Amnesty á G!

Amnesty á G!
Les samrøðu við Lív Patursson úr Amnesty Føroyar um nýggja átakið: Mynd Krevur Samtykki
14.07.2017 - 19:30

Skrivað hava Magnus Høgenni og Tóra í Stórustovu

 

Alskyns básar eru settir upp á Syðrugøtu í samband við G! festivalin um vikuskiftið. Átøk, matstøð, klædnahandlar, you name it. Mitt á økinum kanst tú eisini finna Amnesty Føroyar. Eins og undanfarin ár halda tey til í sentrum á festivalinum, nevniliga millum fjósið og sandin. Í ár er tað spildurnýggja átakið Mynd Krevur Samtykki, ið er í fokus.

- Tiltakið, sum vit hava í ár, eitur Mynd Krevur Samtykki, ið er framhald av tiltakinum Sex Krevur Samtykki. Yvirornaða temaið er, hvat samtykki merkir, hvussu tað verður givið og fingið, og í ár er tað so í mun til myndir.

 

 

 

Tað snýr seg um kropslig rættindi

Samtykki tiltøkini hava Amnesty Føroyar skipað fyri í samstarvi við Fólkaheilsuráðið, Sig frá og Politinum.

- Vit prátaðu nógv við Fólkaheilsuráðið, Sig frá og politiið um, hvussu nógvar myndir fylla í dagligdegnum hjá teimum ungu. Tað, at mangt verður lagt út og sent aftur og fram gjøgnum Snapchat og Facebook. Vit hildu, at har manglaði uppdragilsi innan hetta økið; hvat er í ordan at leggja út, og hvat ikki er. Hetta tiltakið er jú ein partur av einum størri átaki hjá Amnesty International um kropslig rættindi, sigur Lív Patursson.

 

 

 

Upplagt at lýsa við á G!

Av tí at G! festivalurin røkkur størsta partinum av teimum ungu í Føroyum, valdi Amnesty Føroyar sjálvandi at lýsa við nýggja átakinum mitt á økinum, har øll síggja.

- Vit valdu at ordiliga skjóta tiltakið í gongd á G!, tí vit vita, at her eru ógvuliga nógv ung, og at nógvur áhugi er fyri hesum málinum. Átakið koyrir eisini nógv á sosialu miðlunum, og tað fyllir líka nógv har, sigur Lív at enda.

 

 

 

Øll eru vælkomin forbí hjá Amnesty Føroyum inni á økinum. Har tú kanst fáa eitt gott prát, ein kaffimunn og eina "Mynd Krevur Samtykki!" fyribils tattovering.

 

 

Myndir: Magnus Høgenni

 
 

 

 

Sissal bloggar: #2. partur Sissal Drews Hjaltalin bloggar frá Cannes-festivalinum
Sissal bloggar: #1. partur Sissal Drews bloggar frá Cannes-festivalinum
Topp 10: Mest lisnu greinar á Röddini 2018 Her er ein listi yvir mest lisnu greinarnar í 2018
Sigarettirnar eru skiftar út við snús Fólkaheilsuráðið gav fyri stuttum út nýggja Gallup-kanning, sum vísir, at føroyingar roykja minni enn nakrantíð. Sambært kanningini roykja 25 % av...
Jólakalendarin: tiltøk í desember Tað eru sjálvandi eisini nógv tiltøk á skránni hendan jólamánaðan.