Sesh'17: Skating knýtir fólk saman

Sesh'17: Skating knýtir fólk saman
Skating, hugni, kappingar og samanhald
24.07.2017 - 16:53

Hanna Davidsen hevur skrivað.

 

Tað er sjáldan, at man sær so nógvar skate'arar í Føroyum, sum leygardagin tann 22. juli, tá ið fleiri skate'arar samlaðust við Venjingarskúlan til Sesh'17.

Øll, sum vóru áhugað í at skate'a, rulliskoytum, rennihjólum og øllum øðrum hugsandi, høvdu møguleikan at fara niðan til Venjingarskúlan at brúka ein dag saman við fólkum, ið øll høvdu sama áhugamál.

 

Sjálvt um tað ikki bert vóru fólk, ið tímdu at standa á skateboard, ið kundu koma hendan dagin, so vóru tað tó skateboard'ini, ið høvdu meirilutan.

Gjøgnum allan dagin vóru fleiri skateboard-kappingar, har vinnarin kundi vinna ymiskt, millum annað eitt flott skateboard-bretti.

Skating í Føroyum

Røddin hevur tosað við fyrireikararnar Ólavur S.T. Thorsteinsson, Jaspur Hentze Magnussen og Kristian M. Heen, sum siga, at høvuðsorsøkin til, at teir skipa fyri tiltøkum sum Sesh'17 er tí, at teir vilja skapa eitt størri samanhald í einum ítrótti, ið oftast verður dyrkaður individuelt ella í smærri bólkum. Teir vilja knýta fólk tættari við skating.

 

- Við Sesh tiltakinum royna vit at varpa ljós á tað størsta ynski í føroyska skate-umhvørvinum, ið er at fáa eina innandura skate-breyt. Vit arbeiða miðvíst fyri at fáa eina innandura breyt, har vit eisini ynskja at hava pláss fyri einum klatri- og parkour øki. Nøkur av uppskotunum eru nú til viðgerðar hjá Tórshavnar Kommunu.

 

Teir siga seg allir at vera væl nøgdir við tiltakið, og at teir hava gott mót til at skipa fyri fleiri líknandi tiltøkum í framtíðini.

 

- Vit halda heilt sikkurt, at skating er á veg fram í Føroyum. Vit eru fleiri garvaðir, ið eru sera aktivir innan fyri skating, bæði her heima í Føroyum og uttanlands.

 

 

Gentur kunnu eisini

Ein av teimum heilt fáu gentunum, ið var møtt upp til Sesh'17, var 16 ára gamla Maria Simonsen, ið nýliga er byrjað at læra seg at standa á skateboard.

 

- Eg eri fyri stuttum byrjað at læra meg at skateboard'a. Tað vóru serliga filmsbrot á YouTube, ið góvu mær íblásturin til at byrja. Tað sá so stuttligt og hugnaligt út, serliga tá ið eg sá, hvussu gott samanhaldið var millum skate'ararnar.

 

Maria visti upprunaliga einki um Sesh'17, men á veg heim gekk hon tilvildarliga framvið Venjingarskúlanum og sá, at tað var fult av fólkum, ið stóðu á skateboard. Hon fekk ein vinmann at koma við sær í Venjingarskúlan at hyggja.

 

- Tað sá mega stuttligt út, men eg tordi ikki orduliga at fara oman einsamøll. Eg hevði sikkurt torað betur at farið oman sjálv, um eg hevði sæð onkra gentu á mínum aldri. Men tá ið eg var komin oman, so var tað eingin trupulleiki, tí øll vóru so vinarlig. Eg hitti nógv fitt og nýggj fólk.

 

 

Tað vóru fleiri skate-kappingar, men av tí at Maria var so nýggj innan fyri skating, so vildi hon heldur hyggja.

 

- Tað var deiligt at síggja, at tað eru so nógv, sum eisini skate'a í Føroyum. At síggja, hvussu væl øll dugdu gav mær íblástur til, hvat eg skal venja til næstu ferð, eitt líknandi tiltak verður.

 

Tað, ið Mariu dámar best við at standa á skateboard, er, at man hevur okkurt at gera úti, í staðin fyri at bara sita inni og keða seg. Hon heldur tað eisini vera eitt stórt pluss, at tað er ein stuttligur máti at røra seg.

 

- Tað er so stuttligt, so man hugsar slett ikki um, at man rørir seg.

 

Henni dámar sjálvandi eisini sera væl samanhaldið og felagsskapin, sum man kemur í, tá ið man skateboard'ar saman við øðrum fólkum.

 

 

Her eru nakrar myndir frá Sesh'17:

 

 

 

 

 
 

 

 

Sissal bloggar: #2. partur Sissal Drews Hjaltalin bloggar frá Cannes-festivalinum
Sissal bloggar: #1. partur Sissal Drews bloggar frá Cannes-festivalinum
Topp 10: Mest lisnu greinar á Röddini 2018 Her er ein listi yvir mest lisnu greinarnar í 2018
Sigarettirnar eru skiftar út við snús Fólkaheilsuráðið gav fyri stuttum út nýggja Gallup-kanning, sum vísir, at føroyingar roykja minni enn nakrantíð. Sambært kanningini roykja 25 % av...
Jólakalendarin: tiltøk í desember Tað eru sjálvandi eisini nógv tiltøk á skránni hendan jólamánaðan.