Myndir: Hugin Brend Bech
Ummæli: hipp hopp og opera
Les, hvat Røddin helt um DansiEksperimentið 2017
26.07.2017 - 12:40

Skrivað hevur: Tóra í Stórustovu

 

Tað er mánakvøld, sólin hevur bakað í allan dag, flestu eru í góðum hýri, og umleið 100 fólk finna sær leiðina oman í Smæruna, mitt í Tórshavn at hyggja at dansi. Tú kemur inn, fært ein kross í atgongumerkið og verður ynskt/ur eina góða sýning.

 

Dyrnar vórðu latnar upp kl. 20:00, og framsýningin byrjaði so skjótt, sum øll høvdu funnið sær til rættis.

Fyrsta framførslan byrjar. Sissal Grækarisardóttir Magnussen syngur kenda føroyska sangin Eitt dýpi av dýrari tíð. Tvær kvinnur dansa ein kenslubornan koreografi til vøkru tónarnar, tónleikurin og dansurin spæla heilt ótrúliga væl saman, og vakra røddin hjá Sissal gevur gásarhold. Feitt. Byrja sterkt!

 

Framsýningin heldur fram við alskyns sløgum av dansi og tónleiki. Til størsta partin av framførslunum var tað livandi tónleikur til. Onkursvegna riggaði tað eitt vet betur, tá tónleikurin varð spældur beinleiðis við síðunar av dansarunum, enn tá ið tað vóru fløgur, ið spældu.

 

Roynd sum óroynd

DansiEksperimentið er eitt stað, har øll, ið brenna fyri dansi, kunnu sleppa at vísa seg. Tað var týðiligt, at allir dansararnir brendu fyri tí, teir gjørdu. Tey flestu sóu trygg út, og tað gjørdi “flow’ið” tað betri.

 

Tó var tað eitt sindur týðiligt, hvørjir dansarar vóru minni royndir enn aðrir. Hetta kom til sjóndar nakrar ferðir og tók eitt sindur fokus av framførslunum. Hetta var ikki ein stórur trupulleiki, men hevði kanska riggað betur, um tey óroyndu fingu eitt sindur meira venjing ella dansaðu lættari koreografiir.

 

 

Ljóð, ljós, action

Fólkini handan DX17 fingu eisini spælt eitt sindur við ljós til nakrar av framførslunum. Tað bleiv ikki yvirspælt og riggaði tí ordiliga væl.


Í tí eina sanginum kemur Trygvi Danielsen, røddin handan The Absent Silver King og Silvurdrongur, inn við einari mikrofon. Hann byrjar at syngja/snakka sangin Menniskju = menniskjalsig, dansararnir koma inn hálvan veg ígjøgnum sangin og dansa til. Hetta var nokk ein av teimum framførslunum, ið mær dámdi best. Ikki tí, at tað hevði tann mest kreativa koreografiin, men heldur tí, at tað var so óvæntað. Óvæntað og snedigt? Ja. Riggaði tað kortini knasandi væl saman? Eisini ja.

 

Les eisini: Kenna tit Silvurdrong?

 

Eingin reyður tráður

10. dansurin var ein hipp hopp dansur, har tveir dreingir dansaðu humoristiskt, modernað og kul. 11. dansurin varð dansaður til opera sang. Hóast hesir báðir dansirnir vóru stikk mótsattir, so riggaði tað ordiliga væl. Opera var tað síðsta, eg væntaði at hoyra hetta kvøldið, men eg var nakað so glað, at samskipararnir vístu vøkru røddina hjá Biritu Adelu Davidsen fram. Hon sang til UG og dansurin til sangin var sera flottur.

 

 

Tó sat man eitt sindur við kensluni, at har manglaði onkur samanhangur. Ein reyður tráður. Tað eigur ikki at vera lætt at gera eina framførslu uppá ein tíma, har man hevur so nógv sløg av dansi, og síðani at fáa tað at hanga saman, tað er torført, men okkurt so lítið sum, at um allar framførslurnar vóru dansaðar til livandi tónleik, ella um tey bara dansaðu til føroyskan tónleik… okkurt. Tað hevði kanska bundið framførsluna eitt sindur betur saman og gjørt, at tað tóktist meira sum ein heild.

 

 

Alt í alt var DansiEkspermentið 2017 ein ekstremt feit uppliving. Tað vísti ikki bara flottan dans, men eisini framsýnti tað nakrar av teimum vakrastu føroysku tónleikarøddunum. Eg varð tikin av bóli fleiri ferðir uppá hendan eina tíman, ið eg gleðiliga hevði farið til umaftur.

 

 

Les meira um tiltakið her og her.

 
 

 

 

Er lítil undirtøka til vakurleikakappingar ein javnstøðuspurningur? Eru ungar føroyskar kvinnur kúgaðar undir avoldaðum samfelagsnormum, ella eru aðrar orsøkir aftanfyri lága luttakaratalið til „Miss Faroe Islands“?
Interview við Moddi Moddi hevur verið á drúgvari konsertferð og endaði ferðina í Føroyum. Hann greiðir frá konsertferðini, og prátar um alt frá verkætlan hansara til hálvtrýss ára gamlar konur.
Snarskeið í at skriva BV3 Stress, stress og meira stress
Klumma: Eri eg ein pisa, ið ongantíð fer á flog? Eg eri takknemlig, eg eri glað, og eg vildi ikki havt tað á ein øðrvísi hátt. Men tað vilja øll hini.
Bitcoin fyri býttlingar Eitt gott tip hevði verði at keypt sær Bitcoin fyri nøkur oyru í dag aðrenn tað er forseint, men sjálvandi bara nýt pening, ið tú er klár/ur at missa.