru líka fjarskotin, sum t.d. Alis úr Danmark.

 

- Vøruúrvalið verður størri so við og við, hesi eru nøkur av teimum merkjunum, vit hava valt at byrja við.

 

 

Útilívsstílur og streetwear

 

- Vit síggja ein vaksandi áhuga í at brúka náttúruna og at vera úti í náttúruni. Alsamt fleiri fólk eru byrjað at surfa, klatra í fjøllunum og skate'a.

 

Konseptið er at gera tað styttri frá tanka til veruleika. Um mann fær hug at surfa, so noyðist mann ikki longur at nýta tímar á netinum at finna útav, hvat mann skal keypa, síðani bíleggja og so bíða nakrar vikur til pakkin kemur. Nú kann mann keypa hesa útgerð í Føroyum.

 

Men, sum sagt, umboða teir ikki bert útilívsklæði, men eisini streetwear. Streetwear er ein klædnamentan, ið hevur sín uppruna í 80’unum, har hon stakk seg upp saman við skate og hipp-hopp mentanunum, og er, sum navnið sipar til, til gøtubrúk í stórbýum.

 

- Í løtuni er eitt rák innan útilívs- og streetwearklæðir, har mann roynir at samantvinna hesar greinarnar. Tær báðar greinarnar hava tað í felag, at tær báðar venda sær til aktivitetir. Í tí eina nýtir mann náttúruumhvørvið, og hinum nýtir mann býarumhvørvið. Enn er hetta rákið ungt, men tað flytir seg hesa leiðina.

 

Pop-up launch party verður í handlinum í Kongagøtu 7, leygardagin 8. juli klokkan 19, við ymsum spennandi, umframt ein DJ.

 

 

 

 
 

 

 

Sissal bloggar: #2. partur Sissal Drews Hjaltalin bloggar frá Cannes-festivalinum
Sissal bloggar: #1. partur Sissal Drews bloggar frá Cannes-festivalinum
Topp 10: Mest lisnu greinar á Röddini 2018 Her er ein listi yvir mest lisnu greinarnar í 2018
Sigarettirnar eru skiftar út við snús Fólkaheilsuráðið gav fyri stuttum út nýggja Gallup-kanning, sum vísir, at føroyingar roykja minni enn nakrantíð. Sambært kanningini roykja 25 % av...
Jólakalendarin: tiltøk í desember Tað eru sjálvandi eisini nógv tiltøk á skránni hendan jólamánaðan.