Hetta sker á G!

Hetta sker á G!
Dagarnir á G! í stuttum
14.07.2017 - 18:14

Skrivað hevur Anita Hermansdóttir Eidesgaard

 

Gjárdagurin var góður, og tað var gott lag bæði á tjaldingar- og festivaløkinum. Hóast nógv høvdu verið har kvøldið fyri, so vóru tey flestu í góðum lag aftur í gjár.

 

Har vóru fleiri, sum fóru á konsert hjá Konni Kass, og fyri tey, sum dáma tónleik hennara, var tað ein góð og væleydnað konsert.

 

Har vóru nógv fólk á tjaldingarøkinum líka til midnátt, tá tey flestu fóru at lurta eftir konsertini hjá MØ. Tey flestu fóru til gongu til Syðrugøtu, har festivaløkið er, meðan onnur fóru við bussi. MØ var eitt sindur seinkað, men tað er nakað, sum verður væntað av tííkum konsertum. Tað eru ymsar meiningar um, hvussu hennara tónleikur er. Tí eru eisini ymiskar meiningar um, hvussu góð konsert hennara var í gjár. Hóast hetta, so var tað lív í undir konsertini.

 

Les eisiniUmmæli: konsert í heimsklassa á Gøtusandi

 

Í dag ...

er longu gott lag á tjaldingarøkinum, tí G! paradan er farin í gongd. Orka, Suspekt og Desert Mountain Tribe fara at spæla á sandinum í kvøld. 200 verður eisini at hoyra á spæliplássinum. Har eru nakrar konsertir afturat tí, men tað eru allarhelst hesar, sum fara at fáa ungdómin við í kvøld.

 

 

Í morgin ...

verður millum annað Alphaville at hoyra, sum spæla monsterhittið ”Forever young”. Hóast hetta er ein bólkur, sum tiltrekkir tey eldru, so kann tað væntast, at bólkurin eisini fær tey ungu við. Hóast vit hava hoyrt Danny and The Veetos ofta, so verða teir eisini at hoyra í morgin. Eg ivist ikki í, at teir fara at fáa nógvar áskoðarar, hóast vit hava hoyrt teir fyrr.

 

Tað er endaspurturin, sum verður í morgin og væntast kann tí, at morgindagurin verður eitt rimmarball. Tí G! er bert eina ferð um árið!

 

Tað er tó heilt sikkurt, at tey ungu vera mest á tjaldingarøkinum um hesar dagarnar, eins og undanfarnu árini.

 
 

 

 

Sissal bloggar: #2. partur Sissal Drews Hjaltalin bloggar frá Cannes-festivalinum
Sissal bloggar: #1. partur Sissal Drews bloggar frá Cannes-festivalinum
Topp 10: Mest lisnu greinar á Röddini 2018 Her er ein listi yvir mest lisnu greinarnar í 2018
Sigarettirnar eru skiftar út við snús Fólkaheilsuráðið gav fyri stuttum út nýggja Gallup-kanning, sum vísir, at føroyingar roykja minni enn nakrantíð. Sambært kanningini roykja 25 % av...
Jólakalendarin: tiltøk í desember Tað eru sjálvandi eisini nógv tiltøk á skránni hendan jólamánaðan.