4 tær bestu reality-sendingarnar nakrantíð!

4 tær bestu reality-sendingarnar nakrantíð!
Keðir tú teg, og ynskir tú at missa eitt par av heilakyknum?
21.07.2017 - 19:19

Hevur tú ov nógva tíð um hendurnar? Tímir tú ikki at gera nakað produktivt? Ella vilt tú hava okkurt at spæla í bakgrundini, meðan tú gert okkurt produktivt? Her er ein listi yvir mest ikonisku reality sendingarnar nakrantíð.

 

 

The Simple Life

 

Sjónvarps duoir finnast fleiri av, Tom & Jerry, Walter White & Jesse Pinkman, Sjúrður Skaale & Jákup Veyhe, men har er eitt par, ið trumfar øll hesi: Paris Hilton & Nichole Richie.

 

Trýrt tú tí ikki? Hygg so at The Simple Life, ið snýr seg um, at tær báðar, Paris og Nicole, tvær ríkar og býttar blondinur, skulu út í lítla bygd í Arkansas at búgva og arbeiða. Tær verða m.a. bóndir, krambúðarkallar og vaskikonur. Hetta eru hvørgan teirra vanar við, og tí er tað sera skemtiligt at eygleiða.

 

Í grundini stavar ímyndin av býttum blondinum frá hesi sendingini. Sendingin kom út mánaðir eftir, at sextape'ið hjá Paris kom út, og fólk fingu ikki nokk av hennara persónligheit. Har eru 5 seasons og 55 partar, so har er nokk at hyggja at!

 

 

Keeping Up with the Kardashians

 

Mann elskar tær ella mann hatar tær, men mann kann ikki avnokta, at tær sum heild hava havt stóra ávirkan á pop-mentanina.

 

Tá sendingin byrjaði langt afturi í 2007, var Kim Kardashian bert ein pen genta við einum sextape'i við sangaranum Ray J. Nú er hon heimskend, væleydnað og úrslitagóð handilskvinna.

 

Sendingin fylgir Kim, systrum hennara og teirra "momager" Kris Jenner í teirra gerandisdegi. Kanska ljóðar tað keðiligt, men tað kann mann gott lova fyri, at tað ikki er! Sendingin er full av drama, klanduri, marglæti og øðrum tílíkum.

 

Sendingin hevur havt so stóra ávirkan, at hon hevur nærum gjørt sín egna sub-Kultur, og fólk eru heilt Krazy í familjuni. Har eru 13 seasons og heili 195 partar!

 

 

Flavor of Love

 

Flavor of Love er meira sum eitt game-show enn eitt reality show. Tað líkist og minnir um The Bachelor, men er nógvar túsund ferðir løgnari.

 

Sendingin fylgir rapparanum Flavor Flav og leitan hansara eftir eini konu. Flavor Flav hevur sjálvur eina persónligheit, ið fyllir nógv, og hann er eitt sindur av einum serlingi. Tí máttu luttakararnir í sendingini vera uppaftur løgnari. Hetta skapar ein góðan og skemtiligan stemning.

 

Kanska hevur tú longu sæð eitt brot úr sendingini, har luttakarin "Hottie" serverar ráan og ókókaðan høsnarunga, ið bleiv "viral" fyrr í ár. Har eru 3 seasons og 39 partar.

 

 

Martha & Snoop's Potluck Dinner Party

 

Martha Stewart og Snoop Dogg, ja, ein heldur serlig samanseting. Hon er snobb og partur av yvirstættini, hann er hash roykjandi rappari, men saman servera tey lekkran døgurða og eina rúgvu av skemtiligum stundum.

 

Í hvørjum parti gera tey døgurða saman við fleiri ymiskum øðrum kendum fólkum. Sendingin minnir kanska eitt sindur um donsku røðina 4-stjerners middag, men er nógv stuttligari. Har er 1 season og 10 partar.

 

Allar hesar sendingarnar eru 100% verdar síggja, og tað er ongin kjansur, at tú fert at angra tað!

 
 

 

 

Sissal bloggar: #2. partur Sissal Drews Hjaltalin bloggar frá Cannes-festivalinum
Sissal bloggar: #1. partur Sissal Drews bloggar frá Cannes-festivalinum
Topp 10: Mest lisnu greinar á Röddini 2018 Her er ein listi yvir mest lisnu greinarnar í 2018
Sigarettirnar eru skiftar út við snús Fólkaheilsuráðið gav fyri stuttum út nýggja Gallup-kanning, sum vísir, at føroyingar roykja minni enn nakrantíð. Sambært kanningini roykja 25 % av...
Jólakalendarin: tiltøk í desember Tað eru sjálvandi eisini nógv tiltøk á skránni hendan jólamánaðan.