Føroyskur filmur í biografunum

Føroyskur filmur í biografunum
Sakaris Stórá er nú klárur við sínum fyrsta spælifilmi. Ein filmur um vinarlag og leitan eftir samleika fortaldur á nærlagdum filmsmáli. Sakaris Stórá hevur áður leikstjórnað altjóða virðisløntu stuttfilmunum Passasjeren, Summarnátt og Vetrarmorgun
17.08.2017 - 20:48

Filmurin hevur undanfrumsýning í Norðurlandahúsinum fyrst í september, og síðani verða regluligar sýningar í Havnar Bio.

 

 

“Dreymar við havið” er ein søga um tvær ungar gentur á gáttini til vaksna lívið. Ester býr í lítlu bygdini við havið, hon gongur í sunnudagsskúla, keðir seg og onki hendir. Alt hetta broytist, tá Ragna flytur til bygdina. Gjøgnum Ragnu letur ein nýggjur heimur seg upp, ein heimur uttan mørk. Men Ragna hevur trupulleikar at dragast við, og Ester lærir skjótt, at frælsi og val hava avleiðingar. Saman droyma tær um at sleppa burtur, men gera sær ikki rættiliga far um, hvat tær flýggja undan, ella hvagar tær skulu fara.

 

 

Høvuðsleikarar eru Juliett Nattestad, ið fyri fyrstu ferð roynir seg á filmi, sum Ester, meðan Helena Heðinsdóttir, ið eisini var við í Vetrarmorgun, er Ragna.

 

 

Handritið hevur Marjun Syderbø Kjelnæs skrivað í tøttum samstarvi við leikstjóran.

 

 

Meginparturin av upptøkunum eru gjørdar á Sandoynni, meðan partar eru filmaðar í Havn, á Velbastað og úti í Hesti. Hetta er triðju ferð, at Sakaris Stórá arbeiðir saman við belgiska fotografinum Virginie Surdej. Filmurin er kliptur í Danmark, og ljóðarbeiðið er gjørt í Danmark, Føroyum og Svøríki.

 

 

”Dreymar við havið” er ein samframleiðsla millum føroyska Fish&Film og danska Adomeit Film. Ingun í Skrivarastovu, Katja Adomeit og Jón Hammer hava staðið fyri framleiðsluni.

 

 

Undanfrumsýning verður í Norðurlandahúsinum tann 5. september fyri teimum mongu stuðlum og hjálparfólkum, ið hava verið við til at gjørt filmin til veruleika. Frumsýning fyri almenninginum verður mikudagin 6. september í Havnar Bio, tá Filmsfelagið byrjar vetrarskránna. Leikstjóri og høvuðsleikarar eru til staðar, og møguleiki verður at seta teimum spurningar eftir sýningina. Hósdagin 7. september byrja regluligu sýningarnar í Havnar Bio, og síðani fer filmurin at ferðast kring heimin.

 

 

Tað ber til at fylgja við og lesa meira um filmin á Facebook-síðuni Dreymar við havið.

 
 

 

 

Sissal bloggar: #2. partur Sissal Drews Hjaltalin bloggar frá Cannes-festivalinum
Sissal bloggar: #1. partur Sissal Drews bloggar frá Cannes-festivalinum
Topp 10: Mest lisnu greinar á Röddini 2018 Her er ein listi yvir mest lisnu greinarnar í 2018
Sigarettirnar eru skiftar út við snús Fólkaheilsuráðið gav fyri stuttum út nýggja Gallup-kanning, sum vísir, at føroyingar roykja minni enn nakrantíð. Sambært kanningini roykja 25 % av...
Jólakalendarin: tiltøk í desember Tað eru sjálvandi eisini nógv tiltøk á skránni hendan jólamánaðan.